hósdagur 16. oktober 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Ungarn fór við øllum stigunum, og í føroysku
leguni var vónbrotið stórt um hetta, tí hesa ferð
kendu spælarar og venjarar tað soleiðis, at Føroyar
høvdu uppiborið at skora mál og at vinna
Jóannes Hansen
Tað vóru blandaðar kenslur
í føroysku legun i, tá ið dóm
arin úr Hvítarusslandi hevði
bríkslað fyri síðstu ferð í
góðveðrinum
á
Tórsvølli
týskvøldið.
Hetta var síðsti heima
dysturin í ár, og talvan vísti
0-1. Landsliðsvenjarin Lars
Olsen orðaði seg soleiðis:
– Eg kann ikki anna enn
vera nøgdur við spælið, men
samstundis eri eg vónbrotin
av
úrslitinum.
Hesaferð
vístu vit tað í dysti, sum vit
hava vant í fyrireikingunum.
Hetta var fínt eftir stóru av
bjóðingina í Belfast. Sølvi
Vatnhamar arbeiddi nógv
og hart, og Brandur H. Olsen
arbeiddi væl saman við
Fróða Benjaminsen og Halli
Hansson á sentrala mið
vøllinum. Tað vóru teir, sum
myndaðu spælið, og vong
verjarnir bjóðaðu seg væl
fram. Ein onnur orsøk til, at
tað gekk so væl, var, at Jóan
Símun Edmundsson megnaði
sín leiklut á toppinum so
væl. Í 1. hálvleiki høvdu vit
møguleikarnar, og tað var
spell, at vit ikki skoraðu,
sigur Lars Olsen, sum vónar,
at tað fer at eydnast niðri í
Grikkalandi um ein mánað
at halda fram við tí, sum
liðið vísti 2. hálvleik í Belfast
og ímóti Ungarn.
Miðvallararnir
Hallur Hansson var ein av
teimum eyðsýndastu. Hann
hevði bestu royndirnar í 1.
hálvleiki, og eisini hann var
nøgdur við spælið og harmur
um úrslitið:
– Vit vóru sera uppsettir
og lógu tætt í mótstøðu
monnunum, og eg haldi, at
Fróði og eg í dag punkteraðu
prátið um, at tað er einki
í vegin fyri, at vit spæla
saman. Eg fokuseraði á at
vinna allar nærdystirnar og
at arbeiða fyri liðið, og tað
eydnaðist væl hjá okkum
øllum.
Hetta
kunnu
vit
byggja víðari á í Grikkalandi.
Hvat sigur tú um møgu
leikarnar?
– Eg plagi ofta at skora
upp á møguleikar av tí slag
num, sum eg fekk mitt fyri.
Eftir temjingina smekkaði eg
til, og tað var einki í vegin við
skotinum, men málmaðurin
refleksbjargaði
til
horna,
tíverri.
Brandur H. Olsen var fyri
fyrstu ferð millum teir fyrstu
ellivu:
– Vit eru ógvuliga vón
brotnir, tí vit kenna, at vit
vóru betri enn teir alla tíðina.
Spælið var betri, enn tað var
í Norðurírlandi, og saman
spælið við Fróða og Hall gekk
væl. Tað liggur ikki í mær at
vera darvaður av nervum. At
hjálpa sínum landi og liði er
tað størsta, tú kanst røkka
sum fótbóltsspælari, og eg
eri sera vónbrotin um, at
góða leikliga avrikið ikki bar
stig og sigur við sær, sigur 18
ára gamli Brandur H. Olsen,
sum nú er aftur í FCK, har
hann fyrireikar seg at vera
klárur, tá ið Ståle Solbakken
fer at senda boð eftir honum.
Tað tykist bara vera ein
spurningur um tíð, áðrenn
hann fer at fáa møguleikan
á besta FCK liðnum.
Sølvi Vatnhamar var fyri
fyrstu ferð við í undankapp
ingardysti, og eisini hann var
bæði fegin og vónbrotin:
– Eg havi hugsað positivt
í fleiri dagar um hesa løtuna.
Tað gekk væl hjá okkum,
men vit eru sera vónbrotnir
um úrslitið. Jónas þór Næs
hevur nógvar royndir á
landsliðnum, og hann minn
ir í spælistíli nógv um Bárð
Hansen, sum eg spæli saman
við í Víkingi. Vit tosaðu
sjúklingurin
doyði
Viðgerðin
eydnaðist og
Hesaferð vístu vit tað í dysti, sum vit hava vant í
fyrireikingunum, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari