mánadagur 20. oktober 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Jøkladal
*22. febr. 1937 – † 24. sept. 204
in memoriam
Sárt kenst í sinni, tá tynnist í túni,
og frægir teir fara frá búnum borð,
og tagnað er tunga og orðalagsbúni
hjá vitrum, sum bóru oss vísdómsins orð.
----
Vit sakna teg, Hera, tú vart oss so drúgvur,
tá vit sótu saman um dagsins mál,
um spakur, tú altíð vart evninum trúgvur,
har vísur tú tíðum gavst samrøðu sál.
Í skildri tú sýndi oss dugna og dygdir,
har maður var maður, og orðið var orð,
og bók tær alt lívið gav djúptøkin brigdir
til verkliga lív títt og andalig kor.
Vit huga teg koma á gáttina tíðan,
har tú átti sess við hitt Runda Borð,
har mangan, tá hugflog á sveim fór ov víðan,
varð tálmað til skynsemi við tíni orð.
Tú segði við gleði frá konu og børnum,
tú átti við Sandin títt friðarskjól,
frá virknum lívi við mongum jørnum,
har tú við tín maka títt húski ól.
Tí kennist tað tómt, tá ið tømist i heimi,
tá vegarin sterki av sótt fellir frá,
tá kulsa má bøga hjá køldum eimi,
tí farin er hann, sum henni var hjá.
Tó enn hoyrist ljóðið frá farnum maka,
tá ungar á flogi, teir syngja sítt ljóð,
við faðirs máli til móður staka,
við hirdar gløður har grúgvan stóð.
----
Nú farin tú ert um ta seinastu sýnu,
at finna tær vegin til evsta lið,
nú sloppin tú ert undan sótt og pínu,
at hvíla í moldum í ævigum frið.
pmp
Kirkjuráðið setti eina dóms
nevnd við 8 fólkum: snið
gevararnir Rói Winthereig í
Skopun og Poul Erik Lykke
gaard í Gentofte, listafólkini
Vígdis Petersen og Amariel
Norðoy,
Bergur
Jacobsen
prestur og kirkjuráðslimirnir
Sigrid Witt og Marjun Rei
nes og formaðurin í Før
oyska
kvinnufelagnum
í
Keypmannahavn, Asley Høj
gaard. Poul Erik hevur í ein
mansaldur verið beinasamur
og góður ráðgevi t.d. í Føroya
Banka, Føroyar í fokus og í
Føroyahúsinum.
Kappingin varð lýst var
í nógvum fjølmiðlum: før
oyskum bløðum, á facebook,
á heimasíðum, í tíðindabrævi
hjá Føroyahúsinum, í før
oyskum og donskum feløgum
og listaskúlum og í Kristeligt
Dagblad. Vinningarnir fyri
trý tey bestu uppskotini
vóru ávikavist 10.000, 3.000
og 1.000 kr.
Tá ið tíðarfreistin var
farin, vóru 86 uppskotin inn
komin, sum vórðu opnað
5. oktobur, tá ið tey flestu í
dómsnevndini fingu møtt.
Tað
var
hugtakandi
og
kveikjandi at síggja, hvussu
luttakararnir á ymsan hátt
høvdu roynt at loyst upp
gávuna.
Búmerkið
skuldi
sipa til kristnu trúnna, vera
einfalt og lætt at kenna aftur,
og eingin tekstur vera á.
Vinnarin av
føroyskum fólki
Hóast dómsnevndin var sera
fjølbroytt
í
samanseting,
vóru limirnir mest sum á ein
um máli um nr. 1 og 2. Hans
Chr. Andreassen, nevndur
HC, gjørdist nr. 1. Hann býr
í Keypmannahavn. Nr. 2
var Vibeke Kampert í Keyp
mannahavn og nr. Hans
Kjær, listamaður í Rudkøbing
á Langeland. Hans Chr. er av
føroyskum fólki, mamman úr
Havn. Poul Erik Lykkegaard
grundgav valið av nr. 1 við
orðunum:
”Førstepræmien gives for
det mest gennemarbejdede
og velargumenterede forslag
i et moderne, dynamisk form
sprog. Symbolet udtrykker
det kristne budskab og kan
aflæses på flere planer.
Formen er overraskende
og let genkendelig. Mærket
kan nemt implementeres i
alle størrelser, teknikker og
materialer.”
Kirkjuráðið í Santa Ólavs
kirkjuliði, sum nú eigur øll
uppskotini, fer í næstum
at taka støðu til, um eitt av
teimum trimum vinnara
búmerkjunum skal gerast
búmerkið hjá kirkjuliðnum.
Kirkjuliðið brátt
100 ár á baki
Onkuntíð um ella eftir 1900
fóru føroyingar í Keypmanna
havn at hava føroyskar guds
tænastur, men hetta vita
vit lítið um. Í 1915 tók ungi
presturin, Gudmund Bruun,
stig til gudstænastur á før
oyskum máli. Hetta var mest
sum óhoyrt tá á døgum. Gud
mund sjálvur var danskur
prestasonur, føddur í Miðvági,
vaks upp í Sandagerði, men
var bert 6 ár, tá foreldrini
fluttu til Bornholm. Tað
ótrúliga hendi, at júst hesin
drongurin slóðaði fyri før
oyskum
kirkjumáli,
yrkti
sálmar og skrivaði lestrar á
føroyskum. Hóast Gudmund í
1923 gjørdist prestur á Fyn og
seinni próstur har, kom hann
hvønn mánað til sín deyðadag
til
Keypmannahavnar
at
hava føroyska gudstænastu
í kirkjuliðnum, sum tey kall
aðu Santa Ólavs kirkjulið. Í
novembur næsta ár eru 100
ár, síðani Gudmund fór til
verka. Tí er kirkjuráðið farið
undir at fyrireika nøkur til
tøk til hátíðardagin.
Búmerkjakappingin hjá
Santa Ólavs kirkjuliði
av og vinnarnir funnir
Kirkjuliðið flutti í Hans Egede kirkju, tá Samuelskirkjan varð niðurløgd
Í septembur útskrivaði føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn kapping um
búmerki til kirkjuliðið. Áhugin at royna seg tykist at hava verið góður.