Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur býráðsimur Núverandi býráðsmeiriluti í Klaksvíkar býráð ætlar at hækka skattaprosentið  frá 1. jan. 2015. Vit hava góðar tíð­ir nú við søguliga høgum  skatta­inn­tøk­um, men hóast tað, so ætl­ar núverandi bý­ ráðs­meiri­luti at taka meir pen­ing inn frá borgarunum í komm­un­uni.   Eg spyrji bara, hvussu hesi somu fólk ætla  at stýra í ringum tíðum? Verða  tað tá aftur Palliba og Mar­sanna, sum fara at merkja hetta harðast á sín kropp? Tað skelkar meg reint út sagt al­mik­ið, at núverandi bý­ráðs­meiri­luti ætlar at hækka skattaprosentið í Klaks­vík­ar kommunu.  Hetta hend­ir  samstundis, sum  komm­un­an hevur methøgar inn­tøk­ur.  Býráðssamgongan er ikki bangin fyri at taka peng­ar frá fólki, hetta er mark­leysur frekleiki.  Gaman í eru ætlanir um at byggja nýggjan skúla á Ziskatrø  og tað taki eg fult undir við. Nýggi skúlin verð­ ur brúktur sum orsøk til at hækka skattin.  Mótsatt  nú­ver­andi samgongu, so  minn­ist eg,  hvussu vit í sein­ astu samgongu brutu upp um armar,  tá nýggjur Ósá­ skúli skuldi gerast liðugur.  Vit  hildu fast við, at skúlin skuldi gerast liðugur, hó­ast tíðirnar vóru ringar   fíggj­ar­ liga.  Hetta var ein raðfesting, sum vildi nakað. Tá høvdu vit nógv verri tíðir enn nú, men vit hækkaðu ikki skatta­ pro­sentið. Tað kom als ikki uppá tal at hækka skattaprosentið, tað var slett ikki til dis­kus­si­ ón. Og tað gekk eisini. Heimið við Vágna bleiv bygt, og tá  kempaðu vit aft­ur  sum úlvur á skóg fyri at skatta­prosentið ikki skuldi hækk­ast.  Hinvegin so kravdi landstýrismaðurin í fíggjarmálum Jóan­nes Eid­es­gaard úr Javn­að­ar­ flokkinum,  at komm­unu­ skatta­prosent­ið skuldi hækka eitt prosent, um vit bygdu  nýtt røktaraheim. Tað góð­tóku vit ikki, og  tað eydn­að­ist okkum  við bit og slit við samráðingum, at skattaprosentið skuldi hækk­að hálvt prosent.  Tað var sostatt   eitt krav frá táverandi lands­stýr­ is­manni í fíggj­ar­mál­um, at skatta­prosentið skuldi hækka ½ prosent.  Skatta­ pro­sentið bleiv lækk­að aft­ur so skjótt við høvdu møgu­ leika til tess, og tað var skjótt. Haldi tað er uppá hægstu tíð, at tey, sum rópa upp um at arbeiða fyri Palliba og Marsannu, eis­ini vísa hetta í verki.  Tit eiga at vita, at tykkara skatta­ hækk­an    einamest rakar tey miðal og lágløntu, tí komm­unuskattaprosentið rak­ar øll eins. Við øðrum orð­um, øll gjalda eins  høgt skattaprosent í komm­unu­ skatti,  líkamikið um ein tjenar 100.000 ella eina mió. Somuleiðis er botn­frá­drátt­ urin tann sami í komm­unu­ skattinum hjá tí,  sum tjenar 100.000 og hjá tí, sum tjenar  1 mió. Eitt er, tá kommunan verð­ur tvungin, sum vit vóru,  til at hækka skattaprosentið, ger tað, men í dag átti  sitandi sam­gongu heldur roynt at fingið  skattaprosentið nið­ ur. Vit hava jú methøgar inn­ tøk­ur. Uttan fólkaflokkin  var skatta­prosentið ikki lækkað fyri 2014, og vit fara at gera alt, sum liggur í okkara makt til,   at skattaprosentið ikki verð­ur hækkað aftur. Heldur hin­veg­in, at tað verður lækkað, so­leið­is at okkara skatta­borg­arar  kunnu fáa tað lætt­ari og fáa ágóðan av,  at inn­tøk­ur­nar hjá komm­un­ uni hava verið so góðar. Okkara heilt grund­leggj­ andi greiða áskoðan er, at borg­arnir sjálvir  skulu  av­ gera hvussu teirra hart vunnu krónur verða brúktar.  