hósdagur 16. oktober 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
15
VIKUSKIFTI
væl tað eydnaðist hesum konum at fáa húsið
undan, hóast hesa vanlukku, sum teimum var
fyri. Hesar kvinnur eru vissuliga tær sonnu
hetjurnar í Føroyum.
Jákup Mikal minnist eisini, at nøkur fá ár
eftir, at Anna gekk burtur kom danski sendi
harrin í Íslandi, Fontenay, saman við konuni
til Føroya at ferðast. Hann hevði skipað fyri
jarðarferðini í Íslandi og hevði ikki gloymt
hesa vanlukku, og tey, sum sótu eftir. Tey
bæði gingu hús úr húsi at vitja tey, sum høvdu
mist. Tey góvu hvørt av børnunum eina
fimmkrónu. Hetta var ikki hissini peningur
tá í tíðini.
Katrina Jensen fekk eina dukku saman við
eini mynd av Fontenay. Hetta eigur hon enn.
Hon hevur eisini greitt frá eini líknandi søgu
sum Jákup Mikal um mammu sína.
Meira millum himmal og jørð...
Jákup Mikal kann eisini greiða frá søgum í
sambandi við Onnu, sum benda á, at tað er
meira millum himmal og jørð enn vit skilja.
Hann átti ein ommubeiggja í Kvívík,
Kristian, sum var kendur fyri at »síggja«.
Hann hevði sæð allar teir 17 menninar á
Onnu, sum fóru um eina høvd. Hetta tók
hann so bókstavliga, at hann fór beint inn til
systurdótrina, Sofíu, sum var gift við Olevinus
Joensen, sum var við Onnu. Hon sat eftir við
sjey synum, tann elsti um konfirmerings-
aldur.
Eisini átti Jákup Mikal ein mammubeiggja,
Johannes, í Kollafirði. Tá ið hann fór avstað
hendan dagin at fara við Onnu, segði hann við
konuna: »Komi eg ikki aftur, so skal tú gifta
teg uppaftur.« Hetta var ein óvanlig seinasta
heilsan. Men soleiðis kom tað at ganga. Hann
kom ikki aftur, og hon giftist við systkinabarn
mannin, Johannes á Kjalnesi.
Tað eru fleiri aðrar líknandi frásagnir
um Onnu og fyri so vítt onnur skip, sum eru
gingin burtur.
Royndur á sjónum
Jákup Mikal hevur roynt eitt sindur av
hvørjum á sjónum. Hann er ein av teimum
fáu føroyingum, sum enn er á lívi, sum hevur
upplivað útróður á Eysturlandinum.
Fyrru ferð var undir krígnum, tá ið fleiri skip
fiskaðu saman. Teir fyltu so eitt í senn, sum so
fór til marknað við fiskinum hjá teimum øllum.
Í 1945 var hann til lands á Tórshøfn við
Langanes. Teir róðu út við einum seksæringi,
har Marius í Króki var formaður. Teir vóru
fimm menn við av Toftum og Nesi.
Jákup Mikal var við Elsu av Toftum undan
krígnum. Men tá ið kríggið kom, góvust tey
flestu av skipunum at fiska og fóru at sigla
við fiski. Hetta kravdi nógv minni manning,
so tá máttu teir ungu fara í land.
Í 1941 var Jákup Mikal ein av teimum 250
føroyingunum, sum fóru til Íslands at byggja
flogvøll fyri bretska hervaldið.
Árið eftir fór hann aftur til Íslands at
arbeiða fisk uppi í Patreksfjørðinum. Teir
vóru 16 føroyingar sum fóru. Her var talan
um flakaskering og fløkini vóru fryst og send
til Bretlands.
Heimferðin tók tveir mánaðir
Her vóru góðar umstøður bæði at arbeiða og
búgva. Men ferðasambandið var vánaligt.
Heimferðin tók heilar tveir mánaðir.
Teir fóru umborð á Dettifoss. Haðani var
farið upp á Norðlandið, og tað var lagt at í
nærum hvørjari bygd. Tað tók átta dagar at
koma til Akureyrar.
