Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 13 VIKUSKIFTI tema Lillian Dalsgaard Hvørjum reality sendingum hyggur tú eftir? – Eg haldi, at tað er sera gott undirhald at hyggja at sendingum, ið bera evni, ið eg sjálv havi sera stóran áhuga fyri. Til dømis tónleika sendingar sum X-Factor, The Voice, Toppen af poppen, popstars og Idol. Slíkar sendingar kunnu altíð taka fólk av bóli, og oftast fært tú eina WOW kenslu og tað er júst hetta, tú bíðar eftir, tá ið talan er um reality. Tad eru óteljandi upptøkuroyndir á alnótini við fólki, ið ongantíð hava sungið fyri nøkrum fyrr, og tá tey koma út á ein pall, so taka tey áskoðararnar av bóli. Eisini sendingar sum Xtreame makeover haldi eg, er gott undirhald. Her er talan um púra vanlig fólk, ið fáa møgu­leikan at broyta teirra stíl og útsjónd, og tey fáa hjálp at síggja seg sjálvan vid nýggjum eygum. Sendingar, hvar tú kemur heilt tætt uppá tær stóru stjørnurnar, hvar tú fært meiri at vita um teirra hugsanir og meiningar, haldi eg eisini vera áhugaverdar, tí her hava tey møgulieka at greiða frá teimum mongu søgum vit hoyra um tey. Hvat er tað besta við reality sendingum? – Tad er uttan iva tað, at tað eru heilt vanlig fólk, ið tú hittir úti á gøtuni hvønn dag, sum eru høvuðs­ persónar í reality sending­unum. Fólk, sum øll kunnu samanbera seg við, tí tað er tað vit gera, tá ið vit hyggja at realitysendingum. Um eg siti saman vid vinkonum mínum eitt kvøldi og vit hyggja at einari reality dating sending, so verður tað verður dúgliga kjakast um hon ella hann nú hevur valt tann, sum vit sjálvar høvdu valt. Um hon hevði valt tey røttu klæðini, ella hví hárið var sett soleiðis, sum tað nú var. Vit fáa beinanvegin eina meining um tad sum sagt og gjørt verdur tí at valið verður tikið av tí einstaka persóninum, sum nú luttekur og ikki av øllum teimum fólkunum, ið standa hinumegin kameraði – ella tad halda vit. Nakað annað er eisni, at tað á ein ella annan hátt, er fólksins rødd sum av sonnum sleppur at tosa. At hvørt einstaka menniskja hevur ein møguleika at vísa, hvør hann ella hon er. Hvat er tað ringasta við reality sendingum? – Eftir mínum tykki, so haldi eg longu at nógvar reality sendingar eru farnar ov langt og okkurt sigur mær, at hetta bert er byrjanin. Fólk eru rættiliga líkasæl við hvussu tey ofta verða sýnd og tað eru sum so eingi mørk fyri, hvussu nógv fólk vilja útseta seg sjálvan fyri, uttan at hugsa um hvørjar avleiðingar hetta kann hava við sær. Tá ið fólk hugsa reality, so giti eg, at nógv hugsa at einki er lagt til rættis, og at alt bara er treytað av teimum persón­ lig­heitunum sum luttaka, men soleiðis er tað sum oftast ikki. Tað er rættiliga lætt at klippa eina sending saman so at tað, sum til dømis varð sagt í einum samteksti verður klipt sum eitt svar uppá ein heilt annan spurning, og longu her kann meiningin broytast fullkomiliga. Her velja vit oftast at peika og flenna, ístaðin fyri at vera atfinningarsom og seta spurnartekin við, og tað er júst hetta, ið kann vera vandin við at luttaka í eini reality sending. Snorri Brend Hvørjum realitysendingum hyggur tú eftir? – Eg og konan hugdu fyrst í 90'unum eftir onkrari av slíkum sendingum – Robinson, men síðani tá havi eg ikki hugt eftir nakrari. Og eg kundi faktist heldur ikki hugsað mær tað, tí tær eru so yvirflatiskar, yvir­spældar og tað er týðiligt at fólk bara eru við, fyri at fáa upp­merksemi og gerast víða­ gitin og fáa pening burturúr. Her verður lítið og einki hugsað um eitt lív aftaná, at sendingin er liðug. Men eg ivist onga løtu í, at slíkar sendingar – sum til dømis Big Brother og Robinson – hava stóran áhuga millum tey ungu. Hinvegin – kemur Dr Phil við í eitt slíkt reality-upplegg, so er tað ein fín fín sending, sum eg hyggi rættiliga ofta eftir. Her fært tú hóast alt nakað at vita, eina góða sálarfrøðiliga frágreiðing um trupulleikar í eini familju, samfelagi og aðrastaðni. Slíkar sendingar eru gott sjónvarp og geva okkum at hugsa um og reflektera yvir aftaná. Hvat er tað besta við reality sendingum? – Henda sendingin – haldi at hon æt Gold Divers – var um nakrar familjumenn sum fóru frá familju og arbeiði ta longu leið til Alaska, at finna sær eydnuna í gulli. Men teir fingu at sanna, at tað er ikki alt gull sum glitrar, tí tað gekst teimum stak illa at finna nakað. Sendingin vísti greitt, hvat tað vil siga at offra alt fyri at finna gullið. Tað gekst teimum ikki serliga væl í sendingini, og hon vísti greitt, hvussu týdningarmikið tað er at alt fyrireikingararbeiðið er gjørt til lítar, áðrenn ein byrjar eina slíka verkætlan. Hetta var fínt sjónvarp, tí her komu allar kenslurnar fram – harmurin og ósemjurnar, tí einki var at finna; gleðin og bjartskygnið, tá ein lítil gullklumpur var at síggja. Eg haldi, at hóast sendingin gekk fyri seg langt burturi frá okkum, so segði hon mær nakað um tær psykologisku mekanismurnar í einum felagsskapi – har summir draga lessið, aðrir draga niður og aðrir bara fylgja við. Hvat er tað ringasta við reality sendingum? – Sum nevnt omanfyri eru nógvar av sendingunum – OK, eg havi sníkt meg at hyggja eftir nøkrum minuttum í onkrari sending – yvirspældar, langt frá veruleikanum uttan fyri upptøkuhølið, og uttan hald í veruleikanum. Og tað ger sítt til, at hetta als ikki hóskar til mín og sum eg ikki tími at brúka tíð uppá. Tað ringasta er eisini, at konseptið er keypt aðrastaðni frá, tí pallurin er tann sami og uppleggið er alt tað sama. Og fyri at gera søguna uppaftur verri, so – nú giti eg! - rokni eg ikki við, at nakar av hesum gullgravarunum vildu luttaka í eini slíkari sending uttan at hann fekk eitt oyra – ella bæði tvey – fyri at luttaka í sendingini. Tað førdi eftir mínum tykki at teir spældu ein, kanska instrueraðan leiklut frá programleiðaranum, og sum ger sítt til at alt er eitt sindur veruleikafjart. Nei, gev mær heldur eina góða dokumentarsending – ein sum er Made in Faroes.