Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur á bakk­inum, meðan Sonni Ragnar Nattestad er ein spælari, sum stendur í blóm­ andi menning. Spældi sín besta dyst á landsliðnum higar­til. So er tað hitt pláss­ ið í miðverjuni, sum Atli Gregersen í løtuni situr á. Tað hevur hann gjørt væl higartil, men verður út­still­ aður, tá verja ikki er upp á pláss. Hetta hendi alt ov oftani í Belfast, tá Sonni Ragnar fór ov langt út í síð­ una at taka móti inn­legg­ unum. Tað sóu vit als ikki móti Ungarn. Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen kláraðu uppgávuna á mið­vøllinum. Teir settu seg alvorligt í gjøgnum og vísti at teir ætlaðu at vinna dystin um mið­vøllin. Bólturin bleiv eisini væl sirkuleraður frá miðjuni og tað smittar av upp á restina av liðnum. Ein loysn upp á manglandi møguleikarnir kundi verið, at vit fáa vengirnar inn í brots­steigin. Hinvegin, so fylla teir væl úti á síðuni. Tó spældi Christian L. Holst undir miðal týskvøldið, meðan Sølvi Vatnhamar spældi betri enn vit kundu havt droymt um. Hetta er tey plássini , har tað verður skift mest út á lands­liðnum. Málið blívur nú at finna eina samanseting, sum passar til Jóan Símun, og eina sum passar til Arnbjørn Hansen og Páll Klettskarð. Góðkent Avrikið á Tórsvølli týs­ kvøldið var avgjørt góðkent. Vit spæla væl og Lars Olsen hevur í Brandi og Sølva fingið tvey nýggja kort at spæla við. Málleysur javn­ leikur hevði nokk verið eitt meiri passandi úrslit, enn 1-0 til Ungarn. Tó kann spurnartekin set­ast við styrkina á lands­ liðnum hjá Ungarn. Hetta liðið tóktist ikki vera nógv sterk­ari enn Kasakstan, sum vit spældu 1-1 móti á júst Tórs­vølli í farnu undan­kapp­ ingini. Lat okkum taka tað góða við frá hesum dystinum, men næstu ferð mugu vit revsa eitt so tannleyst mót­ støðu­lið. Hvør veit – kanska upp á horna? trondur@sosialurin.fo Spæli á vøllinum, debutantarnir Brandur og Sølvi, og ikki minst fantastisku áskoðararnir, sum gera tað so nógv stuttligari at vera til landsdyst á Tórsvølli. Tað er ringt at venja seg við, at vit ikki megna at verja fyri í deyðbóltsstøðunum. Vónandi fáa vit rætta upp á tað. Fróði ein dyst frá Óla Fróði Benjaminsen spældi týskvøldið sín dyst nummar 82 fyri landsliðið. Hann er nú ein dyst frá at tangera metið hjá Óla Johannesen, sum er 83 dystir. Spælir Fróði í Grikkalandi í novembur, so verður ájavnt millum landsliðskempurnar. Føroyar Gunnar Nielsen, 24/0, Motherwell Skotland – Jónas þór Næs, 39/0, EB/Streymur, Atli Gregersen ■, 25/0, Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad, 4/0, AC Horsens Danmark, Viljormur Davidsen,10/0, Vejle BK Danmark – Hallur Hansson ■, 15/2, Víkingur, Fróði Benjaminsen ■, 82/6, HB – Sølvi Vatnhamar, 2/0, Víkingur, (Gilli Sørensen, 3/0, AaB Danmark, 81.), Brandur Olsen, 2/0, FCK Danmark, Christian Lamhauge Holst, 44/4, Fremad Amager Danmark (Kaj Leo í Bartalsstovu, 3/0, Levanger Noreg, 69) – Jóan Símun Edmundsson, 29/1, HB (Arnbjørn Hansen, 18/3, EB/ Streymur, 76.) Á beinkinum: Tórður Thomsen, 0/0, B36, Teitur Matras Gestsson, 0/0, HB, Alex Mellemgaard, 0/0, B36, Rógvi Baldvinsson, 19/2, Ålgård Noreg, Pól Jóhannus Justinussen, 19/0, NSÍ, Bárður Hansen, 0/0, Víkingur, Levi Hanssen, 3/0, HB, Páll A. Klettskarð, 11/0, KÍ Gult kort: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen Venjari: Lars Olsen Ungarn Dénes Dibusz – József Varga, Mihály Korhut, Roland Juhász, Tamás Kádár – Nemanja Nikolić (Fiola, 46.), Krisztián Simon, Dániel Tözsér (Kalmár, 73.) – Zoltán Gera ■, Ádám Szalai (Priskin, 84.), Balázs Dzsudzsák Á beinkinum: Gábor Király, Balázs Megyeri, Ákos Elek, Gergő Lovrencsics, Ádám Gyurcsó, Roland Varga, Zoltan Stieber, István Kovács, Zsolt Korcsmár Gult kort: Zoltán Gera Venjari: Pál Dárdai Føroyar - Ungarn 0-1 EM undankappingardystur á Tórsvølli týsdagin 14. oktober 2014 kl. 19.45 Dómarabólkur úr Hvítarusslandi: Aleksei Kulbakov, Dmitri Zhuk, Evgeni Romanov, Vitali Malyutin, Sergei Tsinkevich, Denis Scherbakov Mynd: Tróndur Arge Myndir: Álvur Haraldsen