hósdagur 16. oktober 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Eftir landsliðssteðg í tvær
vikur
er
landskappingin
aftur dagsskráin í fótbólt
inum. Stóri spurningurin er,
um tað sunnudagin fer at
eydnast B36 at tryggja sær
meistaraskapin og harvið
at verða triðja felagið, sum
eigur tvísifrað tal av FM
heitum.
Síðani 2005 hevur lands
kappingin fevnt um 27 umfør.
Flestu árini hevur spurning
urin, hvør skal vinna FM,
verið svaraður undan síðsta
leikdegi, og onkuntíð hevur
tað ligið í luftini væl undan
kappingarenda, hvør fór at
vinna FM.
Størsti
dramatikkurin
hesi árini við 27 umførum
var í 2005 og 2006.
Í 2005 vann B36 FM á
síðsta leikdegi. Tað var í
grannauppgerð í Gundadali.
HB varð meistari, um tað
endaði javnt, og tað sá
heilt gott út, tá ið Bárður
Mortansson dygst undan
steðginum legði HB framum.
Miðskeiðis
í
2.
hálvleiki
javnaði Allan Mørkøre, og
takið mundi farið av B36
skýlinum, tá ið sigursmálið
varð
skorað
eitt
korter
undan leikloki. Málskjútti
var Fróði Benjaminsen, sum
nú er liðformaður í HB.
Árið eftir var aftur drama
tikkur fyri allar pengar
nar. EB/Streymur lá til at
vinna FM, men tá ið KÍ
púra óvæntað vann 1-0 á
Mølini var tað HB, sum púra
óvæntað tryggjaði sær FM
við 2-0 heimasigri á ÍF.
Í 2007 tryggjaði NSÍ sær
FM í næstsíðsta umfari, og so
leiðis var tað eisini, tá ið EB/
Streymur varð meistari í 2008,
HB í 2009 og B36 í 2011. Í 2010
vann HB FM á síðsta leikdegi,
og í 2012 vann EB/Streymur
FM á síðsta leikdegi.
B36 við fullari skrúvu
B68 - B36
Ransin N. Djurhuus
sunnudagin kl. 15.00
Í B36 er eingin ivi. Hóast
minnini frá 2005 finaluni eru
góð, so er ynski hjá teimum
øllum – eisini kassameist
aranum – at sleppa undan
finalu um FM heitið ímóti
HB annan leygardag. Um tað
eydnast at vinna á Svanga
skarði, so verður dagsskráin
annan leygardag at taka
ímóti gullkrónunum og FM
steypinum.
At verða meistari verður
ongantíð
gerandiskostur,
men summi hava staðið
oftari við gullinum enn onn
ur. Jákup á Borg er liðfor
maður í B36, og hann hevur
fimm ferðir verið meistari – í
1997, 2001 og 2011 við B36 og í
2004 og 2006 við HB.
B36 liðformaðurin sigur
seg hava góða kenslu, nú teir
í árstalsfelagnum í kvøld
fara at leggja síðstu hond á
fyrireikingarnar til ferðina
inn á Toftir. Ætlanin er at
hava FM heitið 2014 við
suður aftur í høvuðsstaðin:
– Vit hava havt tvær
fínar venjingarvikur. Tórður
Thomsen og Alex Mellem
gaard hava verið upptiknir
á landsliðnum. Odmar Færø
og Róaldur Jakobsen góvu
avboð til landsliðið, tí teir
vóru
skaðaplágaðir.
Nú
eru teir komnir fyri seg, so
vit verða fullmannaðir á
Toftum.
Tað hevur verið tosað um,
at tað er torført at varðveita
fokus, tá ið meistaraheitið er
so stutt burtur?
– Sjálvandi verður tað
nógv tosað, og ferðslan í
felagshúsinum
og
kring
vøllin er stór. Men fyri venj
arar og spælarar hevur tað
hesar báðar vikurnar, nú
tað hevur verið steðgur í
landskappingini, verið av
alstórum týdningi at varð
veita fokus á uppgávuni
og avbjóðingini. Vit hava
staðið okkum væl í eitt
langt kappingarár. Tað hevði
verið øgiliga spell, um vit nú
søplaðu møguleikan burtur,
tá ið FM bara er ein sigur
burtur. Gongdin tríggjar tær
seinastu ferðirnar hevur víst,
at vit eiga tað í okkum, sum
skal til fyri at fullføra upp
gávuna. Vit vunnu í Runavík
og Fuglafirði, hóast vit vóru
aftanfyri, og hóast úrslitið í
Gundadali ímóti EB/Streymi
var 1-0 sigur, so smurdu vit
teir av.
Hvør verður taktikkurin á
Svangaskarði?
– Nú er kappingin 25 um
før gomul, so tað er neyvan
nakað serligt, sum kemur
óvart á nakran í nøkrum
dysti. Hjá okkum snýr tað seg
nógv um at fáa leikferðina
upp og at varðveita høga
leikferð. Tað hava vit arbeitt
nógv við í venjingunum.
Um tað eydnast at vísa tað
sunnudagin, sum vit hava
vant, so eiga vit at vinna. Um
tað ikki eydnast at vinna
ímóti einum liði, sum er flutt
niður, so kunnu vit spyrja
okkum sjálvar, hvussu uppi
borið tað er, at vit vinna FM.
Hetta skal ganga, tí vit hava
nógvar góðar og royndar
spælarar, sum vita, hvat tað
Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo og Rás2
á silvurfati á
Svangaskarði
fótbóltur
Um vit ikki vinna á longu niðurflutta B68, so er tað so upplagt, at
spurningurin verður settur, hvussu uppiborið tað er, at vit vinna FM,
heldur B36 liðformaðurin, sum longu hevur vunnið FM fimm ferðir
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Ikki við: Sorin Anghel (Fóturin, restina
av árinum), Tóki á Lofti (Økilin, restina av
árinum), Leivur H. Joensen (Vøddaskaði, 1-2
vikur), Dmitrije Jankovic (Leikbann 1 dyst) og
Beinir Ellefsen (Leikbann 1 dyst)
Ivasamt: Heðin Stenberg (Vøddaskaði)
Ivasamt: Hanus Thorleifsson (Vøddaskaði)
Við aftur: Hørður Askham (Eftir leikbann)
Ikki við: Jann Ingi Petersen
(Liðband í knænum, ógreitt hvussu leingi)
Ikki við: Egil a Bø (Leikbann)
Ikki við: Símun Samuelsen (Hælsinan,
langtíðarskaddur), Gunnar Haraldsen
(Lærkrikin, langtíðarskaddur), Christian R.
Mouritsen (Fóturin, langtíðarskaddur)
og Heini Vatnsdal (1 dystur)
Við aftur: Poul Ingason (Eftir leikbann)
Gullið liggur