Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 12 VIKUSKIFTI tema Hvørjum realitysendingum hyggur tú eftir? – Eg eri ikki ein inkarneraður reality­ hyggjari. Tó eru onkrar, ið fanga meg betur enn aðrar. Tað eru tær realitysendingar, har kreativitetur er tann reyði tráðurin. Av hesum kann eg eitt nú nevna X-faktor, Topmodel og sjálvandi »Klar, Parat, Sy«. Um eg sappi forbí eina kanal og »Bryggen« er á, so kann eg finna uppá at hyggja, mest orsaka av, at familjan verður lýst ógvuliga stutt­ligt og rættiliga ekstremt. Hvat er tað besta við realitysendingum? – Tað besta eru tær kreativu sendingar­nar. Hetta orsaka av spenn­ing­inum av at síggja hvussu onnur kunnu skapa ymiskt undir tíðar­pressi, og við teimum forð­ ingum, ið verða lagdar teimum á vegnum. Eisini at uppliva hvussu fólk vaksa fyri hvørja­ferð og megna nógv meiri enn tey sjálvi væntaðu og vistu. Tað er óplan­lagt og reint, tey vita ikki hvussu úrslitið verður frá byrjan og tað er sjálv tilgongdin í hesum, sum er serliga spennandi. Tað meiri lættisoppa­kenda sum »Bryggen« er gott undirhald. Tú sleppur undan at fyrihalda teg til tað, tí tað eru rættiliga innihaldsleyst. Tú lagrar onki av tí í heilanum. Hvat er tað ringasta við realitysendingum? – Tað ringasta við lættissoppa reality er, at tað fyri tað mesta er inspirerað av fólki, ið liva eitt rættiliga óvanligt lív í mun til okkum onnur. Nógv ung fólk royna at liva upp til hesi víðgongdu fólkini, og halda tað verða stórt at gera tey somu tingini, sum tey eru vorðin kend fyri. Vit eru rættiliga einføld sum menniskju, og tráða eftir at verða sædd, hjá summum kosta hvat tað kosta vil og tað er ein vansi. Hvørjum realitysendingum hyggur tú eftir? – Nei, eg má viðganga, at eg hyggi øgiliga lítið eftir reality sendingum. Tað kundi koma fyri onkun­tíð fyrr, men nú er tað langtsíðani at eg havi sæð nakra slíka sending. Faktiskt minnist eg ikki síðstu ferð, at eg hugdi eftir tí. Men eg plagdi at hyggja eftir Big Brother ta tíðina, tá tað kom fram, og so plagdi eg eisini at hyggja eftir Robinson Ekspeditionen, tá tað kom fram. Men tað eru nógv ár síðani. Í nýggjari tíð havi eg ikki verið bitin at nakrari reality sending. Hvat er tað besta við reality sendingum? – Tað má nokk vera tað naiva undirhaldið. Óprofessionell fólk, ið ikki hugsa so nógv um tað, ið fer út í tey ymisku sjónvarpini. So ja, undirhaldið er heilt avgjørt tað besta. Hvat er tað ringasta við reality sendingum? – Sum heild støðið og inni­ haldið í sendingunum. Hvørjum realitysendingum hyggur tú eftir? – Hugdi eitt sindur eftir fyrstu út­ gáv­uni av onkrari sending, eitt nú Robinson og Big Brother, men tað segði mær púrt einki og tí gavst eg. Hvat er tað besta við reality sendingum? – Í fyrstani helt eg tað vera at síggja, hvussu fólk reagera í »ekstremum støðum«. Men tann spenn­ing­urin hvørvur skjótt, og tí er í grundini einki longur, sum er tað besta við reality sendingum. Hvat er tað ringasta við reality sendingum? – Skal eg vera heilt grovur, so er tað alt. Men man kann eisini vera eitt sindur meira »nuanseraður« og siga, at reality sendingar eftir mínum tykki fáa tað ringasta fram í fólki. André Olsen Sveinur Tróndarson Laila av Reyni lagt til rættis: Barbara Holm Hvat siga tey um... Reality TV