Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Inna Törnroos Erik Klint er svenskari – við brennandi áhuga fyri Før­ oyum og føroyskum viður­ skift­um. Seinnu árini eru nógvir føroyingar komnir í sambandi við svensk­aran, sum eisini hevur verið á vitjan í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum byrjaði fyri 16 árum síðani, tá ið hann spældi eitt fót­bólts­ spæl og kom í samband við føroyskar spælarar. – Eg lærdi teir spælið um­ vegis internet og spurdi teir afturfyri, um teir ikki kundu læra meg at skriva føroyskt, sigur Erik Klint. Spælið var eitt sokallað fót­bólts-managerspæl, og nakað eftir at Erik var komin í sam­band við teir føroysku spælararnir, var hann valdur sum venjari fyri føroyska U20 liðið á netinum. Síðani hetta byrjaði eru liðin nógv ár, og Erik svarar nú á føroyskum, tá eg skrivi svenskt til hansara. – Eg dugi at skriva eitt sind­ur, men tað er verri við at tosa. Eg havi orðabøkur, mál-fløgur og eina føroyska app í telefonini, so eg royni at læra meg. Vónandi fari eg at duga flótandi føroyskt um ikki so langa tíð. Føroyskt millumnavn Erik er útbúgvin innan handil og starvast á sjoku­ láta­virkinum Cloetta beint uttan­fyri heimbý hansara, Linkøping. Hann er giftur og hevur tvey lítil børn – ein drong sum er 4 ár og eina gentu sum er 2 ár. Sonin hevur hann givið eitt før­ oyskt millum­navn – Jógvan! Áhugin fyri fótbólti og Føroyum hevur gjørt, at hann fleiri ferðir hevur verið til dystir hjá føroyskum lið­ um og til landsdystir. Erik hevur verið tvær ferðir í Føroyum, og næstu ferð hann kemur, vil hann fegin hava alla familjuna við. Konan og børnini hava nevnliga ikki verið í Føroyum enn. Hvat heldur tú um grindadráp? – Grindadráp hoyrir til tykkara mentan og tí haldi eg sjálvandi at tað skal verða loyvt. Man skal eisini hugsa um at tað faktiskt ikki eru so nógvir hvalar sum verða dripnir. Skulu Føroyar verða sjálvstøðugar? – Ja, føroyingar burdu haft atkvøðu um at gerast sjálvstøðug. Eg haldi at tað er ein sjálvfylgja at Føroyar skulu verða sjálvstøðugar. Hann er kanska størsti Føroyafjeppari í útlondum, og kanska hava tit sæð navn hansara á Facebook ella havt samband við hann. Svenskarin Erik Klint droymur um at búgva í Føroyum og vil arbeiða við at gera Føroyar meira sjónligar í heimlandinum Svøríki hjá svenska Erik Føroyar eru dreymurin Erik er fótbóltsfjeppari og hevur ofta verið til føroyskar dystir