Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Misti pápan í móðurlívi Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum verður 90 ár í morgin, 18. oktober. Hann er ein ímynd av lagnusøgu føroyinga. Pápan hevði hann mist longu, tá ið hann var føddur J ákup Mikal er eitt av teimum fólkum, eg havi hitt í mínum virksemi, og sum eg havi serligan tokka til. Vit hittust fyrstu ferð í 1999. Hetta árið fór nevndin í fiskimannafelagnum eina kunningarferð til Íslands. Ein partur av skránni var at leggja krans á gravirnar hjá føroyskum fiskimonnum, sum vórðu jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Eg fór tá at kanna søguna hjá hesum grøv­ um, sum eg sum so lítið visti um framman­ undan. Onnur var hjá manningini á Onnu, sum forlisti við Grindavík á Suðurlandinum í 1924, 75 ár frammanundan. Hin var hjá teim­ um sjey av manningini á Acorn, sum brendu til deyðis í 1927. Tað var boðað ættarfólki frá hesi ætlaðu kransalegging. Hetta skapti ein slíkan áhuga, at tað gekk bert stutt tíð, tá var flogfarið fult bókað av ættarfólki, sum vildi vera við. Ein av hesum var Jákup Mikal, sum hevði misti pápa sín, Jákup Mikal, við Onnu, áðrenn hann sjálvur var føddur. Í vár vóru tískil 90 ár liðin síðan hesa vanlukku. Tað, sum bert var ætlað at vera ein »van­ lig« kransalegging, gjørdist nú ein minn­ ingar­dagur fyri hesar fiskimenn, eisini við lut­tøku av Sjómannasambandi Íslands. Aftaná hátíðarhaldið í kirkjugarðinum var farið til Staðarberg stutt frá Grindavík, har líkini av monnunum á Onnu komu í land. Tað var ein minnilig løta, tá ið sungin varð ein sangur frá jarðarferðini í 1924, og Jákup Mikal bað Faðirvár í fjøruni, har pápi hansara lat lív. Í hesum sambandi kom rættuliga til sjóndar, hvussu djúpt hesar vanlukkur fram­ vegis lógu í sinninum hjá teimum avvarðandi, og var hetta byrjanin til ta søguskriving, sum førdi til útgávuna av bókini Havið tók Teir, sum kom út í 2011. Her er eisini søgan um føroysku fiskimenninar, sum eru jarðaðir í Reykjavík. Her var Jákup Mikal ein góð kelda í sam­ bandi við Onnu saman við millum øðrum Katrinu Jensen av Toftum, sum eisini var við á hesi ferðini. Pápi hennara var Theodor Poulsen, skipari á Onnu. Við á ferðini vóru umframt onnur ættar­ fólk fleiri børn hjá teimum, sum mistu pápan við Onnu. Tey vóru øll komin væl til aldurs, og tey høvdu alt lívið følt tað sum ein sakn, at tey ikki høvdu havt møguleika fyri at taka avskeð við pápan. Men tað gjørdu tey nú. Katrina Jensen greiddi frá í eini sjónvarpssending frá ferðini, at hon alt lívið hevði havt myndir hangandi á bróstinum frá jarðarferðini. Kisturnar vóru svartar, og tí vóru myndirnar døkkar. Men nú var hetta farið, og hon kundi taka hesar myndir niður. Trúfastur Alla hesa tíð havi eg merkt trúfestið hjá Jákup Mikal. Hann var við á teimum ferðum til Íslands, sum eg av Smyril Line var biðin um at skipa fyri við Norrønu frá 2009 til 2012. Her var eis­ini skipað fyri minningarhaldi á kirkju­garð­inum í Seyðisfirði á grøvini hjá teimum sum doyðu við Riddaranum í 1927. Sum sonur ein teirra, sum hevði misti pápan undir Íslandi,var tað nátúrligt á fyrstu ferðini, at Jákup Mikal