Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur dagar­nar upp undir dystin nógv saman og gjørdu innan­hýsis avtalur um hvat og hvussu, og eg haldi, at tað eydn­aðist væl. Men eg eri sera vónbrotin um úrslitið, sigur Sølvi Vatnhamar, sum va á lands­liðnum fyri fyrstu ferð á heimavølli. Einasti dyst­urin undan hesum var vinar­dystur í Teilandi 21. februar 2013. Vongverjin og venjarin Viljormur Davidsen var á vong­verjanum í vinstru fyri triðju ferð á rað. Saman við lið­felagunum var tað fyri hann týdningarmikið á heima­vølli at fáa uppreisn eftir heimatapið ímóti Finnlandi og laka avrikið í 1. hálv­leiki í Norðurírlandi: – Vit megnaðu tað, sum frammanundan varð av­ rátt. Tíverri fingu vit ikki úr­tøku, hóast vit høvdu mál­møguleikar. Tað er í brotsteigunum, at dystirnir verða avgjørdir, og vit iðra okkum nógv um, at teir skoraðu eftir horna. Í 1. hálvleiki hevði eg nógv pláss, meðan teir tiptu fyri eftir steðgin. Tað er hugaligt, at vit orka eins væl og mótstøðumenninir, og at tað harvið ber til at saman­spæla, inntil síðsta bríksl. Men vit eru ógvuliga vónbrotnir, er viðmerkingin hjá vong­ verjanum í vinstru, sum nú er aftur í Vejle Boldklub, har fíggjarligu timbur­menninir eru burtur – fyribils í hvussu so er. Jóannes Jakobsen, hjálp­ ar­venjari, gav spæl­ar­unum stórt herðaklapp: – Stóra avbjóðingin er, at spælararnir skulu tora at spæla, og tað gjørdu teir so av­gjørt hesa ferð. Tað fer fram­vegis at ganga upp og niður, men avrikið hesa ferð eru tað perspektiv í, uttan mun til hvat teir siga, sum halda seg vera serfrøðingar og úttala seg, hóast teir ikki hava sæð dystirnar! Stutt til metið Atli Gregersen var týskvøldið fyri 25. ferð á landsliðnum. Nú eru tað 37 spælarar, sum hava rokkið silvurbrúdleypi á landsliðnum. Tann næsti í røðini verður sannlíkt Gunnar Nielsen, um hann aftur fer at verja málið, tá ið Føroyar spæla ársins síðsta lands­dyst í næsta mánað í Grikkalandi. Óli Johannesen eigur fram­vegis dystarmetið. Nú er metið hjá Óla av álvara hótt. Týskvøldið var Fróði Benjaminsen fyri 82. ferð á landsliðnum. Óli Johannesen er skrásettur fyri 83 lands­ dystir, og harvið er tað góður møgu­leiki fyri, at Fróði niðri í Grikkalandi fríggjadagin tann 14. november fer at leggja upp á síðuna á Óla Johannesen, sum spældi fyri seinastu ferð á landsliðnum 6. juni í 2007, tá ið Skotland vann 2-0 á Svangaskarði. 4 Gunnar Nielsen Ein av teimum dystunum, har føroyski málverjin hevur havt minst at gjørt. Stýrdi verjupartinum væl, og hevði góðar bjargingar í fyrra hálvleiki. Var annars ein tryggastur aftasti skansi á føroyska liðnum, og hevur leikt væl allar tríggjar undankappingardystirnar higartil. 3 Jónas Tór Næs Loysti enn einaferð verjumessigu uppgávuna væl. Hevði gott tak á størstu stjørnuni á ungarska liðnum, Balazs Dzsudszak. Kom eisini fleiri ferðir væl fram við, har hann yvirlappaði Sølva Vatnahamar. Tíverri manglaði neyvleiki í innleggunum, tí í tveimum førum vóru nógvir føroyskir mans komnir við í feltið hjá mótstøðuliðnum. 4 Atli Gregersen Stýrdi verjuni væl og var avgerandi fyri at føroyska liðið hevði neyðugu róligheitina í spælinum. Dugdi væl at finna avleveringar niðan í vøllin, og leikti sum heild ein góðan landsdyst. 