hósdagur 16. oktober 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
11
VIKUSKIFTI
upplivingar fær ígjøgnum dagin, sigur
Sissal.
Men í veruleikanum er einki, sum
eitur realitysjónvarp. Sendingarnar
eru 45 minuttir langar hvør, og sostatt
er ein heilur dagur kliptur niður í ein
lítlan tíma.
– Sendingarnar eru gjørdar, so fólk
fáa gottar sær í trupulleikunum hjá øðr
um. Tey vísa tað, sum tey halda selur,
og alt annað verður klipt burtur, sigur
Sissal.
Hon minnist aftur á seinastu dagar
nar í Big Brother, har hon og tvær aðrar
eldri kvinnur vóru tær einastu kvinn
urnar eftir í húsinum.
– Tá vístu tey meg bara meðan eg
var undir brús, og tá eg skifti klæðir.
Tað lýsir so ikki nakra erliga mynd av
mær sum persóni, sigur Sissal.
Hevði ikki gjørt tað í dag
Hóast Sissal ikki er ónøgd við sína lut
tøku í Big Brother í 2003, so hevði hon
ikki tikið somu avgerð í dag. Nú, 11 ár
seinni, er hon eitt heilt annað stað í
lívinum, og tí ikki áhuga í slíkum send
ingum.
– Realitysendingar eru blivnar
nakað forferdiligt fjas í dag. Men nú
eri eg so gomul, at eg ikki longur eru
kjarnumálbólkurin, og eg hugsi eisini
á ein heilt annan hátt, vísur Sissal á.
Hon heldur, at hennara støða nú er
tann, at hon sær realitysendingar sum
nakað annað enn hon gjørdi fyri 11
árum síðani.
– Eg eri har nú, at eg helst hevði sagt
»góða ikki gera tað, tí tú verður kedd av
tí«, um eg skuldi hitt eina unga kvinnu
sum meg sjálva, vísur Sissal á.
Men samstundis er tað umráðandi
at vera opin fyri tí, sum lívið hevur
at bjóða. Er stórur áhugi hjá ungum
fólki at melda seg til realitysendingar,
so skulu tey sjálvandi gera tað. Men
týdningarmikið er, at vera greiður um
avleiðingarnar.
– Eg haldi, at tey ungu skulu elska
seg sjálvan, og hava gott netverk, um
tey vilja melda seg til realitysendingar.
Tí avleiðingar eru har, og uttan eitt
sterkt bakland kann tað vera tungt,
sigur Sissal.
Sjálv er hon ógvuliga fegin um, at
familja hennara stuðlaði henni eftir Big
Brother, men ikki allir luttakararnir
upplivdu sama stuðul frá familjum
teirra.
– Eg sá, at fleiri teirra ikki fingu
nakran stuðul frá familjunum. Og tað
var harðari fyri tey at koma út og síggja
seg sjálvan gjøgnum sjónvarpsskíggjan,
sigur Sissal.
Samstundis vísir hon á, at luttøka í
einari realitysending ikki einans ávirk
ar sjálvan luttakaran, men øll rundan
um.
– Tað tók mær nógv ár at viðganga,
at eg ikki var tann einasta, sum hevði
upplivað Big Brother. Mínir vinir og
mín familja høvdu eisini upplivað tað
saman við mær, hóast tey ikki høvdu
nakran lut í avgerðini um at luttaka.
Og tað skulu fólk vera greið um. Tað
ávirkar ikki bara teg, sigur Sissal.
Tey vaksnu mugu tala at
Í dag eru realitysenginar so at siga á
hvørjari rás, og tær eru nógvar í tali.
Hetta kann viðføra, at trýstið á ung
dómin økist, og grundgevingarnar fyri
hví ung fólk vilja vera við í realitysend
ingum vera tær skeivu.
– Eg stúri fyri, at ung fólk í dag føla,
at tey mugu gera eitt hvørt óvanligt
fyri at fáa viðurkenning. Og tí melda
tey seg til realitysendigar, vísur Sissal
Olafsdóttir á.
Hon heldur, at realitysendingar áður
bert vóru undirhald fyri hyggjaran og
ein øðrvísi avbjóðing fyri luttakaran.
Men í dag eru hesir luttakararnir mest
sum tær størstu fyrimyndirnar, sum tey
ungu hava.
Tey vaksnu eiga eisini at spæla ein
leiklut í hvørji fólk tey ungu hyggja
upp til, og soleiðis fyribyrgja, at rákið
vindur ov nógv uppá seg hjá tí einstaka
barninum.
– Vit mugu læra tey ungu at vera
nøgd við seg sjálvi, so tey ikki einans
melda seg til fyri at fáa hasa løtuna í
rampuljósinum, sigur Sissal.
Og tað er júst orsaka av broyting
ini í realitysendingum og í grundgev
ingunum í dag fyri at melda seg til, at
Sissal Olafsdóttir við vissu kann siga,
at hon ongantíð aftur fer at melda seg
til eina realitysending.
– Vit mugu læra tey ungu at vera nøgd við seg sjálvi, so tey ikki einans melda seg til fyri at fáa hasa løtuna í rampuljósinum, sigur Sissal Olafsdóttir
mynd: privat
mynd: privat
tema