hósdagur 16. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
4
VIKUSKIFTI
Kjakið
Trúgv
Arni Zachariassen
arnizach@gmail.com
Hin 11. septembur 2001, kl. 8:46 lokala
tíð, flugu limir í islamiska yvirgangs
bólkinum eitt Boeng 767 ferðafólka
flogfar inn í norðrara tornið í World
Trade Center. 2996 fólk lógu eftir á.
Tá broyttist heimurin. Í ein ávísan,
men avgerandi mun.
Tað er nú strævnari enn nakrantíð
at vera flúgvandi ferðafólk, har bæði
høvd, dintil og fótbúni skal kannast
fyri bumbur. Men almenna fatanin,
ella ið hvussu so er almenna kjakið,
um átrúnað broyttist eisini.
Tíðin 11. septembur og aftaná var
ein ógvuliga átrúnaðarlig tíð. Tað var
átrúnaður, í ein avgerandi mun ið
hvussu so er, sum lá aftanfyri álopini
hendan týsmorgunin í New York og
Washington, D.C. Søgan var uttan
iva hópin meira innviklað enn so.
Men islam var ein avgerandi partur
av eldfima kokkteylinum, sum brast
tann dagin. Á pappírinum sekuleri
vesturheimurin, leiddur av Amerika,
sjálvandi, og Stórabretlandi, mintist
knappliga til sínar kristnu røtur í
døgunum eftir álopið, tá ið svarast
skuldi aftur, og Guds hjálp varð ákallað
og forsjón ognartikin væl greiðari enn
vanligt. Hin 20. septembur stóð George
W. Bush, forseti, frammanfyri lóggávu
tinginum og amerikanska fólkinum
og endaði eina røðu, sum uppá tað
harðasta mældi til kríggj ímóti yvir
gangi, við hesum orðunum.
– Vit kenna ikki hvussu hesin bar
dagin fer at gangast, men vit kenna
hvussu hann fer at enda. Frælsi og
ótti, rættvísi og óndskapur, hava altíð
kríggjast, og vit vita at Gud er ikki
uttanveltaður teimum viðvíkjandi.
Tony Blair, sum annars var kendur
fyri ikki vilja hava nakað við átrúnað at
gera, treiv eisini í religiøsu yvirtónarnar
og kallaði terrorismu »óndskap«, sum
ikki virdi »heilagleika lívsins«.
Hvat bleiv av heilagleika lívsins í
báðum kríggjunum, Bush og Blair byrj
aðu í teirra krossferð ímóti yvirgangi,
er so ein annar spurningur.
Tað sigst at sjálvdan fyrr høvdu
kirkjur og samkomuhús verið so væl
vitjaðar sum í vikuni eftir álopini 11.
septembur.
Baksláttur
Men ikki øll tóku undir við átrúnaðar
ligu vekingini, hjá tí almenna og tí
privata, eftir 11. septembur. David
Silverman, formaðurin fyri felagskapin
American Atheists, tók soleiðis saman
um tá ið hann í samrøðu við CNN leit
aftur á ófrættakendu tíðina eftir :
– Tað vísti okkum gudloysingum
veruliga hví átrúnaður ikki má hava
makt. Átrúnaður er vandamikil, sjálvt
okkara egni.
Hóast heimurin altíð hevur verið
og enn í sera stóran mun er religiøsur,
so hava tað altíð verið tey, sum hava
meldað seg úr gudiliga spælinum. Tey,
sum hava havt aðrar tankar og eru
gingin aðrar leiðir. Ikki altíð og ikki
fyrrenn heilt kortsíðani hava tey kunna
givið seg og støðu sína til kennar alment.
Og ikki fyrrenn heilt, heilt kortsíðani
eru tey vorðin ein almennur, meira ella
minni organiseraður samfelagsbólkur.
Hetta hava vit 11. septembur fyri at
takka (ella banna). Ófrættakenda and
litið, sum átrúnaður vísti tann dagin og
tíðina eftir, bæði sum islamiskt terror
og sum vesturlendsk krígsmaskina,
lokkaði gudloysingar fram í ljósið. Og
inn í kjakið.
Hóast lítið og einki nýtt var at frætta
frá hesum gudloysingunum, var al
menni profilurin og evangeliski eld
hugin nýggjur. Og tí fingu teir heitið
»nýateistarnir«.
Í 2004 kom bókin hjá Sam Harris,
»The End of Faith«, út og í 2006 kom
»The God Delusion« hjá Richard
Dawkins út. Sama ár gav Daniel
Dennett bókina »Breaking The Spell«
út, og árið eftir kom »god Is Not Great«
hjá Christopher Hitchens út. Hitchens
legði ikki fingrarnar ímillum tá ið hann
við undirheitinum á bókini langaði út,
at »Religion poisons everything« –
átrúnaður eitrar alt.
Allar hesar bøkurnar vóru best
seljarar. Dawkinsa »God Delusion«
lá sum nummar 1 á New York Times
listanum yvir best seldar bøkur í 51
vikur á rað.
Harris, Dawkins, Dennett og
Hitchens vórðu kallaðir teir fýra dóma
dagsreiðmennirnir. Eins og gátuføru
reiðmennirnir, sum Jóhannesar Opin
bering sipar til, merkti teirra koma, at
endi als var nær. Ella, endi átrúnaðar.
Í høvðusheitum kunnu argumentini
hjá reiðmonnunum og teirra mongu
samverkamonnum og stuðlum takast
samanum soleiðis: Átrúnaður er
skaðiligur, tí trúgv er ósamanbærilig
við vit og skil. Vísindini prógva átrúnað
skeivan og gera hann óneyðugan. Og
tí skal átrúnaður einki pláss hava í al
menna rúminum.
Trúgv ímóti viti og skili
– Trúgv er stóra undanførslan, stóra
umberingin fyri tí ikki at hugsa og at
meta um próvførslur. Trúgv er at góð
taka nakað hóast, ella kanska enntá
orsaka av, manglandi prógvum.
Soleiðis allýsti Richard Dawkins
trúgv í bók síni, »The Selfish Gene«.
Og ein semja við hesi allýsing gong
ur ígjøgnum allar bøkurnar, sum reið
mennirnir hava skrivað, og ger seg
galdandi í gudleysu rørsluni sum heild.
Vit og skil er úrslitið av eini kritiskari
tilgongd til heiminum og eins upplivilsi
av honum. Einki skal bara góðtakast
sum góð vøra, men skal kannast gjølla
áðrenn sannleikaspjaldrið verður sett á.
Fullkomna mótsøgnin til eina slíka
tilgongd verður søgd at vera trúgv. Tá
ið ein trýr, kannar ein ikki sjálvur pá
standir kritiskt. Heldur verða pástandir
um Gud
Oxford professari í støddfrøði er ein av størru fiskunum í kjakinum, sum
er kiknað kring knøttin um, hvar – um nakrastaðni yvirhøvur – Gud hoyrir
heima í heiminum í dag. Um mánaðarskiftið vitjar John Lennox í Føroyum