hósdagur 16. oktober 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
7
VIKUSKIFTI
LURTA!
E
g fari hvørki á fjall
ella í grind. Eri
heldur ikki á floti og
sígi ikki ella grulvi
í bjørgunum. Skjóti
ikki haru ella stingi gás í nakkan
við felliknívi ella springknívi.
Eigi kortini hjall. Havi onga
eplaveltu ella aðra veltu. Gangi
ikki í kirkju ella á møti ella á
plenuna hvønn sunnudag. Kortini
búgvi eg í Føroyum. Í landinum,
sum noyðist at tola akademikara
trot, tí føroyska universitetið ikki
fær eina milliard í fíggjarlógini.
Nei, gevið mær heldur turra
grind og ræst kjøt, epli og seiða
frikadellur.
Men tað er nógv ómakaleysari
og nógv bíligari, umroknað til
tímaløn og íløgur, at fara í ein
handil og keypa sær tað, sum
skal í døgurðapottin, og stjala
røturnar.
So tað geri eg, eg keypi í
staðin fyri at drepa. Ikki serliga
kallmansligt ella føroyskt.
Tarsan, hann fer á mannfólka
legu millum innløgurnar, 666
minus 665 klikk frá Sodoma.
Sodoma var sum skilst ein
býur, har sum fólk livdu lívið
hesu megin ævinleikan, og sam
kynd fingu frið fyri øðrum enn
øðrum samkyndum.
Nógv tann seigasta isman
er fundamentalisman. Hon er
ikki ein isma sum kemur og
fer. Hon er komin fyri at vera,
eisini í vinabýunum Sodoma og
Gomorra. Heldur ikki teir fingu
frið.
Eg havi eitt gott prinsipp, eina
góða grundreglu. Eg havi nógv
prinsipp. Øll eru sjálvandi góð,
haldi eg sjálvur. Tey eru bæði
burðardygg og avgjørt costbenefit
og haldfør sum frá líður.
Eg kann nevna eitt, sum eisini
onnur kunnu fáa bæði gleði og
gagn av. Sjáldan leiðast tey bæði
annars, gagn og gleði. Tú drekkur
ikki snaps aftur við brokkoli.
Jú, eg skræði altíð brævbjálvar
við rúti seinnapartin ella um
kvøldið. Nei, eg lati ongantíð,
varisliga og ansin, upp bræv
bjálvar við termorúti eftir miðjan
dag fyri ikki at missa svøvnin.
Lati teir upp eftir morgunmatin
dagin eftir, teir eru komnir. Tí tá
er sálin sterkast, sinnið hvílt og
best fyri at taka skelkin.
Liggur ein rokning í post
kassanum fríggjadag, sleppur hon
at liggja har til mánamorgunin
fyri ikki at oyðileggja tríggjar
ferðir náttarsvøvnin og eitt heilt
vikuskifti omaná.
Ikki tí, rokningar kunnu vera
hugnaligur lesnaður og rímilig
tøl. Tað hendir, men ikki ofta, at
rokningar eru minni enn væntað.
Men tað veit eg ikki, so leingi,
rokningin er innan fyri rútin, og
vindeygað ikki er latið upp.
Og tí er best at goyma
rokningar til eftir vistfrøðiligan
og kostráðgivnan morgunmat við
keðiligum tægrum og hálvt bók
stavaraðið av vitaminum.
Hví skulu fartelefonir í
Føroyum hava ð? Eingin, sum
veit, hvar ðini eiga at vera í orðu
num, dugur at skriva sms-boð og
enn minni at senda tey.
Eg haldi, at vit eiga at byrja
við at fáa føroyskt inn í fólka
skúlan, áðrenn vit fara eftir
undirhaldinum og snildlum og
teldlum og krevja ð í lumma
roknaran.
Fyri at kunna brúka føroyskt
í talgildu sæluni krevst fram um
alt annað at duga føroyskt.
Tað góða ð hevur serligar
avbjóðingar og heldur ongan
góðan við ð.
Tað man vera tí, at í Danmark
hava tey einki ð. Har ber heldur
ikki til at senda eini smð bo.
Kærleiki er uppreklameraður
og yvirmettur. Hann er sum ein
fótbóltsdystur, varar í tveir tímar,
og tá er hálvleikurin taldur við.
Munurin er bara, at báðir partar
tapa. So óreinur er fótbóltur
kortini ikki. Har semjast tey
viðhvørt um javnleik og at býta
stigini, hálvt annað í part, og
føroyingar fáa sum vant einki.
Men, sum sagt, eg gangi ikki
við byrsu í fjøllunum ella við
knívi í fjøruni.
Eg fari til handils við einum
beriposa. Ikki júst serstøk tjóð
tað.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Á fjall við beriposa
LURTA
LES &
UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Amerikanskur
veteranur
imponerar
Rustaða røddin hjá John Mellencamp er í
miðdeplinum á 22. útgáuni hjá honum.
Sangarin og sangskrivarin, sum hevur
selt meira enn 40 milliónir plátur, er
aktuellur við útgávuni Plain Spoken, ið er
rólig og hugtakandi. Melankolsku sangirnir
av víddunum
byggja á
amerikanskan
fólkatónleik og
verða spældir
og sungnir
sannførandi.
Hetta er old
school av tí
góða slagnum!
Poppstjørna
var heimleys
Eitt av nýggjaru nøvnunum innan popptónleik er Ed
Sheeran, ið er ættaður úr Onglandi. 23 ára gamli
tónleikarin hevur í ár hittað við fleiri sangum og líður
onga neyð. Men tað vóru dagar, tá ið hann stríddist
fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Í fleiri ár
hevði hann einki veruligt heim at fara til og mátti
verða kreativur fyri at finna støð at gista. Tað kom
javnan fyri, at hann var á náttklubba til klokkan fimm
um morgunin, og síðani svav nakrar tímar í tokvogni.
Bannaði
klassikarin
Tá ið Mark David
Champmann í 1980 drap
John Lennon, hevði hann
bókina The Catcher In The
Rye uppi á sær, og tá ið
John Hinckley royndi at
drepa forsetan Ronald
Reagan í 1981, segði
hann seg hava fingið íblástur frá
somu bók. Umstríddi klassikarin hjá
J.D. Salinger var eitt skifti bannaður á
amerikanskum skúlum og á bókasøvnum,
men framvegis er bókin millum stóru skaldsøgurnar í
heimsbókmentum. Søgan snýr seg um 17 ára gamla
Holden Caulfield, sum gevst á skúla og ætlar sær
heim til familjuna, men fyrst fer hann til New York.
Nú skulu kvinnur
verða Ghostbusters
Fyri 30 árum síðani var filmurin Ghostbusters eitt
stórt hitt kring heimin, og í høvuðsleiklutunum vóru
teir væl uppløgdu Dan Akroyd og Bill Murray. Fimm
ár seinni kom enn ein filmur við teimum, sum ikki
gjørdist eins væl umtóktur. Og nú skal triði filmurin
í røðini gerast, og hesaferð verða tað kvinnur, sum
skulu jagstra spøkilsi. Bill Murray heldur, at tað er
eitt fínt hugskot og hevur sjálvur nøkur hugskot
um, hvør skal spæla við í filminum. Paul Feig, ið
leikstjórnaði Bridemaids, skal gera nýggja filmin.
Nana Mouskouri
slapp ikki á pensión
Í vikuni fylti grikska songkvinnan Nana Mouskouri
80 ár. Hon telist millum mest seljandi sangarar
í heiminum nakrantíð. Hon hevur selt umelið
350 milliónir plátur, og tað er á hædd við Mariah
Carey, The Eagles og Celine Dion. Fyri nøkrum
árum síðani ætlaði Nana Mouskouri at gevast at
syngja, men tað slapp hon ikki fyri sínum mongu
fjepparunum, sum fingu hana á pall aftur. Í
januar hevur hon konsert í Herning í Danmark.
Aria ger comeback
Leygardagin fara tey at hátíðarhalda, at
KÍ kvinnur í ár hava sett heimsmet við
15 meistaraheitum á rað. Í sambandi
við seinasta dystin hjá kvinnunum
verður ymiskt hátíðarhald, og dagurin
endar við, at poppbólkurin Aria, sum ikki
hevur spælt til alment tiltak í meira enn 10
ár, fer á pall í Badmintonhøllini. Jógvan Hansen, sum
hevur etablerað seg sum tónleikari í Íslandi, er sangari
í Aria og kemur sjálvsagt heim til framførsluna.
UPPLIV!
LES!