Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í dag - 20. oktober - varð farið undir at roynd­ar­koyra eina nýggja matar­skipan í Tvøroyrar-og Trongis­vágs skúla. Skúlastýrið hevur mið­víst arbeitt við hesi ætlan fyri at fáa matarskipanina setta í verk, og nú er kom­ið á mál. Tvøroyrar kommu­na veit at siga, at matar­skipanin er eitt samstarv mill­um kantinuna hjá Anitu Farstad í Trongis­vági og PM Pluss. Tað eru seks ymiskir og heilsugóðir matpakkar at velja ímillum. Veitarin bjóð­ar groft breyð og groft pasta saman við grøn­meti í tvíflísum og salati. - Vit hava valt at byrja við tilboðnum um mat­pakka týsdag og hósdag fyri at kanna, hvør tørv­ur­in er, og bíleggjast og gjald­ast skal umvegis net­ið. Lagt verður aftrat, at evsta mark fyri at bí­leggja er á middegi dagin fyri, og fyri at lætta um framleiðsluna hjá veitara­num er best at bíleggja mat­pakkar til einar tríggj­ar ella fýra vikur í senn. - Hetta er tó eingin treyt, siga tey. Á heimasíðuni hjá Tvør­ oy­r­ar skúla er nærri kunn­ing og vegleiðing um skipan­ina við bílegging av matpakkum. Vilmund Jacobsen Í dag landa fleiri par­trol­ar­ ar, og seinni í vikuni koma eisi­ni nøkur pør inn at landa. - Fiskiskapurin er smá­ lig­ur hjá par­trolar­un­um. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúp­ vatns­trolari landar í dag, og ein kemur inn at landa sein­ni í vikuni. - Annar djúp­vatns­trol­ ar­in hevur mest av toski, og hin hevur svartkalva og fryst­ir veiðina umborð. Fríggjadagin lógu allir hin­ir djúpvatnstrolararnir við bryggju. Fríggjadagin var ein trol­bátur til fiskiskap, og hann kemur inn at landa í dag. Hesin hevur eina bland­ing av toski, upsa, longu, hvítingi og havtasku. - Ivasamt er, nær hinir trol­bátarnir fara útaftur, verð­ur lagt aftrat. Tvey garnaskip eru til fiskiskap og fiska svart­ kalva. Tey koma helst inn at landa síðst hesi í vikuni. - Eitt garnaskip fisk­ar havtasku, veit Fiska­mark­ nað­ur Føroya at siga. Sambært Fiskamarknaði Føroya koma fleiri ísfiskatrolarar inn at landa hesa vikuna Skúla­næm­ingar skulu eta heilsu­góðan mat Fleiri par­trol­ ar­ar landa hesa vikuna Tá samráðingar vóru um svart­ kjaft og norð­havs­ sild,13.-17. oktober, fekst eing­in semja. Sam­ráð­ing­arnar verða tikn­ar uppaftur 15. desember í ár FaroExpo letur dyrn­ar upp al­ ment Vilmund Jacobsen Nýggja fimleikarhøllin, sum er bygd aftrat verandi ítróttar­høll í Runavík, gev­ur bestu karmar um vinnustevnuna Faro­Expo, eins og Løkshøll hev­ur bestu karmar um ráð­ stevnu­na, har fýra áhuga­ verdir fyri­lestr­ar verða hildn­ir seinna­part­in fríggja­dagin, 24. oktober. Stjórin í VRG, Virkis­ ráð­gevingini, Símun Hammer, sigur, at saml- aða talið av fyri­tøk­um, sum taka lut á FaroExpo í ár, liggur um 65, harav um­leið 20 fyritøkur eru út­lendskar, serliga úr Dan­mark og okkara granna­londum annars. FaroExpo byggir á partneriat, har luttakandi fyri­tøkurnar fundast hvør við aðra eftir fastari skip-an. Í ár er konseptið broytt nak­að, tí umstøðurnar við nýgg­ju fimleikarhøllini loyva tí. Símun Hammer vísir á, at umframt, at partneriatið, sum van­ ligt verður í gomlu ítrótt­ a­rhøll­ini, verða eisini nakr­ir básar í nýggju fim­ leikar­høllini, har al­menn­ ing­ur­in hevur ókeypis atgongd. - Nakrar av fyri­tøku­ num, sum verða við á partn­er­iatinum, fara at hava framsýningarbásar inni í fimleikarhøllini, og her verður høvi hjá al­ menn­inginum fyri fyrstu ferð at vitja ein part av Faro­Expo. Hann leggur aftrat, at ein minni kafé eisini verð­ ur í fimleikarhøllini, sum Sjó­kafé’in í Runavík fer at taka sær av. - Tað, sum ræður um á FaroExpo, er, at fyr­i­ tøk­ur­nar, sum við eru, líka sum ”matcha” hvørja aðra, antin sum keyparar ella seljarar, sigur Símun Hammer, stjóri í VRG. Bjarti Thomsen og Heri Thomsen strekkja sær beinini aftur við einum góðum kaffimunni, nú teir fletta í Nólsoy Útlit eru til, at nógvur trolfiskur verður landaður hesa vikuna Tvøroyrar-og Trongisvágs skúli royndarkoyra nú eitt tilboð um nýggja matarskipan á skúlunum Tað eru seks ymiskir og heilsugóðir matpakkar at velja ímillum í matar­ skipan­ini hjá Tvøroyrar-og Trongisvágs skúla. Myndin er tilvildarlig