mánadagur 20. oktober 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Kaj Leo H. Johannesen
Kjak síða 10
Ný
skipan av
fiskivinnu
Elsebeth mercedis
Gunnleygsdóttir
Kjak síða 15
Stopp
skatt
takk
Formaður Sjávstýrisfloksins, Kári
P. Højgaard, ynskir sær eina sam
gongu, har Sjálvstýrisflokkurin er
saman við Javnaðarflokkinum og
Sambandsflokkinum – ella ta gomlu
heimastýrissamgonguna. Tað segði
hann við útvarpið í gjár.
Sambært Kára P. Højgaard, so
hevði Sjálvstýrisflokkurin verið
lokomotivið í eini heimastýris
samgongu. Altso luturin hjá Sjálv
stýrisflokkinum verður sambært
Kára P. Højgaard at vísa Javnaðar
flokkinum og Sambandsflokkinum,
hvussu framdriftin skal verða á
sjálvstýrisleið.
Hetta er ein samgonga, sum er
roynd nakrar ferðir áður – ítøkiliga
fýra ferðir. Tann fyrsta samgongan
eftir heimastýrislógini frá 1948-50,
síðani valskeiðið 58-62, 66-70 og 70-
74.
Teir tríggir heimastýrisflokk
arnir hava 14 ferðir verið partar
av samgongum. Metið eigur Fólk
aflokkurin, tí hann hevur higartil
verið partur av 15 samgongum.
Við býtinum á tingi í dag hevði
heimastýrissamgongan bara havt
15 tingfólk aftan fyri seg, so her
vanta tveir tingsessir, um hendan
samgongan skal hava nakran kjans.
Í politikki ber alt til – og havandi
veljarakanningar í huga, so er tað
ikki óhugsandi, at Javnaðarflokk
urin vinnur tvey umboð afturat,
um hann ger eitt gott val. Í løtuni
hevur flokkurin fimm tingsessir –
hóast seks vórðu vald á ting. Minni
hevur flokkurin ikki verið seinastu
82 árini, á valinum í 1932.
Av tí at Sambandsflokkurin
hevur fingið ein tingmann úr Javn
aðarflokkinum síðani valið, so er
avbjóðingin hjá heimastýrisflokk
unum, at teir tilsamans vinna trý
tingfólk frá hinum flokkunum, so
tað kann gerast ein avbjóðing – tó
at møguleikin – matematiskt sæð –
ikki púra óhugsandi.
Tað tykist, sum allir teir stóru
flokkarnir hava tveir møguleik
ar: Javnaðarflokkurin kann velja
Sambandsflokkin ella Tjóðveldið.
Tjóðveldið kann velja Javnaðar
flokkin ella Fólkaflokkin, og Sam
bandsflokkurin kann velja Javnað
arflokkin ella Fólkaflokkin.
Enn er tað bara formaður Javn
aðarflokkurin sum hevur útilokað
samstarv við ein flokk, Fólkaflokk
in. Tjóðveldi hevur nevnt, at and
støðan í dag er eitt gott boð upp á
nýggja samgongu.
Møguleikarnir eru fleiri – og
ynskið hjá Kára P. Højgaard kann
væl ganga út, tó at tað meira verður
sum ein matematiskur møguleiki
heldur enn lokomotiv-dreymurin
hjá Kára.
Kári vil verða klípi
Í morgin fer Kári P. Højgaard
til New York á aðalfund hjá
ST. Hann er annað umboðið
hjá Løgtinginum á ST aðal
fundinum í ár. Á hvørjum ári
fara tvey løgtingsumboð upp á
skift á ST aðalfundin, har tey
møta sum partur av donsku
sendinevndini.
Meðan Kári P. Højgaard
er í New York næstu 3-4 vik
urnar verður tað Kristianna
Winther Poulsen, sum fer at
umboða Sjálvstýrisflokkinum
í løgtinginum. Hon var numm
ar trý á listanum við seinasta
løgtingsval.
