Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 9 VIKUSKIFTI tema vænta sær, at miðlarnir og fólk annars hava hugsanir um teirra framferð. – Summi gera eitthvørt, sum tey ikki hava hugsað um, at verðin hevur eina meining um. Og so tá tey vera møtt við ymiskum hugsanum frá áskoðarunum, so kemur tað óvæntað á tey, sigur Rigmor N. Arge. Tað hoyrir tó ungdóminum til, ikki at hugsa um avleiðingar og forðingar, men mangan er tað ein baksláttur, tá ið um­ræður realitysendingar. Kanningar vísa, at tey, sum halda sambandi við bak­landið við líka undir og eftir send­ ingarnar, tey fáa ikki eins stóran smeit sum hini. – Summi fara all-in í teirra reality­ sendingum. Tey steðga samskifti við gamlar vinir, og finna sær nýggjar vinir og nýtt bakland í sendingini. Tað vísir seg, at tey, sum gera tað, uppliva mangan størri neiligt eftirárin, sigur Rigmor N. Arge. Tey ungu klára ikki trýstið Í dag er samfelagið soleiðis uppbygt, at vit vera máld og viga av samfelagnum frá heilt ungum aldri. Líka frá fólka­ skúlanum skulu vit sammetast við onnur og sýna okkara kynstur. Og hetta trýstið er ikki altíð eins lætt at bera. – Tey eru fleiri og fleiri, sum ikki klára trýstið til dømis í miðnámsskúla, og tí eru tey fleiri, ið steðga. Og tey, ið steðga, uppliva hetta sum eitt stórt niður­lag, vísur Rigmor N. Arge á. Hon heldur, at trýstið á okkara ung­dóm helst hevur við sær, at mong leita sær eftir løttum vegum til viður­ kenning. – Kanska síggja tey ungu reality­ sendingar sum ein lættisoppa møgu­ leika at fáa viðurkenning, tí vit hava jú øll tráanina eftir at blíva sædd, møtt og viðurkend, sigur Rigmor N. Arge. Ein avgerandi munur millum okkara samfelag, og so samfelagið bert fyri 20 – 30 árum síðani er, at okkara niðurløg og successupplivingar eru ógvuliga sjón­ligar. – Vit síggja tað á sosialu miðl­unum, og vit deila okkara góðu upp­liv­ingar á netinum. Og tað eru tær success­upp­ liv­ingarnar, sum tey ungu tráða eftir, sigur Rigmor N. Arge. Og júst teir sosialumiðlarnir og tann stóra eksponeringin hvør einstakur av okkum kann fáa á hesum støðum ger, at lopið til sjónvarp gerst minni. Kann vera eitt stórt vónbrot Umframt sálarliga og kropsliga av­bjóð­ andi sendingar so sum Big Brother, Robinson og líknandi, so eru eisini ein ørgrynna av talentkappingum, har luttak­ararnir vera samanbornir við hvønn annan av dómarum og hyggjarunum. – Fyri tey ungu fólkini, sum altíð hava sæð seg sjálvan sum tónleikarar til dømis, kann tað gerast eitt sera stórt vón­brot og niðurlag, um tey melda seg til eitt nú X-Factor, og hart og kontant fáa at vita, at tey ikki eru nóg góð, vísur Rigmor N. Arge á. Samstundis sær út til, at eitt mótrák er ávegis. Í New York er ein nýtt rák ávegis upp, sum eitur Normcore. Tað er eitt klædnamerkið), sum eggjar fólki til at vera vanlig, og ikki stinga seg burtur­ úr mongdini. Normcore er í høvuðsheitinum eitt mótrák til rákini innan mótaheimin, sum broytist fleiri ferðir um árið, og tí er dýrt at fylgja. – Tað eru fleiri mótrák ávegis. Og júst Normcore vísir, at summi eisini vilja sleppa aftur til tað natúrliga, har enda­málið ikki er at yvirbjóða hvønn ann­an í strembanini eftir viðurkenning, vísur Rigmor N. Arge á. Hetta rákið kemur tó neyvan fram um okkara leiðir fyrsta dagin, og tí er hetta vaksandi rákið innan reality­ sendingar framvegis ein trupulleiki, sum vit mugu hugsa um. – Ein stórur trupulleiki í dag er, at tey ungu fólkini, sum vaksa upp í dag, síggja hesi fólkini í realitysendingunum sum fyrimyndir. Tey læra, at man er saman við fólki, soleiðis sum tey eru í sjón­varpinum. Og man er ungur, so­ leiðis sum hesi eru ung. Men tað er ein falskur veruleiki, sum tey ongantíð sjálvi kunnu uppnáa, sigur Rigmor N. Arge. Ung fólk, sum hyggja nógv eftir reality­sendingum, eru eisini í vanda fyri at fáa tung­lyndi, tí tey kenna tað sum eitt niður­lag, um teirra lív ikki er eins og hjá teimum í sjónvarpinum. Tað tekur nakað serligt frá ung­dóm­ inum, og tey missa evnini til at vera sonn ímóti sær sjálvum. – Tað mest umráðandi er, at ung fólk fáa at vita, at soleiðis er lívið ikki. Hatta er jú bara undirhald, sigur Rigmor N. Arge. Reality sjónvarp kunnu skaða tey ungu, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur tekning: søndagsavisen