hósdagur 16. oktober 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
10
VIKUSKIFTI
Reality sendingar
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
31 ára gamla Sissal Olafsdóttir býr í dag
í Gentofte saman við 10 ára gamla son
inum. Hon lesur til sosialráðgeva, og
fyrireikar seg til kommunuvalið, sum
verður um tvey ár, tí tá ætlar hon sær
at stilla upp.
Hon er ikki tann sama gentan, sum
var at síggja á skíggjanum fyri 11 árum
síðani í realitysendingini Big Brother.
Tey flestu munnu minnast tá hon
hitti ein mann í sendingini, hevði sex
við honum fyri opnum skíggja, og
síðani føddi son sín 9 mánaðar seinni.
Men hóast Sissal er nógv broytt, og
í dag heldur, at ein skal vera ansin tá
ein meldar seg til reality sendingar, so
er hon ikki kedd um, at hennara for
elskilsi varð fullført framman fyri fleiri
hundrað túsund hyggjarum.
– Keðiligt er tað ikki í dag. Men eg
hugsaði tey fyrstu árini aftaná, at tað
var pínligt, tí mín familja og vinirnir
skuldi síggja tað, og hoyra um tað sum
slatur og so framvegis. Men eg hvíli í
mær sjálvari nú eins og tá, sigur Sissal.
Hon vísir á, at tað hoyrir ungdóm
inum til at taka heldur óumhugsaðar
avgerðir, og ikki altíð síggja avleið
ingarnar av teirra gerðum. Men soleiðis
skal tað eisini vera.
– Tað er púra menniskjaligt at hava
sex við einum tú ert forelskað í. For
elskilsi er ongantíð nakað ringt, vísir
Sissal á.
Men at fara til Føroya aftaná var
tungt, tí føroyska samfelagið tá var
heldur snævurskygt, og hugsað varð
nógv um, hvat øll mundu fara at siga
til hetta. Tíbetur er føroyska samfelagið
broytt til tað betra.
– Eg minnist tá, fyri 10 árum síðani,
hvussu lítið tolerant tað føroyska
samfelagið var. Og tí var eg bangin
fyri, tá eg kom út aftaná Big Brother.
Men í dag er tað eitt blómandi tolerant
samfelag, og tað eri eg sera errin av,
sigur Sissal.
Hon minnist aftur á ein túr hon
hevði til Føroya saman við einum øðr
um Big Brother luttakara eftir sending
ina, sum var samkyndur.
– Fólk spýttu eftir okkum á gøtuni tá,
men í dag savnast fleiri túsund føroy
ingar til Gay Pride. Tað er fantastiskt,
sigur Sissal.
Realitysendingar eru broyttar
Í 2003 vóru realitysendingar nakað ann
að, enn tær eru í dag. Tað var heldur
nýtt um okkara leiðir og tískil eisini
spennandi. Tað var avbjóðandi fyri lut
takararnar, og tað var orsaka av hesum,
at Sissal vildi royna seg.
– Tað fór yvir um mørk og var sera
avbjóðandi fyri okkum luttakarar. Í
dag snýr tað seg bara um at drekka,
skapa vinabond, at hava kríggj og spilla
hvønn annan út. Tað er í øllum førum
soleiðis tað kennist, tá ein hyggur í dag,
sigur Sissal.
Tá Sissal var við í Big Brother var
tað mest avbjóðandi av øllum, at lut
takararnir ikki fingu loyvi til at tosa um
sítt lív uttanfyri sendingina. Og soleiðis
varð frælsið tikið frá teimum.
– Fólk hugsa ikki um hvussu nógv
ymiskt tey uppliva í einum degi, og
hvussu nógv fólk tey tosa við um
alt møguligt. Har inni í Big Brother
húsinum tosaði tú bara við tey somu
fólkini, og tí var einki at tosa um aftaná
nakrar dagar, sigur Sissal.
Hon vísir á, at fólkini handan Big
Brother høvdu sera stórt vald yvir sínar
luttakarar. Tey avgjørdu nær og hvat
tey skuldu eta, nær tey skuldu í song
og so framvegis.
– Aftaná tvær vikur í húsinum
høvdu allir luttakararnir marruna, og
fingu sálarliga hjálp. Sálarfrøðingur
segði mær, at tað var sera vanligt at
fáa marruna, tá ið ein als ongar nýggjar
Vísti meg
sum eina
púra vanliga
unga kvinnu
– Eg eri ikki kedd um, at eg varð forelskað í einum øðrum Big
Brother luttakara, og hevði sex við honum, eins og allar aðrar
ungar kvinnur gera tá tær eru forelskaðar, sigur Sissal
Olafsdóttir, sum var við í Big Brother fyri 11 árum síðani
mynd: privat
tema