Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 6 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Eyðun Klakstein Fagnaðurin mundi ongan enda fingið í Danmark, tá ið tað lukkaðist song­kvinnuni Loreen at vinna Euro­vision sangkappingina í fjør. Sigurin hevði við sær, at Danmark skuldi hýsa kappingini í ár. Tað var gjørt við einum óvanliga stór­slignum sjónvarpsgildi, sum varð hildið við B&W hallunum í Keyp­manna­havn sum miðdepli. Stórt og kostnaðar­mikið fyri­ reik­ingar­arbeiði skuldi gerast fyri at fáa økið og hallirnar at verða hósk­andi til tiltakið. Í kappingini um at sleppa at hýsa Euro­vision finaluni høvdu onnur støð í Danmark eisini gjørt vart við seg, og eitt nú var Herning eitt gott boð við sínari stóru multihøll, men valið fall á B&W hallirnar í Keyp­mannahavn. Fíggjarliga úrslitið av hesum vali gjørdist eitt risastórt hall, sum hevur havt við sær eitt drúgt eftirspæl, har fleiri partar av tiltakinum hava hug at peika eftir hvørjum øðrum. Runnu undan trygd Í vikuni skrivar Metroxpress, at privata pensiónsfyritøkan Reda hevði ein avgerandi fingur við í spælinum, tá ið valið fall á Keypmannahavn. Sam­bært Danmarks Radio, sum hevði evstu ábyrgd av tiltakinum, hevði Reda bundið seg til at veita óavmark­aða trygd fyri tiltakinum, um tað varð hildið í Keypmannahavn. DR vísur nú á, at júst hendan trygd var avgerandi fyri valið av Keyp­mannahavn, men at Reda síðani hevur runnið undir trygdini. Ríkis­revisiónin kannar nú málið. Politiken skrivar, at stutt fyri tiltakið ivast DR stórliga í, um tað yvirhøvur lat seg gera at gjøgnumføra Grand Prixið í B&W hallunum. Serliga var ivi um, hvørt fysisku karmarnir fóru at verða klárir til tíðina, tí alt gekk seinni enn ætlað fyri seg. Ein mánað, áðrenn tiltakið skuldi haldast, regnaði tað niður á tøkniligu útgerðina í hallunum. Tað eydnaðist tó at halda stór­sligna Grand Prixið í B&W hallunum, og í sjónvarpi sá tað stór­sligið út. Rokningin fyri til­ takið gjørdist eisini stórsligin, og endaliga ábyrgdin fyri stóra hallið skal í næstum staðfestast. Sangirnir hjá systrunum eru sprotnir úr egnum lívi og snúgva seg um gleði, sorg, kærleika, lívsroyndir og Guðs gávur og trúfesti Í sambandi við at tær fýra systrarnar – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – undir sjálvsagda heitinum “Systrar” geva út nýggja fløgu, verður móttøka í Evangeliihúsinum leygardagin millum klokkan trý og fimm. Har fara tær millum annað at syngja onkrar av nýútkomnu sang­unum á fløguni, ið fevnir um 13 sangir, harav tær sjálvar hava skrivað ella verið við til at skriva teir 11 av sangunum. Tær siga, at sangirnir eru sprotnir úr egnum lívi og snúgva seg um gleði, sorg, kærleika, lívsroyndir og Guðs gávur og trúfesti. Eins og evnini eru ymisk, er sjangran á fløguni eisini ein bland­ ingur av gospel, popp, popp-rock, singer­song­writer og balladum. Millum annað er pápi tær fýra, Theodor Petersen, við á tí eina sanginum, og annars hevur Jákup Zachariasen staðið fyri fram­ leiðsl­uni og Óli Poulsen hevur miksað og mastrað fløguna. Tær fýra – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – eru allar royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solo­sang, kórsang og í øðrum saman­hangi, og tær hava áður verið við á øðrum útgávum. Tær siga seg koma úr einum heimi, har sangur og tónleikur altíð hava fylt nógv, og líka frá tí tær vóru smágentur, hava tær sungið saman, og sangur og tón­ leik­ur hava sostatt altíð verið ein stórur partur av gerandisdegi teirra, bæði heima og úti. Sleikja fíggjarligu sárini eftir Grand Prixið Syngjandi systrar Tað kostaði nógv meira enn ætlað og væntað at skipa fyri Eurovision songkappingini í Keypmannahavn, og eftirspælið um stóra hallið avdúkar alt meira um spælið handan leiktjøldini Tær fýra – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – eru allar royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solosang, kórsang og í øðrum samanhangi, og tær hava áður verið við á øðrum útgávum