Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Ferð eftir ferð síðstu árini hev­ur Jacob Vestergaard gjørt greitt, at ein upp­boðs­ søla av føroyska tilfeinginum eft­ir hansara tykki ikki er veg­ur­in fram fyri føroyska fiski­vinnu. Tann støðan er ikki broytt. – Eg síggi snøgt sagt einki endamál í at selja til­feingi á uppboðssølu. Tað havi eg ongantíð gjørt, tað geri eg framvegis ikki og eg haldi ikki at nakar í Fólka­flokk­in­ um ynskir eina uppboðssølu, sig­ur Jacob Vestergaard. Higartil einasta roynd at selja føroyska tilfeingið á uppboðssølu varð gjørd á sumri í 2011, tá 20.000 tons av makr­eli vórðu seld á uppboði fyri 72 milliónir krónur. Tað var undir sonevndu ”Makr­ el­sam­gong­uni” har Tjóð­veldi og Framsókn veittu Sam­ bands­flokkinum og Javn­að­ ar­flokk­in­um sín politiska stuð­ul til at føra ein øðrvísi fiski­vinnu­poli­tikk enn flokk­ ar­nir førdu saman við Fólka­ flokk­in­um. – Endaliga úrtøkan á 72 millónir krónur er mun­ andi hægri enn gitt var um frammanundan, og tað kann man bara gleðast um. Hetta er prógvað at vera ein haldgóð skipan at brúka til tess at útvega lands­kass­anum inntøkur av tilfeinginum, segði Jo­han Dahl, sum tá var lands­stýr­ is­mað­ur í vinnu- og fiski­ vinnu­málum. Hóast landsstýrismaðurin kundi vísa á ein miðalprís á 3,60 fyri hvørt selt kilo av makr­eli á almennu upp­boðs­ søl­uni, so heglaðu at­finn­ing­ ar­nar niður yvir leistin. Ikki minst tí at fiskurin end­aði umborð á útlendska móð­ ir­skip­in­um Lafayette, sum keypti meginpartin av teim­ um 20.000 tonsunum. At Lafay­ette var mannað við lág­lønt­ari arbeiðsmegi undir vána­ligum korum, sammett við før­oysk viðurskifti, var bens­in á bálið hjá at­finn­ing­ ar­somu røddunum. Nú gloppar Sam­bands­ flokk­urin aftur dyrnar fyri eini uppboðssølu. Í lesarabrævi um viku­ skifti vísir formaður floks­ ins á, at flokk­ur­in ynskir at fiski­vinn­an verður rik­in mest møguligt á markn­að­ar­ treyt­um. – Tí er eisini ynskiligt, at ein partur av til dømis pelag­ iska tilfeinginum verður selt um­veg­is eina uppboðssølu, skriv­ar Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen og vísir á, at henda heim­ild eigur at setast í eina nýggja lóggávu. Við útsøgnini fer løg­mað­ ur og formaður Sam­bands­ floksins beint eftir Fólka­ flokk­inum. Taktikkurin Tað er greitt, at politiskt er meiri­luti fyri at selja part av før­oyska tilfeinginum á upp­boði. Tjóðveldi, Javn­að­ ar­flokk­ur­in og Framsókn – sum all­ir vóru partur av so­nevndu ”Makr­el­sam­gong­ uni” saman við Sam­bands­ flokk­in­um – siga seg allir vera fyri eini uppboðssølu. Men higartil hevur Fólka­ flokkurin verið ímóti. So­ leið­is var uppboðssølan ikki nevnd við einum orði í tí upp­skoti til fiski­vinnu­ný­ skip­an, sum Jacob Vest­er­ gaard legði fyri lands­stýr­ið tíð­liga í fjør, men sum varð steðg­að av Sam­bandsflokk­ in­um og partvís eisini Mið­ flokk­inum. Útspælið hjá Sam­bands­ flokk­inum um vikuskiftið kem­ur tó ikki óvart á Jacob Vest­er­gaard. – Útmeldingarnar frá Sam­bandsflokkinum hava ver­ið nokkso ymiskar. Sum út­gangs­støði haldi eg tað vera gott, at flokkurin nú meld­ar eitt sindur greiðari út, sigur Jacob Vestergaard og sip­ar til ta deadline, sum sam­gonguflokkarnir hava giv­ið sær sjálvum fyri at finna felags stev um eina fiski­vinnu­ný­skipan. Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 varð lagt fram 30. september varð boð­að frá, at nú skuldi ferð set­ast á arbeiðið við fisku­vinnu­ný­ skip­an­ini. Formenninir í sam­gongu­flokkunum søgdu seg hava tað felags mál, at í sein­asta lagi 1. februar 2015 skulu uppskot um fiski­ vinnu­ný­skipan verða gjørd, sum av­loysa verandi lóg um vinnu­ligan fiskiskap og fyri­bils­lógir um gjøld á fiski­ vinn­una. Tá valdi lands­stýr­is­mað­ ur­in í fíggjarmálum, sum eisini er formaður Fólka­ floks­ins, at selja boðskapin so­leið­is: – Ein fiskivinnunýskipan skal framtíðartryggja vinn­ una, og samgongan er samd um, at rindast skal fyri hesa trygging, segði Jørgen Nicla­ sen. Lítið var at ivast í, at orð­ ini skuldu skiljast sum ein øðr­vísi háttur at tosa um tað til­feing­is­gjald, ið eftir øllum at døma er komið fyri at vera, og sum fyribils er mett at geva landskassanum 137 milli­ón­ir krónur næsta ár. Nú løg­mað­ur fer eitt stig víðari og tos­ar um uppboðssølu av til­feingi, er Fólkaflokkurin aft­ur í verjustøðu: – Tað er framvegis ikki greitt, hvussu Sam­bands­ flokk­ur­in ætlar at selja rætt­ indi á uppboðssølu, ei heldur hvat skal seljast á uppboði, sig­ur Jacob Vestergaard. Royndin við upp­boðs­ søl­uni í 2011 vísti, at lands­ kass­in lutfalsliga lætt kann fáa lutfalsliga nógvar peng­ ar inn í felagskassan. Fleiri minnast eisini kekkin á 100 milliónir krónur, sum umboðsmaðurin hjá Lafay­ ette í 2012 vildi leggja á borðið í Fiskimálaráðnum aftur fyri 40.000 tons av makreli. Tá var svarið nei, og hjá lands­stýr­is­mann­inum í fiski­ vinnu­málum er støðan eins og áð­ur tann sama: – Okkara útgangspunkt er ikki broytt. Eg síggi einki enda­mál í eini uppboðssølu, stað­fest­ir Jacob Vestergaard. Nýskipanin Kortini ásannar Jac­ob Vestergaard, at Fólka­ flokk­urin má flyta seg, skal flokkurin vera part­ur av eini komandi fiski­vinnu­ný­skip­ an: – Eg veit væl, at ein semja um eina nýskipan krevur kom­prom­is frá øll­ um pørtum, eisini frá Fólka­ flokk­in­um, sigur Jacob Vest­ er­gaard. Hóast hann hevur bet­ ur hug at tosa um ym­isku meiningarnar í Sam­bands­ flokk­in­um, so ásannar Jacob Vest­er­gaard samstundis, at eis­ini í Fólkaflokkinum eru mein­ing­ar ymiskar. – Tekur tú heildina í eini fiski­vinnu­nýskipan, so eru eis­ini ymiskar meiningar í Fólkaflokkinum. Men sum nevnt er eingin í Fólka­flokk­ in­um, sum ynskir eina upp­ boðssølu, sigur Jacob Vest­ er­gaard. Í lesarabrævi um viku­ skifti sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at Sam­bands­ flokkurin vil virka fyri, at gjørd verður breið pol­it­isk semja um eina fiski­vinnu­ný­ skip­an. – Andstøðan verður tikin við, tá samgongan metir seg hava grundarlag fyri einum lóg­ar­uppskoti, sigur Jacob Vest­er­gaard um breiðu semj­ una. Samgongan hevur hig­ ar­til brúkt trý ár til ta fiskivinnunýskipan, sum varð fráboðað í sam­gongu­ skjal­in­um, og sum andstøðan hev­ur eftirlýst síðani. Eitt nú hev­ur andstøðan ferð eftir ferð víst á, at hon í væl meira enn eitt ár ikki so frægt sum hev­ur fingið fundarboð. – Jú, vit hava sitið oman á hes­um leingi. Vit eiga at finna út av hesum, um vilji er til tað. Mín partur skal so ikki liggja eftir, sigur Jacob Vest­er­gaard í dag. Avgerðin hjá Kaj Leo Holm Johannesen um at taka upp­boðs­søluna inn aftur í kjak­ið um fiski­vinnu­ ný­skip­an setir eftir øllum at døma gongd á. – Sjálvandi kann Fólka­ flokk­ur­in flytast. Men tá mást tú síggja alla ný­skip­ an­ina í eini heild. Velir tú at seta rættin at selja tilfeingi á upp­boði inn í eina komandi lóg­gávu, so skal tað setast upp ímóti tí, sum nýskipanin ann­ars kemur at fevna um, ljóð­ar metingin hjá Jacob Vest­er­gaard í dag. Enn er eingin fund­ur ásettur, nær sam­gongu­flokk­ ar­nir aftur fara at tosa um fisk­i­vinnu­ný­skip­an­ina. – Eg havi ongantíð hildið og haldi framvegis ikki at tað er rætt at selja tilfeingi á uppboðssølu, sigur Jacob Vestergaard, sum tó tekur væl ímóti útspælinum frá Sambandsflokkinum Vestergaard gloppar dyrnar – Tað er eingin í Fólkaflokkinum, sum ynskir eina uppboðssølu, sigur Jacob Vestergaard eftir at Kaj Leo Holm Johannesen um vikuskifti aftur dróg uppboðssøluna inn í eina komandi fiskivinnunýskipan. Kortini ásannar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at Fólkaflokkurin má flyta seg, skal flokkurin vera partur av eini komandi fiskivinnunýskipan. Tíðindi Lesarabrævið hjá Kaj Leo Holm Johannesen um fiskivinnuný­skip­ an­ina er prentað á síðu 10