hósdagur 16. oktober 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
snýr seg um, sigur Jákup á
Borg. Umframt at vera lið
formaður er hann hjálpar
venjari
hjá
Sámal
Erik
Hentze.
Hóast tað longu er greitt,
at B68 flytur niður aftur í
næstbestu deildina, so hevur
úrtøkan ikki verið so soltin
seinastu ferðirnar. Burturúr
trimum teimum seinastu
dystunum hava toftamenn
vunnið fýra stig – við 1-0 sigri
á KÍ og við 1-1 á Skála.
Altjóða avbjóðing
stendur upp á spæl
HB - NSÍ
Lars Müller
sunnudagin kl. 15.00
Fyri tveimum vikum síðani
vann NSÍ sera týdningar
miklan 2-0 heimasigur ímóti
KÍ. Sigurin ber við sær, at
NSÍ nú er greiður favorittur
at vinna fjórða plássið og
harvið
atgongumerki
til
europeisku
kappingina
næsta summar.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen var aftur á vøll
inum við Løkin í gjárkvøldið.
Síðstu vikuna hevur hann
annars verið ferðaleiðari hjá
U-19 landsliðnum, sum hevur
verið í EM undankapping í
Norðurírlandi.
– Vit eru sera fegnir um
støðuna, sum vit nú eru
komnir í. Uppgávan er tó ikki
liðug enn. Vit hava nógv at
spæla fyri í Gundadali, sigur
Trygvi Mortensen.
Í HB fjala tey ikki yvir
vónbrotið, sum tað var at
tapa steypafinaluna, og at
tað eftir øllum at døma eis
ini í landskappingini verða
silvurkrónur, sum annan
leygardag
fara
at
verða
hongdar um hálsin á HB
spælarunum.
Kortini hevur tað einki
bilað í spælinum. HB hevur
trivaligan 3-0 sigur í torføra
útidystinum á Argjum í við
førinum, tá ið NSÍ kemur at
vitja. Ta ferðina var Andrew
av Fløtum trífaldur mál
skjútti:
– Vit fegnast um góðu
gongdina. Hjá okkum er ikki
annað at gera enn at vinna
okkara dystir og so vóna,
at talan verður um finalu
í síðsta umfari. Men B36
hevur verið støðugt, og tað
fáa vit einki gjørt við fyrr
enn annan leygardag, tá ið
FM heitið møguliga longu
er avgjørt, sigur Andrew av
Fløtum.
Minnini arga
víkingarnar
Skála - Víkingur
Rúni Gaardbo
sunnudagin kl. 15.00
Nú er tað nakað síðani, at tað
var greitt, at tað hjá steypa
vinnarunum í Víkingi endar
við bronsukrónum í lands
kappingini. Í heyst hevur tað
fyri tað mesta gingið væl. At
víkingarnir ikki eru nærri
høvuðsstaðarfeløgunum,
sum
framvegis
kappast
um gull og silvur, kemst av
nógvu javnleikunum fyrr í
ár.
Ein av teimum var 17.
apríl, tá ið tað endaði 1-1 á
Skála.
Tað er greitt, at Sigfríður
Clementsen
eisini
næsta
ár fer at standa við endan í
Sarpugerði. Víkingarnir hava
ikki fjalt, at teir halda seg
eiga potentiali at kappast
við tey bestu, og við næsta
kappingarári í huga hevur
tað stóran týdning, at enda
spurturin í ár verður góður.
Venjingarnar í Sarpugerði
seinastu
tvær
vikurnar
hava verið øðrvísi, enn tær
plaga at vera, skilt á tann
hátt, at Bárður Hansen, Atli
Gregersen, Hallur Hansson,
Hans Jørgen Djurhuus og
Sølvi Vatnhamar hava verið
burturstaddir í landsliðs
ørindum.
Tað er greitt, at Skála
næsta
kappingarár
skal
spæla í næstbestu deildini.
Tað er eisini greitt, at Pauli
Poulsen eisini næsta kapp
ingarár verður venjari á
Skála. Fleiri ungir spælarar
hava
seinastu
vikurnar
fingið møguleikan á besta
liðnum. Ofta hevur tað víst
seg, at lyklaspælarar á lið
um, sum eru flutt niður,
flyta til feløg í bestu deildini.
Enn hevur einki verið at
frætta um, at nakar spælari
mynstar av Skála liðnum.
Ímóti B68 var MB mál
verjin
Predrag
Markovic
í Skála málinum, tí Suni
Ernstsson var burturstaddur.
Suni er aftur á Skála, og hann
verður í málinum ímóti
Víkingi.
Torført at
varðveita fokus
ÍF - EB/Streymur
Páll Augustinussen
sunnudagin kl. 15.00
Mikudagin í síðstu viku
segði B68 venjarin Jógvan
Martin Olsen í samrøðu við
Sosialin, at tað úti á bygd er
torført at varðveita fokus
á fótbóltinum, tá ið tað er
farið
um
mikkjalsmessu.
Orsøkin er tann, at tá snýr
tað seg nógva staðni um fjall
og slakt.
Soleiðis kenna teir tað í
Fuglafirði og í Sundalagnum
og á Eiði. Bæði í Fuglafirði og
á Eiði verður næstu dagarnar
skipað fyri serligum seyða
tiltøkum.
ÍF hevur plaseringina á
sjeynda plássi at spæla fyri,
meðan teir í EB/Streymi
framvegis hava møguleika at
røkka fjórða plássinum. Tað
liggur í kortunum, at Albert
Ellefsen fer at halda fram
sum venjari í Fuglafirði. Tað
hevur í nakrar vikur verið
greitt, at Rúni Nolsøe fer ikki
at halda fram við Margáir,
og síðani síðsta landskapp
ingardystin er tað vorðið
greitt, at hetta er síðsta
kappingarárið hjá Arnbirni
Hansen í EB/Streymi.
Venjararnir í ferðalagi
KÍ - AB
Petur Reinert
sunnudagin kl. 15.00
Fyrireikingarnar hjá KÍ og
AB hava verið merktar av, at
venjararnir ikki hava verið
við í venjingunum í nakrar
dagar. KÍ venjarin Eyðun
Klakstein og AB venjarin
Oddbjørn Joensen vóru aftur
til venjingar í gjárkvøldið.
Eftir
venjingarnar
næst
síðsta týskvøld fóru teir í
ferðalagi av landinum. Teir
venja U-19 landsliðið, sum
hevur verið í Norðurírlandi,
og sunnudagin standa teir
yvir av hvørjum øðrum.
Setningurin hjá AB er at
lyfta seg upp um ÍF, sum í
løtuni er á sjeynda plássi.
Setningurin hjá KÍ er fram
vegis at røkka fjórða plássið
og harvið europeiskari lut
tøku. Møguleikin kámaðist,
tá ið KÍ tapti 2-0 í Runavík,
men møguleikin er ikki
burtur, og tað hevur eisini
týdning
at
røkka
fimta
plássið og harvið at vinna ein
eyka heimadyst í 2015.
Hetta er síðsti heima
dysturin hjá KÍ í ár. Tað er
ikki greitt, hvør næsta ár fer
at hava ábyrgdina av liðnum.
VIT TIPPA
Tróndur Arge
tippar...
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
25
18
4
3
49
22
+27
58
2
HB
25
16
6
3
54
19
+35
54
3
Víkingur
25
12
9
4
54
26
+28
45
4
NSÍ
25
11
4
10
49
37
+12
37
5
EB/Streymur
25
9
7
9
37
33
+4
34
6
KÍ
25
9
6
10
36
35
+1
33
7
ÍF
25
7
7
11
34
46
-12
28
8
AB
25
6
7
12
28
54
-26
25
9
B68
25
4
5
16
21
54
-33
17
10 Skála
25
2
7
16
14
50
-36
13
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
fótbóltur
Myndir: Álvur Haraldsen
ÍF
KÍ
NSÍ
Skála
Víkingur
Ikki við: Frank Poulsen
(Skurðviðgjørdur, 3-4 vikur),
Poul N. Mikkelsen (Lærkrikin,
ógreitt hvussu leingi) og
Fritleif í Lambanum (Leikbann 1 dyst)
Við aftur: Ísak Simonsen
Allir mans tøkir
Ikki við: Poul N. Poulsen (Slitið krossbandið,
9-12 mánaðir), Jákup Jacobsen (Brotið
óstbeinið), Teitur R. Joensen (Burturstaddur)
og Høgni Midjord (Skaddur)
Ivasamt: Pætur D. Jacobsen og Ahmed Keita
Við aftur: Suni Ernstsson
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Skaddur,
virus í balansuni, ógreitt hvussu leingi)