eisini bað Faðirvár við hesi grøv. Hann var við allar hesar ferðir uttan einari, tá ið hann fekk forfall. Tá ið hesar ferðir vóru niðurlagdar í fjør kom Jákup Mikal sjálvur triði við á ferð kring Skotland, sum ferða­mannaskrivstovan 62n skipaði fyri. Har høvdu vit aftur nakrar hugnaligar dagar saman. Ætlanin var vist, at tær báðar døturnar skuldu vera »daddur« hjá pápanum. Men tað var als ikki neyðugt. Hann rýmdi undan teimum, sum tað passaði honum. Tá ið vit komu til Portree, høvuðsbýin í Isle of Skye, høvdu tær mist hann burtur. Tá var hann sjálvsagt farin oman á bryggjuna at hyggja at útróðrarbátum! Søgan um Onnu Søgan um Onnu var tann, at skipið tann 20. mars var farið yvir á Suðurlandið við 17 monn­um. Reiðiliga komnir á fiskileið gerst ein av mann­ingini sjúkur, og teir gera av at fara til Reykja­víkar við honum. Eingin veit, hvat ið er hent, men á morgni 3. apríl varnast fólk í Grindavík, at lík og vraklutir eru rikin á land. Tilsamans 14 lík komu so við og við aftur. Tann 11. apríl vóru níggju teirra jarðað í gamla kirkjugarðinum í miðbýnum í Reykjavík. Tað varð tikið til, hvussu stór luttøkan var á hesi jarðarferð, bæði av føroyingum og ís­ lendingum. Hetta var ein tann fjølmentasta jarðar­ferðin, tey vistu um í Reykjavík. Hini líkini fóru í somu grøv, so hvørt tey vóru funnin. Sama dag, sum jarðarferðin var í Reykja­ vík, vóru minningargudstænastur hildnar bæði í Havn og á Nesi. Ein stórur steinur, sum var av Veðranesi við Selatrað, varð settur á grøvina. Fyri nøkr­ um árum síðani skipaði Jákup Mikal fyri at seta eina navnaplátu á grøvina. Henda vanlukkan rakti serliga Toftir hart. Haðani fórust sjey mans. Fimm av teimum vóru giftir, og um 20 børn gjørdust faðirleys. Einkjurnar vóru hetjur Alt hetta er eisini ein søga um einkjurnar, sum nú sótu eftir einsamallar við ábyrgdini av heiminum. Mamma Jákup Mikal, Karolina, sum var ættað úr Kollafirði, sat nú eftir vit trimum børnum og tí fjórða, Jákup Mikal, á veg. Men mamman hevur verið úr góðum bergi brotin. Hóast hon nú var einligur forsyrgjari hevði hon orku at taka eitt barn til fosturs. Hetta var ein bróðurdóttir úr Kollafirði, sum var komin at ferðast. Mamma hennara var sjúk, og tískil varð gentan verandi. Jákup Mikal tekur til, hvat arbeiðsgrev, mamman var. Hann minnist hana ikki hava havt ein sjúkradag. Tey áttu húsini, men ann­ ars var slíkt sum trygging avmarkað tá í tíð­ ini. Ein hjálp hjá henni var, at tað var tørvur á skúlastovum á Toftum. So hon leigaði í nøkur ár báðar stovurnar til skúlastovu og gav hetta sína inntøku. Hon var fitt til hendurnar og fekk sær bindimaskinu at binda fyri fólk. Hetta var sjálvsagt við handakraft, so hetta kravdi sín »mann«. Eisini seymaði hon bæði uppá síni egnu og fyri fólk. Og so vaskaði hon fisk. Handils­ maðurin, Piddi Skaale, plagdi at taka fisk at turka fyri Jens Evensen í Havn. Mamman hoyggjaði eisini fyri bøndurnar. Hetta gav eitt hoyggingarlamb. Jákup Mikal minnist einki til, at hann ikki fekk nóg mikið av øllum. Tað er nógvar líknandi søgur um hvussu Jákup Mikal 90 ár Jákup Mikal og Nina saman við børnunum. V.f. Jákupa, Kára, Hansmar, Hanna og Ragna.