Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 5 VIKUSKIFTI mynd: Little People góð­tiknir uttan nærri kanningar­virk­ semi, orsaka av myndugleikum, so sum heiløgum skriftum og prestum og ágrýtn­um foreldrum. Eisini duga trúgv­andi fólk illa at skyna á tí, sum tey ógvuliga fegin vilja skal vera satt, og tí, sum veruliga er satt. Tey, sum trúgva, trúgva tí tey fegin vilja, at lív er eftir deyðan, til dømis, ella at Gud hoyrir teirra bønir og svarar - hóast einki prógv er fyri hesum. – Tað góða tingið við vísindunum er, at tey eru sonn líkamikið um tú trýrt tí ella ikki, segði Neil deGrasse Tyson, stjørnugranskari og agnostiskur átrúnaðar­kritikkari. Vísindi ímóti trúgv Tí vísindini eru sjálvandi allarhægsta og allarbesta dømi uppá kritisku til­ gongdina til sannleikan. Og er tað nakað, sum so-kallaðu nýateistarnir ynskja at gera krav uppá, so eru tað vísind­ini. Nýmótans vísindi blivu til tá ið vestur­lendsk mentan fór frá heims­upp­ fatanini hjá Aristoteles og Ptolemeus, og skifti hana út við tí mekanisku hjá Descart og Newton og øðrum. Heimurin var ikki longur full­ur av endamáli omanifrá, men var til­far og einki annað, uttan nakað íborið enda­ mál. Heimurin var vorðin avgandaður. Hóast bæði Descart og Newton vóru trúgvandi menn, og ein meiriluti av fyrstu vísindamonnunum við teimum, so tók nýmótans vísindi ikki støðu til Gud. Teir kundu hugleiða um Gud og hansara skapandi endamál í frítíðini, men tá ið teir fóru til verka sum vísinda­menn, løgdu teir átrúnaðarligar spurn­ingar til síðis. Hetta var einki annað enn ein spurningur um háttalag. Men skjótt gekk til metodologi bleiv til ontologi, og hugskotið spreiddist at vís­indini lýstu ein heim, har einki pláss var fyri Gudi og átrúnaði. Hesum eru nýateistarnir allir grund­ leggjandi samdir í. Dawkins hevur sagt, at hann ger átrúnaði tann beina at skilja hann sum í grundini vísindaligan. Fyri nógvum árum síðani, áðrenn nýmótans vísindi, eygleiddu menniskju heimin og komu tey til ymiskar niðurstøður, harav nógvar vóru átrúnaðarligar: Toran slær, nú er Tórur uppá spæl. Ikki so nógv fekst burturúr skurðinum í ár, onkur man hava gjørt gudarnar illar. Átrún­ aður er sostatt, sambært Dawkins, ein roynd at greina og lýsa heimin. Og tað er júst tað, sum vísindini gera. Átrún­ aður er tí vísindi, men kiksað vísindi. Kanska tað fragasta sum var, eina­ferð langt síðani, men nú avoldað og óhósk­ andi til eina nýggja øld. Nýateistar vísa til ítøkilig vísinda­lig frambrot, so sum Darwinsa menningar­ læru, sum stuðlandi uppundir gudloysi. Feskasta dømi uppá hetta er uttan iva Lawrence Krauss, sum sigur seg kunna prógva, hvussu kvantum alisfrøði loyvir alheiminum at blíva til burturúr ongum. Ongin skapandi Gud er tí neyð­ ugur. Almenna rúmið Alt hetta spælir ein avgerandi leiklut í politiska endamálinum yvir teimum øllum hjá nýateistum: At fremja tað sekulera samfelagið. Góð og sunn samfeløg eru, sam­bært nýateistunum, treytað av sekularismu. Og sekularisma er treytað av privati­ sering av átrúnaði. Føroyska gudloysisfelagið, Gud­loysi, stuðlar hesi tankagongdini. Á heimasíðu sínari endurgevur felags­skapurin stuðl­ andi »Keypmannahavnar­yvir­lýs­ingina um átrúnað í almenna rúm­inum«, sum millum annað sigur: – Vit halda, at almennur politikkur skal byggja á fakta og skilvísi, ikki dogmur. – Vit sláa fast, at tað einasta rættvísa stýrislagið í einum fólkaræði er sekulert. Staturin er óheftur í trúarspurningum og tekur ikki nakran framum nakran annan. – Søguliga eru tað tey mest sekuleru samfeløgini, ið klára seg best, vil yvirlýsingin vera við. Trúarverjar Tað undrar neyvan, at sterku orðingar­ nar hjá nýateistunum hava givið prest­um, gudfrøðingum og trúgvandi vísinda­fólki íblástur til aftursvar, til trúar­verju. Ein teirra er bretin John Lennox. Hann er evangeliskur trúgvandi, sam­ stundis sum hann er professari í stødd­ frøði á lærda háskúlanum í Oxford. Og í endanum av hesum mánaðinum kemur hann til Føroyar at halda almennar fyri­ lestrar um átrúnað, vísindi og gudloysi. Lennox setur grundleggjandi spurnar­tekin við hvussu nýateistar seta trúgv upp ímóti viti og skili. Trúgv er ikki neyð­turviliga blind, sigur hann. – Trúgv er ikki eitt lop út í myrkri. Tað er tað øvugta. Tað er at seta út, grund­að á prógv, mótmælir hann. Og meir enn tað sær hann ikki vísindini sum fíggindaliga sinnaðar ímóti átrúnaði og Gudi, men tekur undir við Einstein tá ið hann sigur, at tað, sum er ringast at skilja við alheiminum, er at hann yvirhøvur kann skiljast. Tað, at vit kunnu eygleiða og lýsa alheimin er fyri Lennox eitt tekin um, at skilvísi onkurs­vegna er bygt inní skaparverkið. Tí er tað, at vísindini yvirhøvur lata seg gera, ein stór ábending um at ein Gud er handan tað heila. Í Keypamannahavnaryvirlýsingini lesa vit umframt tey omanfyri hesi orð: – Vit stuðla rættinum til sekulera út­búgving og sláa fast, at undirvísing í kritiskari hugsan er neyðug. Eisini er neyð­ugt við frálæru í muninum millum trúgv og skilvísi sum vegvísarar til vitan[.] Men er tað soleiðis, sum Lennox og aðrir trúarverjar vilja vera við, at eingin verulig mótsøgn er ímillum trúgv og skilvísi, so sær viðmælda institutionali­ ser­ingin av hesi misskiljing óhugnalig út. So verður átrúnaður ikki einans privati­ser­aður, men marginaliseraður. John Lennox er professari í støddfrøði í Oxford og bjóðar gudloysi av John Lennox heldur tríggjar fyrilestrar í Føroyum: »Er átrúnaður skaðiligur?« á Hotel Føroyum, Tórshavn Hóskvøldið 30. oktobur, kl. 19:30 »Er Gud ein villleiðing?« í Løkshøll, Runavík Fríggjakvøldið 31. oktobur, kl. 19:30 »Gud í almenna rúminum?« í Betesda, Klaksvík Leygarkvøldið 1. novembur, kl. 19:30 Atgongumerki til tveir teir fyrru fyrilestrarnar kann keypast á tilmelding.fo Seinasti fyrilesturin er ókeypis