hósdagur 16. oktober 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
8
VIKUSKIFTI
Realitysjónvarp
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Síðani realitysendingar av álvara
byrjaðu í 1990'unum, hevur hetta rákið
vundið uppá seg, og alsamt fleiri ung
sum eldri melda seg til kappingar av
ymsum slag. Sjónvarpsmentanin hevur
broytt seg nógv seinastu árunum, og
hevur nú størri fokus á meira intimar
og persónligar dygdir, og tað er júst tað,
sum hyggjarin eisini vil hava.
– Okkara ættarlið verður av summ
um rópt avriks-ættarliðið, og tað er
helst á góðari leið. Vit vera máld út
frá tí sum vit gera, og ikki tí vit eru.
Mørkini eru brotin, og tað er vorðið
meir komplekst og markleyst at navi
gera í verðini, sigur Rigmor N. Arge.
– Heimurin er blivin meira opin
fyri okkum, og vit eru meira opin fyri
heiminum. Tað setur nýggj krøv til
hvønn einstakan, heldur Rigmor N.
Arge.
Hon vísir á, at fyri nøkrum árum
síðani fór tað út m mark, um tú megnaði
at renna eitt marathon. Nú gera nærum
øll tað, og tí skulu fimm marathon ella
meir til, áðrenn fólk vera nøgd.
Einki við veruliga
veruleikan at gera
Hóast reality merkir veruleiki, so hava
realitysendingar sera lítið við veru
leikan at gera, tí innihaldið er tilgjørt
og villleiðandi.
– Reality sendingar vera mangan
gjørdar soleiðis, at luttakararnir vera
settir undir stórt sálarligt ella kropsligt
trýst. Tað viðførir, at luttakararnir
noyðast at koma í samband við sína
primitivu síðu, og sostatt eru tey sjáld
an nøgd við tað myndina, sum heim
urin sær, vísur Rigmor N. Arge á.
Tað eru fleiri kanningar gjørdar um
hvørjar avleiðingar realitysjónvarp
hevur fyri tey luttakandi, og tað er
mangan sera ymiskt.
– Felags fyri øll er tó, at tað er ein
sera stór uppliving, sum setir spor. Tey
eru vorðin meir sjálvtilvitaði og sárbar
fyri metingum frá øðrum. Og mong
merkja neiliga ávirkan í mong ár eftir,
at sendingin er liðug. Hetta tí, at tey eru
blivin máld út frá teirra persónligheit,
útsjónd og so framvegis, og sostatt blivin
meira sjálvkritisk, sigur Rigmor N. Arge.
Tað snýr seg í stóran mun um
hvussu sárbar og mótstøðufør teir ymsu
luttakararnir eru. Fyri summi hevur tað
ógvuliga neiliga ávirkan, meðan onnur
ikki uppliva tað á sama hátt.
– Spurningurin er eisini hvussu tey
ymsu fólkini útstilla seg. Summi hava
kynsliga samveru í sendingunum,
ella gera okkurt, sum tey moralskt og
etiskt ikki kunnu standa inni fyri, sigur
Rigmor.
Tað er neyvan nakar ivi um, at
luttakarar í realitysendingum kunnu
tema
Reality sjónvarp
kann skaða
tey ungu
Vit skulu øll vera perfekt, vera væleydnað og fáa viðurkenning
í lívinum. Og gert tú ikki tað, so er tað skomm og tey ungu fáa eina
ræðslu fyri ikki at vera nóg góð. Tað er helst tí, at mong leita sær til
realitysendingar, og royna at nýta hetta sum ein plattform fyri at fáa
eina karrieru sum stjørna, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur