hósdagur 16. oktober 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Føroyska liðið spældi týs
kvøldið ein tann besta lands
dystin nakrantíð, tá talan er
um at spæla bóltin runt og
stýra einum fótbóltsdysti.
Føroyar høvdu bóltin 58
prosent av tíðini – tað er
ivasamt um vit nakrantíð
hava havt bóltin meiri enn
tað.
Ungarn var um ein háls
megin partin av dystinum,
og teir fingu ikki bóltin av
væl spælandi føroyska lið
num við Brandi H. Olsen á
odda.
Ólukku tíð, so standa
trupulleikarnir við í verju
støðu, tá hinir hava deyð
bóltar. Hesa ferð kostaði eitt
bíligt hornasparksmál okk
um minst eitt stig. Sjáldan
hevur eitt so tamt landslið
vitja á Tórsvølli sum Ungarn.
Tíverri standa vit eftir við
ongum.
Uttan nervar
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
gjørdi
tíðliga
geitt,
at
Brandur H. Olsen skuldi byrja
inni. Tíðliga á dystardegnum
varð eisini rímiliga greitt, at
Sølvi Vatnhamar skuldi byrja
inni. Fyri Brand var talan
um fyrsta dystin frá byrjan,
meðan Sølvi Vatnhamar kom
inn fyri fyrstu ferð nakran
tíð.
Tað var ikki til at síggja
fyrstu løtuna, at hetta liðið
hevði tveir nýggjar mans á
liðnum. Liðið var sum heild
hamskift frá fyrra hálvleiki
móti Norðurírlandi. Brandur
vildi hava bóltin hvørja ferð,
meðan Sølvi Vatnhamar vísti
dirvi bæði spæla bóltin og
dribbla.
Fyrstu minuttirnir vístu,
at vit hava lært frá tveimum
keðiligum fyrru hálvleikum
móti Finnandi og Norður
írlandi. Boðskapurin undan
dystinum var, at brúka góða
tíð um málspørk, innkøst og
fríspørk fyrstu løtuna, so
Ungarn ikki slapp at trýsta
okkum.
Hetta eydnaðist væl, men
upp aftur betri riggaðu boð
ini um at tora at spæla bólt.
Tað gjørdi stóran mun, at
okkara tordu at spæla bóltin
sína millum. Tað trýsti eisini
Ungarn aftur á egna hálvu.
Vit komu eisini til tríggjar
vandamiklar
støður,
har
Hallur Hansson mundi hava
besta møguleikan, tá hann
fekk skot á mitt fyri í brots
teiginum, men málverjin hjá
Ungarn bjargaði.
Bíligt mál
Eins og í dystunum móti
Finnlandi og Norðurírlandi
í hesi EM undankappingini,
so fáa mótstøðuliðini bílig og
býtt mál, sum vit væl kunnu
verja fyri. Hesa ferð var talan
um horna, har okkara faktist
fáa høvdið á bóltin tvær
ferðrir, áðrenn ein ungarskur
spælari fær sent bóltin upp á
tvørs av málinum til ein púra
frían Ádám Szalai, ið bara
skuldi seta fótin á og skora.
Í prinsippinum er tað,
eins og í Belfast, maðurin hjá
Fróða Benjaminsen, ið skor
ar. Men aftur hesa ferð kundi
vit havt vart fyri støðuni við
at rudda fyrra bóltin vekk.
Hetta er avgjørt eitt fokus
punkt hjá okkum, at vit í
framtíðini verja betri, tá mót
støðuliðið hevur deyðbóltar.
Skapa ikki
møguleikarnar
Alla hesa undankappingina
hava vit havt trupulleikar við
at skapa stórar møguleikar.
Vit hava nú fingið fatur á
bóltinum og tað er eitt stór
stig á rættari leið.
Bæði
Hallur
Hansson
og Brandur H. Olsen er
sterkir í framrættaða av
spælinum. Serliga Brandur
gevur liðnum ein nýggjan
møguleika í álopsspælinum.
Hann torir at venda sær við
bóltinum, spæla hann fram
eftir og kann brúka bæði
beinini. Hetta fekk føroyska
liðið gagn av, tá vit skuldu
flyta bóltin fram á vøllinum,
og tá vit skuldu skifta síðu.
Trupulleikin
liggur
at
fáa skapt vandamiklari mál
møguleikar.
Christian
L.
Holst hevði eina av sínum
minni góðum dystum. Sølvi
Vatnhamar kom í onkrar
góðar støðu og vit komu til
fleiri innlegg, men tað var
sjáldan at tað veruliga bleiv
vandamikið.
Jóan Símun Edmundsson
er javnan fyri kritikki, tí hann
ikki er vandamikil nokk.
Eitt mál í 29 landsdystinum
fortelur eisini eina søgu,
men týskvøldið sóu vit aftur
Jóan Símun halda væl upp á
bóltin. Hann er ein góð spæli
statión og gevur liðnum ein
møguleika at koma úr verju
støðu, tá vit fáa spælt bóltin
niðan á toftamannin.
Tað er aftur eitt stig á
rættari leið, men spurning
urin er so hvat vit gera
herfrá, tí vit mugu skapa
møguleikar og skjóta mál.
Móti Ungarn spæla vit væl
á tveimum triðingum á vøll
inum.
Tó er tað deiligt at síggja,
at vit satsa tá vit hava inn
køst langt frammi á vøll
inum. Tað gevur eina kenslu
av at vit vilja hava mál. Vit
mugu brúka tey vápnini vit
hava.
Avgerðin at spæla við
Jóan Símun er røtt. Avgerðin
at seta Arnbjørn Hansen inn
seinastu løtuna er røtt. Málið
nú má verða at finna eina
loysn, har vit fáa sum mest
burturúr teimum báðum
í senn, tí vit mistu nógv
í álopspartinum, tá Jóan
Símun fór út.
Liðið tekur skap
Tað tykist sum vit eru við
at finna eina samanseting
í verjuni, sum riggar. Jónas
Tór
Næs
og
Viljormur
Davidsen eru afturgangandi
fótbóltur
Hardcore! Aftur hesa ferð skipaði FSF fyri eini
sektión av rópandi og syngjandi áskoðarum. Hetta
er óiva besta áskoðara tiltakið í nýggjari tíð. Tey
megnaðu at halda lív í allan dystin og fáa restina
av Tórsvølli við. Haldi áfram við hasum!
Týsdagin 14. oktober, kl. 19.45
Undankappingardystur - Tórsvøllur, Tórshavn
føroyar
vs ungarn
(0-1) 0-1
0-1: Ádám Szalai 21.
Brandur
spældi sum
ein brandur
18 ára gamli skálvíkingurin, Brandur Hendriksson Olsen, spældi
sum ein sannur brandur á miðvøllinum hjá føroyska landsliðnum,
sum hevði uppiborið betri enn at tapa 1-0 fyri Ungarn