5 Sonni Ragnar Nattestad Spældi sannførandi í føroysku miðverjuni. Var góður í uppspælinum, og hevði sum heild gott tamarhald á, tá ungarar gjørdust vandamiklir. Hevði umframt tað einkultar støður í dystinum, har hann veruliga setti seg ígjøgnum. Millum annað eina ferð í seinna hálvleiki, tá ungarar vóru um at koma í kontra álop. 4 Viljormur Davidsen Loysti uppgávuna væl defensivt, har ungarar ongantíð komu ígjøgnum í hansara síðu. Hevði avgerandi takkling í fyrra hálvleiki, tá ungarar fingu góðan møguleika eftir returbólt. Var sum heild tryggur á bóltinum og var nógv við í spælinum. Kom tó ikki líka ofta til innlegg sum onkuntíð áður. 4 Sølvi Vatnhamar Spældi fyri fyrstu ferð frá byrjan á føroyska landsliðnum. Vísti frá byrjan at avgerðin var røtt, tí Sølvi var frálíka tryggur á bóltinum. Umframt tað, so tordi hann eisini at bjóða av, og gera tað óvæntaða. Arbeiddi framúr væl allan dystin og var millum teir bestu í fyrra hálvleiki. Datt tó eitt sindur úr dystinum í seinna hálvleiki, men talan var avgjørt um eina góða debut. 4 Fróði Benjaminsen Vísti frá byrjan, at vit ætlaðu okkum nakað týskvøldið. Hevði eina takkling aftaná 20 sekund, har hann veruliga setti seg ígjøgnum. Spældi annars væl á miðvøllinum, har hann var avgerandi fyri at teir báðir yngru Hallur og Brandur, fingu sítt spæl at koyra. Var sterkur í nærdystunum, og spældi ein góðan landsdyst. 5 Hallur Hansson Spældi frálíkt á føroyska miðvøllinum. Var nógv við í spælinum, og átti allar tær farligastu atsóknirnar á føroyska liðnum. Við eitt sindur av hepni, skuldi hann verið á málskjúttaralistanum aftaná 20 minuttir, tí hann kom fleiri ferðir í góðar støður ta løtuna. Arbeiddi væl allan dystin og beit pínuna í seg síðstu løtuna, eftir ein harðan samanstoyt á miðvøllinum. 5 Brandur H. Olsen Hóast talan var um fyrsta lands­ dystin, bergtók ungi skálvíkingurin allar áskoð­ararnar á Tórsvølli týskvøldið. Fór óimponer­aður inn á føroyska miðvøllin, og tordi at gera tað sum hann dugir best, nevnliga at spæla fótbólt. Er ein leikari, ið eigur eina bjarta framtíð, og er ein leikari, ið tað føroyska landsliðið í framtíðini fer at vera bygt rundanum. Frálík debut! 2 Christian L. Holst Var kanska einasti leikarin á føroyska liðnum týskvøldið, ið ikki leikti upp til sítt besta. Er vanligt altíð tryggur á bóltinum, men misti onkrar vandamiklar bóltar í fyrra hálvleiki, har ungarar sloppu at kontra. Arbeiðsinnsatsurin var tó góður. 4 Jóan Símun Edmundsson Spældi aftur sum fremsti maður á landsliðnum, og loysti uppgávuna væl. Varðveitti bóltin væl, dugdi væl at finna millumrúmini og var sum heild nógv við í spælinum. Heldur tað fram soleiðis, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn málini fara at koma. 3 Kaj Leo í Bartalsstovu (innskiftur, 69 min) Kom inn seinastu 20 minuttirnar, og serliga fyrstu 10 minuttirnar kom hann væl inn á føroyska liðið. Góði bóltførleikin gjørdi, at hann ikki var bangin at taka bóltin til sín, og at hann tordi at bjóða av. Bleiv tó eitt sindur vekk teir seinastu 10 minuttirnar. 2 Arnbjørn Hansen (innskiftur, 76 min) Loysti Jóan Símun Edmundsson av í føroyska álopinum seinasta korterið. Hóast hann altíð er vandamikil í feltinum, kom tó ongantíð nøkur støða, har Arnbjørn kom til sín rætt í føroyska álopinum. 2 Gilli Sørensen (innskiftur, 81 min) Kom inn seinastu tíggju minuttirnar, men fekk ikki tað burturúr, ið landsliðsvenjarin hevði vónað. Hevur eina øgiliga ferð, men hon kom ongantíð til sín rætt seinastu løtuna. Samlaða avrikið 4 Sum heild var talan um ein góðan dyst frá føroyska liðnum. Serliga possesiónspælið koyrdi væl, har vit til tíðir sóu nakað av tí besta, ið vit kunnu síggja frá tí føroyska landsliðnum. Tíverri, so førdi góða spælið tó ov sjáldan fram til vandamiklar støður. Men samanlagt var talan avgjørt um eina uppreisn eftir dystin í Belfast leygarkvøldið. Hugburðurin og innsatsurin á føroyska liðnum týskvøldið var framúr! Spælarametingar 1 Vánaligt avrik 2 Undir miðal avrik 3 Miðal avrik 4 Yvir miðal avrik 5 Gott avrik 6 Avbera gott avrik André Olsen Myndir: FSF Myndir: Álvur Haraldsen