Framman
fyri
hana var Jógvan Skorheim,
sum er borgarstjóri í Klaksvík.
Hann hevur boðað frá, at hann
ikki fær møtt.
Kristianna Winther Poul
sen hevði fast sæti á tingi fyri
Jógvan Skorheim fyrra hálvár
í fjør, tá Kári P. Højgaard var
landsstýrismaður.
Jógvan Skorheim tók við
sum borgarstjóri í Klaksvík 1.
januar í 2013, og í tí sambandi
boðaði hann frá, at hann segði
løgtingssessin frá sær. Tí vóru
boð eftir Kristionnu Winther
Poulsen.
Men tá komið var út á
summarið í 2013 boðaði Jógvan
Skorheim frá, at hann kortini
fór taka sæti á tingi, samstund
is sum hann var borgarstjóri í
Klaksvík.
Men tann gleðin var stokk
ut, tí longu tveir mánaðir
seinni varð Kári P. Højgaard
koyrdur frá sum landsstýr
ismaður og tók sæti aftur á
tingi.
Men hesaferð Kári P. Høj
gaard hevur farloyvi eru so
boð eftir Kristionnur Winther
Poulsen, og hon tekur sæti á
tingi á tingfundinum seinna
partin í morgin.
Kristianna á ting fyri Kára
– Slík mál taka vit í størsta
álvara. Tað sigur løgreglan,
eftir at ein maður gjørdi seg
inn á ein løgreglumann í Havn
sunnunáttina.
Løgreglan tók ein mann
fyri rúsdrekkakoyring, men
tað gjørdist maðurin so óður
um, at hann legði á ein politist,
har hann bæði skumpaði og
hótti politistin.
Tískil varð maðurin hand
tikin og koyrdur í varðhaldið í
Klaksvík at sova rúsin av sær.
Í gjár varð maðurin avhoyrdur
og síðani leyslatin aftur. Men
hann er skuldsettur fyri harð
skap ímóti tænastumanni og
sleppur ikki undan at møta í
rættinum. Løgreglumaðurin
fekk onkrar smávegis skeinur
av viðferðini.
Vit taka tað í størsta álvara,
tá ið vit ikki fáa frið at gera
okkara arbeiði og tað verður
ikki góðtikið undir nøkrum
umstøðum, sigur løgreglan.
Annars mátti løgreglan eis
ini uppí, tá ið ein sjúkrabilur
varð boðsendur í Steinatún,
eftir at eitt fólk varð dottið
um.
Men
fólk
á
staðnum
gjørdu seg inn á sjúkrabilin og
portørarnir føldu seg so mikið
ótryggar, at teir bóðu løgregl
una um hjálp at koma sjúkl
inginum til hjálpar.
Eingin varð handtikin í tí
sambandinum, sigur løgregl
an.
Løgdu á politist og sjúkrabil
Kári P. Højgaard ynskir
sær heimastýrissamgongu
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Lot av ymsum ættum og okkurt æli,
men eisini sólglottar. Hitin millum 7
og 10 stig.
Hvassur vindur av útnyrðingi og
ælingur, men um kvøldið minni
vindur og yvirhøvur turt. Hitin
millum 6 og 9 stig.
Fyrrapartin hvassur vindur upp í skrið
av landsynningi og regn. Seinnapartin
minni vindur av útsynningi og yvirhøvur
turt. Hitin millum 9 og 12 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin
millum 7 og 11 stig.
Veðrið mánanáttina:
Eitt lágtrýst, 987 hPa. sunnanfyri
Ísland fer í landsynning og dýpist.
Veðrið týsnáttina:
Lágtrýstið skamt vestanfyri
Føroyar fer í landsynning og
dýpist.
MÁNADAG
TÝSDAGIN
MIKUDAGIN
1-6 m/s
1-6 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
15-20 m/s