Har lá Hjørdis úr Fuglafirði, sum skuldi
keypa fisk. Teir skuldu sleppa heim við teim
um, tá teir høvdu fingið upp í lastina. Men tað
gekk ikki altíð so skjótt. Tað gingu 14 dagar
áðrenn teir fingu uppí, og tað var á Siglifjørð
inum. Men tá komið var út á Siglunes brotnaði
motorurin, og teir máttu sleipast inn aftur.
Her lá Gudrun Zoega, og nú skuldu teir
sleppa heim við teimum. Men ferðin var lítil
og illveður ímóti. Teir fóru fyrst inn á Seyðis
fjørðin at kroka, men tá ið veðrið ikki batnaði,
máttu teir leggja á aftur. Tað bar ikki til at seta
ferðamenninar av í Føroyum, so teir máttu
fylgja við til Skotlands. Her vóru teir tiknir til
kontroll av bretsku myndugleikunum, tað tók
sína tíð. Komnir til Aberdeen lógu teir har í 8
dagar. Tá teir komu til hús, hevði ferðin heim
vart í snøggar tveir mánaðir!
Jákup Mikal hevur verið fiskimaður stóran
part av lívinum. Fyrstu árini eftir kríggið var
hann fleiri ár við Oyrasker.
Í 1957 fór hann við Havborgina, sum var
ein av teimum gomlu koltrolarunum. Sum ein
av fáu av hesum trolarum fekk hann diesel
motor og sigldi nógv ár eftir, at koltrolararnir
annars vóru farnir í søguna.
Í 1964 fór Jákup Mikal á skiparaskúla í
Havn og tók prógv árið eftir. Tá fór hann at
sigla sum yvirmaður bæði á fiskiskipum og
farmaskipum úti í heimi. Hann gjørdist eisini
eitt skifti skipari á línuskipinum Mascot.
Seinni árini arbeiddi hann á flakavirkinum
á Toftum.
Vanlukkan á Toftavatni
Jákup Mikal giftist við Joninu, nevnd Nina,
og tey fingu seks børn. Ein sonur var upp
kallaður eftir abbanum Jákup. Her upplivdu
tey ta vanlagnu, at Jákup var ein av teimum
trimum dreingjunum, sum fyri 50 árum síðani
druknaði á Toftavatni. Hesa hending hevur
verið skrivað um í bløðunum. Ein dóttir, Kára,
er deyð seinni. Lina doyði í 2010. Jákup Mikal
eigur 14 abbabørn og inntil nú 14 langabba
børn, og tvey oldurabbabørn.
Tað hevur verið stuttligt og gevandi at
kenna Jákup Mikal. Hann dugur væl at greiða
frá, og altíð er hann við tí góða orðinum. Hetta
gekk eisini sjón fyri søgn í sendingini »Við
Tórði á túri,« í útvarpinum nú dagarnar, tá
ið bróðursonurin vitjaði á Toftum. Sendingin
kann hoyrast á heimasíðuni www.kvf.fo
Tað er langt síðan eg gjørdi av, at helt
Jákup Mikal 90 ára føðingardag, so ætlaði eg
at koma. Eg vil fegin vera við til at heiðra
henda stásmannin, sum Jákup Mikal er.
Tað skal verða ynskt honum og hansara
hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum.
Komandi partur:
Jákup Mikal og Katrina Jensen vóru millum tey børn, sum mistu pápan við Onnu í 1924.
Steinurin á grøvini í Reykjavík við plátuni, sum Jákup Mikal skipaði fyri.
Jákup sum druknaði á Toftavatni.
Í komandi parti verður komið aftur til Kristian Djurhuus.
Hann var so púra samdur við arbeiðsfólkinum á Tvøroyri í
kravinum um kontanta løngjalding.
Børnini fingu eina fimmkrónu frá danska
sendimanninum, Fontenay, í Reykjavík. Hetta
er myndin sum Katrina fekk frá honum.