Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 undir fýra eygum Fyrstu ferð hann var í Føroyum var hann og vitjaði á uttanríkisráðnum fyri at fáa góðkenning til at lata upp eina kunningarstovu um Føroyar í Svøríki. Tað hevði við sær, at hann lat upp »Informationskontoret om Færøarna«. Har kundu fólk venda sær við spurningum um Føroyar og eisini verða víst víðari. Heimasíðan Faroeislands.se liggur enn á netinum, men Erik hevur nú so nógv at gera á sínum arbeiði, at hann ikki hevur tíð at fáast við kunningar­ stovuna. – Tað er mín dreymur at arbeiða við ferðing og helst við ferðum til Føroyar, sigur Erik Klint. Einki negativt Tað er ikki bara fótbólturin, sum vakti hansara áhuga fyri Føroyum. Føroyska søg­ an og náttúran bergtekur eis­ ini Erik. – Søgan um, hvussu tykk­ ara flagg bleiv til, er sera spennandi haldi, eg. At nakrir studentar í 1919 teknaðu eitt flagg, sum enn tann dag í dag verður nýtt, er fantastiskt, sigur hann. Helst hevði Erik vilja flutt til Føroya at búgva, men konan vil ikki. – Báðu ferðirnar, eg havi verið í Føroyum, havi eg kent meg sum heima. Fyri at fáa eitt sindur av tí føroyska við, lesur hann nógvar føroyskar heimasíður og hevur samband við nógvar føroyingar umvegis Facebook. – Eg kenni ikki øll, sum eg eri vinur við, men nógv av teimum hava hjálpt mær á ymiskan hátt við kunningar­ stovuni, sigur Erik. Síðsti spurningur eg spyrji Erik, veit eg næstan svar­ið, áðrenn eg spyrji. Dugur tú at siga nakað negativt um Føroyar? – Nei, onki sum eg komi í tankar um. inna@sosialurin.fo UM Erik Klint Erik Klint er 29 ára gamal og búsettur í svenska býnum Linkøping. Hann er sera áhugaður í øllum føroyskum og í Føroyum. Hann er giftur við Lenu og saman eiga tey tvey børn. Fyri nøkrum árum síðani setti hann eina kunningarstovu um Føroyar á stovn í Svøríki, men hon er niðurløgd nú. Hann droymur um at búgva í Føroyum ella íhvørtfall arbeiða við at selja Føroyar. Hvør er tín størsta ítróttaruppliving? – Tá føroyska U21 liði vann yvir Russlandi við 1-0. Dysturin millum Svøríki og Føroyar var eisini fantastiskur tá Rógvi Baldvinsson gjørdi 1-0 móti Svøríki. Hvat dámar tær føroyskan mat? – Eg royndi lamb tá eg var í Føroyum, tað smakkaði væl. Føroyskur laksur var eisini sera góður og hann fái eg onkutíð her í handlinum í Svøríki. Í 2010 setti Erik Klint kunn- ­ingar­stovuna »Informa­ tions­kon­toret om Færøarna« á stovn. Hølini har kunningar­stovan helt til vóru á hotell­inum hjá pápa hans­ara í Jønkøping, har nógvir gestir frá Svøríki, Onglandi og Týsk­landi koma. Arbeiðið við kunn­ingar­stovuni var sjálvboðið, og Erik fekk nógvar spurn­ingar um, hvussu man ferðast til Føroya, hvussu nógv sum búgva har, og hvar fyri mál man tosar í Føroyum. Kunn­ingar­stovan er nú niður­løgd vegna tíðartrot hjá Eriki. Kunningar­ stovan hjá Erik – Eg dugi at skriva eitt sindur føroyskt, men tað er verri við at tosa. Eg havi orðabøkur, mál-fløgur og eina føroyska app í telefonini, so eg royni at læra meg. Vónandi fari eg at duga flótandi føroyskt um ikki so langa tíð, sigur svenski Erik Klint, sum hevur verið bergtikin av Føroyum í 16 ár Sonur Erik hevur fingid »Jógvan« sum millumnavn