Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Broytingin í fiskivinnuni verður ongin kollvelting Kári heldur fram sum formaður Misskiljing Sjálvstýrisflokkurin held- ur í kvøld landsfund í Runa vík. Nýggjur formaður skal veljast, men bert eitt val- evni er. – Ja, tað er rætt, at eg eri einsamallur val evni, tí sambært lóg um flok- sins, so skal for mað urin annað hvørt vera lands- stýris maður ella valdur á ting, og tíverri er tað soleiðis, at eg einsa mall- ur lúki hesar treyt ir, sigur formaðurin, Kári P. Højgaard. Á landsfundinum legg ur formaðurin eina árs frá greið ing fram og so verð ur flokspolitiskt kjak. Kári P. Højgaard fer í morg in til New York, har hann fer at taka lut í ST aðal fundinum. Meðan hann er burturstaddur tek ur Kristianna Winther Poul sen sætið á tingi. TAKS boðar frá, at tá mvg-skrásettar fyri tøk- ur keypa lýsingar uttan- lands, so skulu tær ikki gjalda mvg. Er talan hin veg in um almennar stovn ar og fyritøkur, sum ikki eru umfataðar av lógini um mvg, so skal mvg gjaldast í Føroyum av slíkum tænastum. Sjálvt um broytingarnar í lógini um vinnuligan fiski - skap fylla nógv í polit iska kjakinum, so vænt ar for- mað ur in í Sjálv stýris flokki - num, Kári P. Høj gaard, ikki, at broyt ing ar nar fara at verða so ógvusligar, sum nógv vænta. – Nei, tað vænti eg ikki. Vit hava eina skipan, sum sjálv a ndi skal rættast til, men eg vænti sjálvur ikki, at broytingarnar fara at verða so ógvusligar, sum nógv vænta, sigur Kári P. Høj- gaard. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur sjálvur heldur ikki nøkur kollveltandi uppskot, tá ið tað snýr seg um broytingar í lógini um vinnuligan fiski- skap, men kortini upp skot, sum fara at broyta viður- skift ini. Ognarviðurskiftini Kári P. Højgaard sigur, at tað er neyðugt, at skil fæst uppá ognarviðurskiftini í føroysku fiskivinnuni. Lógin er soleiðis í dag, at út lendignar ikki mugu eiga meira enn ein triðing, men Kári P. Højgaard sigur, at øll – politikarar og vinna – vita, at hendan lógin als ikki verður hildin. Hann var sjálvur formaður í lands stýris mála- nevndini fyri skjótt 10 árum síða ni, tá ið eitt mál var fyri, har nevndin kom til ta niðurs tøðuð, at viðgerðin í fiskimálaráðnum ikki veitti trygd fyri, at §7 í lógini um vinnu ligan fiskiskap var hild in og lat Løgtinginum eitt álit um hetta, men Løg- tingið valdi onki at gera við tað. Endin var, at Sjálv stýris- flokkurin legði fram upp skot um misálit á lands stýris- mann in við fiskivinnu mál- um, Bjørn Kalsø. Málið fekk bert eina atkvøðu og fall. – Vit siga tí í dag, at annað hvørt má lógin um ognar-viður skiftini lagast til so hon kann haldast, ella má lógin broyt ast til , at útlendingar als ikki kunnu eiga í føroysku fiski vinnuni, sigur Kári P. Høj gaard. Keyp og søla av loyvum Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tey, sum hava veiðuloyvi í dag, framhaldandi skulu hava hesi loyvi, men flokk- urin heldur eisini, at keyp og søla av loyvum, sum fólk í vinnuni hava fingið ókeyp- is frá landinum, eigur at steðgast. -Tað er sjálvandi ikki rætt, at fyritøkur ella fólk, sum hava fingið loyvir ókeypis frá tí almenna, skulu sleppa at selja hesi loyvi til onnur fyri risaupphæddir. Tað skal steðgast, sigur