Tann, sum sjálvur hevur ar­ beitt fyri peningin,  dugir best sjálvur at umsita hann. Samgongan reklamerar við,  at barnafamiljur skulu fáa tað lættari  við at lækka gjaldið fyri ans­ing­ar­pláss eitt sindur, men  næst­an áðrenn blekkið er torn­að, hækka somu fólk skatta­ pro­sentið. Hetta rakar somu barnafamiljur, sum fingu bíligari ansingarpláss. Hetta er at geva við aðrari hond­ini  fyri síðani at taka tað inn­aft­ ur við hinari.  Nú hava vit so í hvussu er eina greiða ábending um, hvat vit kunnu vænta okk­ um, um hesir flokkar koma til valdi eftir komandi løg­ tings­val.  Í fjør og í fyrraárið um hesa tíð­ina komu tvey megn­ar­ verk eftir Aristoteles, næm­ ingi Platons, ávikavist Etikk­ in og Politikkur, allar í týðing eft­ir Eilif Samuelsen. Platon var næmingur hjá Sokratesi. Hann livdi frá 427-347 f.Kr. var grikskur heim­spek­ing­ur og saman við næm­ingi sínum Aristotelesi legði hann grundirnar undir europ­iska heimspeki. Tá ið hann var føddur, hoyrdi Pla­ ton upp í tað besta ath­enska aristokratiið. Faðirin, Ari­ ston, segðist at vera ættaður frá tí seinasta konginum í Ath­en. Móðirin, Perik­tione, kundi – kanska við betri rætti – føra sína ætt­ar­talvu aftur til ein vin og skyld­ mann, Solon, lóggeva. Har vóru tveir brøður, Adei­man­ tos og Glaukon, báðir ætl­ andi eldri enn hann. Júst her í "Statinum" eru teir teir mest týðandi partarnir í sam­røð­uni. Barna- og ungdómsár Pla­tons hava uttantil verið merkt av teimum seinastu krígs­ár­un­um, tá ið Athen gjørdi sínar seinastu vón­ leysu royndir at koma ovast í bardaganum við Sparta, men tað førdi sum kunnugt bara til vanlukkuna í 404. Alt hetta hevur bara óbeinleiðis sett sær spor í ritverkini hjá honum. So mikið meira hev­ ur tað, at hann hitti Sokrates, og samveran við hann havt at týða; ávirkanin frá hesum mann­in­um og – fyri at brúka eina nútíðar orðing: per­són­ liga útstráling – bleiv alt­av­ ger­andi fyri hansara lív og hugsan seinni. Og at júst hann, "tann besti og rætt­vís­ asti av øllum" skuldi ger­ast offur fyri einum justits­morði – hvussu kundu Pla­ton og hansara samsintu meta tað øðrvísi? – tað hevur ver­ið, ikki bara ein andaligur skelk­ ur, men gjørdist eisini tann geringin, sum hevur gjøgn­ um­súrgað alt lív Platons, hans­ara virki og ritverk. Platon skrivaði ikki heim­ speki­lig­ar ritgerðir, men dia­log­ar, tvírøður. Staturin er tann longsta og tann tví­ røð­an, sum hevur havt mest víð­fevndu ávirkanina. Í verk­in­um skifta Sokrates og sam­røðu­fe­lag­ar hans­ara orð um eina røð av heim­speki­lig­ um økjum, m.a. etikk, meta­ fysikk, ástøðislæru og pol­it­ iska heimspeki. Staturin er bygdur upp sum ein sokratisk tvírøða við tí í hyggju at finna fram til týdningin av hugtakinum rætt­vísi. Tvírøðan kannar tveir grundleggjandi spurn­ ingar. Tann fyrri spurn­ing­ ur­in er "hvat er rættvísi". Sokra­tes viðger spurningin, bæði tá tað snýr seg um tað pol­it­iska samfelagið, og tá tað snýr seg um tað einstaka menn­iskjað ella sálina. Hetta ger hann fyri at taka hin spurn­ing­in í tvírøðuni upp til við­gerð­ar "er tann rættvísi mað­ur­in eydnusamari enn tann órætt­vísi maðurin?" ella "hvat er sam­bandið ímillum rætt­vísi og eydnu­ semi?" Eft­ir at hava sett hes­ar báð­ar meg­in­spurn­ ing­ar­nar í kjakinum, verða heim­spekiligu mál Pla­tons í tvírøðuni etisk og polit­isk. Fyri at greina hesar báð­ar spurningarnar byggja Sokra­ tes og samrøðufelagar hans­ ara ein rættvísan polis, ein býar­stat, upp í orðum, Teir gera hetta fyri at greiða frá, hvat rættvísi er, og síðani halda teir fram at lýsa, at rætt­vísi í polis er líkt rættvísi í tí einstaka menniskjanum. Tað er Forlagið HEMLIÐ, sum gevur bókina út. For­ lag­ið gevur út klassikarar í heims­bók­ment­um og hevur hig­ar­til giv­ið út 10 bøkur. Bókin er 448 bls. og kost­ ar 348 kr. Bogi Gaard Joensen Sørvági Í løtuni ríða vit í Føroyum á einum alduryggi av há­ kon­junkt­uri, sum sitandi sam­gonga ger sær dælt av og brúkar sum eitt tjúkt royk­skýggj at leggja út yvir pol­it­isku vanstýringina. Men aftaná ein aldurygg kem­ur ein aldudalur, og tá fæst sjón fyri søgn um alt óskil­ið. Okkara stýriform kalla vit fyri demokrati/ fólka­ræði. Tað hevur sín uppruna í tí antikka Grikka­landi, Hellas. Hó­ ast ymisk lýti hevur hes­in stýriformurin ver­ið tann besti higartil, segði Chur­ chill sáli. Tað eru nógvar óskriv­ að­ar reglur í hesum stýri­ formi, millum annað at líka mik­ið hvønn flokk, tú hoyr­ ir til, so skalt tú viðgerast við tign. Tað krevur so eis­ ini, at tú umsitur lóg- og landa­skil við tign. Og her er tað, at ketan dettur av. Henda seinasta tíðin hevur ver­ið merkt av ódámligum pol­it­isk­um svansi, har tað frá tings­ins røðarapalli fýk­ur við ósannindum og rein­um lygnum, soleiðis at tær mest grundleggjandi regl­urnar fyri okkara fólka­ ræði verða traðkaðar undir fót­um. Eitt annað, ið hesin stýri­formur kann føra til, er mario­nett­ir – dukkur í ein­um dukkuteatri. Til døm­is var statsministarin í Danmark undir seinna heims­bar­daga, Scavenius, ein mario­nett, tí alt vald­ið lá hjá týsk­in­um. Í Før­oy­ um hava vit ein løg­mann, sum er ein mario­nett, tí alt valdið ligg­ur hjá for­mann­ in­um hjá stuð­uls­flokk­in­ um, Fólka­flokkin­um. Eitt annað dømi um veik­leik­ar­nar í okk­ara demo­kratii er Mið­flokk­ur­ in. Við Bíbli­uni í hond­ini standa teir og buka og lami­ tera so nógv forboð sum gjør­ligt niður yvir fólkið. Eis­ini hava teir í umbúna við lóg at ognartaka all­ar eggjastokkarnar í Før­oy­ um. Og so er tað Jacob Vest­ er­gaard, sum hevur hevur út­nevnt seg sjálvan sum eina­ráð­andi høvdinga bæði í sam­gonguni og í sínum egna flokki. Um løgmaður um­sat sína uppgávu sum ábyrgd­ari fyri sínum lands­ stýr­is­fólkum til lítar, so tók hann og sendi Jacob Vest­ er­gaard ekspress suður aft­ur til Akrar at renna eft­ir skræpugjólingum. Ser­stak­liga nú, tá hann hev­ur handfarið sítt egna ábyrgd­ar­øki Havstovuna og havrannsóknarskipið við slík­ari vanvirðing. Annars arbeiðir Jacob Vest­er­gaard við eini 3-trins rakett. Tann fyrsta er skot­in av, og við henni hevur hann útlutað og forert alt til­feing­ið í havinum kring Før­oy­ar til nakrar fáar oli­gark­ ar og útlendingar. Næsta trinið í rakettini er, at nú er landsstýrismaðurin far­in upp á land at útveita alla lands­jørðina til somu án­ ar­ar sum á sjónum. Triðja trin­ið í rakettini verður helst at tvings­ils­út­s­kriva før­oy­ing­ar til bú­stað­ar­ skyldu, so­leið­is sum hon var undir stavns­band­in­um upp til 1788. At enda fari eg at seta løg­manni ein einfaldan spurn­ing: Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, løgmaður, fyri skjótt tveim­um mánaðum síðani boð­aði tú alment frá, at tú bein­an­vegin fór at taka øll fiski­rættindini frá garna­ skip­inum Anitu. Hvat hend­ir í hesum málinum? kjak Stopp Skatt Takk Tá tignin bleiv til lygn Týsdagin gevur Forlagið HEMLID út stórverkið hjá Platon: Staturin. Tað er tíggjunda bókin frá forlagnum við Eilifi Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni. Tíggjunda bókin frá Eilifi Samuelsen