Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014 Í ranga strúpan Barnaprix aftur á skránni Nú byrjar Barnaprixið 2014, og fyrsta innleiðandi umfarið verður hildið í Reinsarínum í Havn leygardagin kl. 17.00. Onnur umfør verða hildin kring landið seinni, og finalan í kappingini verður hildin í Havn 8. november. Meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni barnaprix.com. Dario Fo í Havn Sjónleikurin Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!, sum tiltikni italski leikstjórin og høvundin Dario Fo skrivaði, verður í hesum døgum spældur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Skemtileikurin kann upplivast allar vikuskiftisdagarnar. Lendisrenning í Klaksvík Leygardagin ber til at fara á rennitúr í vakrari náttúru kring Klaksvík. Talan er um sonevnda lendisrenning, sum ikki er ein kapping – men motiónsrenning. Møtt verður á p-plássinum við vatnbrunnarnar oman fyri tyrlupallin í Klaksvík kl. 11.00. Síðani verður koyrt niðan á Háls, har startur og mál er. Rutan er umleið 12 kilometrar og verður runnin serliga á grúsi og grasi. Høgni og AVE konsertir Høgni Lisberg og bólkurin Ave, ið er mannaður við Benjamin Petersen og Petur Pólson, hava givið útgávur út seinastu tíðina, og um vikuskiftið sláa teir seg saman til felags útgávukonsertir. Onnur konsertin verður í Tøting í Gøtu hóskvøldið 16. oktober, og hin verður á Reinarínum í Havn fríggjakvøldið 17. oktober. Afturat hesum spæla teir eisini eina intima konsert á nýggjum spælistaði í Sandavági, ið kallast Loftagrund. Hendan konsertin verður sunnukvøldið 19. oktober. baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein - Tað er øgiliga vandamikið at hugsa tankan um at at lata vinnuni stuðul aftur. – Tað gongur best, um eg havi annað at hugsa um enn svimjing. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum Pál Joensen, svimjari á altjóða stigi – Eg vil ikki bara vera hon sjálv, sum syngur, men at fólk skulu verða nortin av mínum sangum. Bára Silvansdóttir, sum hevur givið sín fyrsta sang út Hvat gert tú her? Lars Olsen greiðir frá; hví hann hevur verið í Føroyum síðani seinasta landsdyst. In.fo Javel! Venjarin: Nú skulu vit spæla fótbólt Portal.fo Spældu betri enn landsliðið! SkySports filmaði Klaksvíkar Hornorkestur In.fo Tað koyrir bara! Framgongd hjá bilstøðini Auto In.fo Sigurin ivast ikki Sigurin var ongantíð í iva Portal.fo Ella tann lítli? Tann stóri fløskuhálsurin er á landi in.fo