formaður Sjálv stýris floksins. Hann vísir á, at tað heldur ikki er rætt, at prísurin á skip um verður pumpaður upp, tí loyvi fylgir við eini sølu. Tað ger prísin fyri skipið órealis tiskt høgan. Skip eiga at verða seld fyri seg og so er tað landið, sum stendur fyri, hvør fær veiðuloyvini. – Vit hava sæð dømi um, at skip eru seld fyri ovur prís við loyvum uppi í. Hetta ger vinnuna nógv verri fyri fíggjarliga, tí hon á hendan hátt verður yvir- kapitaliserað. Skip skulu kunna seljast, men ikki loyvini, sigur Kári P. Høj- gaard. Torført Formaður Sjálvstýrisfloksins veit væl, at hetta kann verða tor ført at hava eftirlit við, men vísir til, at allar flyt- ingar av skipum og loyv um skulu fráboðast eftir lits- myndug leikanum og tí ber til at fylgja við. – Stutt sagt eigur tað at vera soleiðis, at tá ið skip verða seld, so eiga loyvini at fella aftur til landið, sigur Kári P. Højgaard. Tilfeingisgjald Sjálvstýrisflokkurin ásann- ar, at tilfeingisgjald er áset,t og tað helst er komið fyri at vera í vinnuni. Flokkurin er tó hart ímóti, at tilfeingisgjaldið fer beinleiðis inn í rakstr ar- fíggjar lógina hjá landinum. – Tað er ikki rætt, at gjald- ið verð ur ásett eftir, hvussu nógv manglar á fíggj ar lógini, sigur for mað urin. – Hinvegin so haldi eg, at tilfeingisgjaldið skal fara til tað, sum hevur við sjó- vinnuna at gera. Eg hugsi um vaktar- og bjarg ing ar tæn- astu na, havrannsóknir og um hvørvisvernd á sjón um. Tað hevði givið eina meining, sigur Kári P. Høj gaard. Nýggj í vinnuni Sjálvstýrisflokkurin heldur eisini, at nýggj fólk eiga at sleppa framat í vinnuni, men hann heldur ikki, at tað er pláss fyri nýggjum aktørum afturat allastaðni í dag. Í botnfiskaveiðuni er lætt at sleppa framat, men tað hong ur sjálvandi saman við, at tað ikki loysir seg serliga væl at fiska botnfisk undir Før oy um í løtuni. -Men í fiskivinnuni gong- ur tað upp og niður. Í løtuni hevur uppsjóvarflotin gull- tíð ir, men tað hevur onnur fiski vinna eisini havt. Tað broyt ist, so tað fer at bera til at sleppa framat, heldur for- maður in. Hann vísir til, at skip, sum vanliga royna undir Føroyum, í dag kunnu keypast fyri lítið og lætt, tí fiskiskapurin er so vánaligur. – Men hetta kann skjótt broytast og so fara tíðirnar aftur at gerast góðar hjá heimaflotanum, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur um upp sjóvar- flotan, at har eru íløgurnar ómetaliga stórar: – Skipini skulu vera góð og hava góða køling, so veiðan, sum kemur uppá land, hevur bestu góðsku. Tí haldi eg, at tey, sum eru í uppsjóvarvinnuni, eiga at slep pa at halda fram við tí. Her er talan um dugnaligar fiski menn og dugnalig reið- arí, sum hava drúgvar roynd- ir og tí fáa sum mest burtur- úr. Kortini heldur hann, at ávís ar treytir skulu ásetast: – Vit hava trý pelagisk virkir, og tað má verða ein treyt í loyvunum, sum verða út skrivað, at rávøran í mest- an mun verður landað og hag reidd í Føroyum, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálv-stýris floksins. Sjálvstýrisflokkurin væntar ikki, at broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap fara at verða ógvusligar Kári P. Højgaard væntar ikki tær ógvusligu broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap