Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Guðrið Hansdóttir verður aft­ur at hoyra við egnum tón­ leiki í Føroyum, tá hon 21. oktober spælir konsert í Reinsarínum. Ann­ ars hevur hon fyrst og fremst lagt føroyskar kon­ sert­áskoðarar fyri sínar føt­ ur, sum partur av Byrta. Guðrið kemur at fram­føra saman við Bartal Augustinus­ sen, ið hon hevur spælt sam­ an við síðan seinastu út­ gáv­una. Hon gav fyrr í ár nýggja fløgu Taking Ship út. Á fløguni hevur Guðrið sett orð til tekstir hjá týskaranum Hein­rich Heine, og her fer hon í selskap við fólk sum Robert Schumann and Franz Schubert, ið eisini hava gjørt løg til yrkingar hjá honum. Taking Ship er framleidd og upptikin í samráð við Jan­us Rasmussen, ið Guðrið eisini samstarvar við í bólk­ inum Byrta. Nýggja fløgna ljóðar moderna og spennandi, men hevur sum nógv av til­farinum hjá Guðrið ein sorg­blíðan dám, ið brýtur frá sam­starvinum við Janus Rasmus­sen í Byrtu. Guðrið hevur sjálv havt meira at siga á hesari fløguni enn í Byrtu, og tónleikaliga er íblásturin frá svenskum poppi sum The Cardigans er týðiligur. Orðini á nýggju fløguni eru á enskum uttan á “Tú hevur tær dýrastu perlur”, ið Pól F hevur umsett til Føroyskt, og tað er júst hesin føroyski sangurin, ið hevur gjørt um seg á føroyskum útvarpsstøðunum í ár. Fløgan kom út í Týsklandi í januar, fyrst og fremst tí stórur áhugi var fyri Guðrið og hennara tulkingur av Heine. Guðrið sigur sjálv, at fólk spurdu eftir útgávu av sangunum, tá hon var á konsertferð har. Guðrið Hansdóttir við egnum løgum í Reinsaríinum Nú kvøldini gerast myrk og long, fara vit aftur undir almennu fyrilestrarnar á Háskúlanum. Tann fyrsti í heyst verður komandi mána­kvøld, 20.okt. kl. 19.30. Tá fer Bergur Djurhuus Hansen at halda fyrilestur, um Kristian Osvald Viderø og ritverk hansara. Bergur Djurhuus Hansen er ad­ junktur og ph.d.studentur á Føroyamálsdeildini og leggur í løtuni seinastu hond á granskingarverkætlan um ferðafrásagnir eftir K.O. Viderø. K. O. Viderø (1906-1991) var prestur, bíbliutýðari og rithøvundur. Hann ferðaðist nógv, og í greinum og bókum skrivaði hann um sínar ferðir. Fyrilesturin fer at snúgva seg um sambandið millum lív og verk og ser- liga um tvídráttin, sum Viderø stríddist við alt sítt lív: øðrumegin at vilja vera prestur í Føroyum og hinumegin at vilja ferðast og skriva um sínar ferðir. Í síni fyrstu prentaðu ferðafrásøgn í 1931 skrivaði Viderø, at hann “aldri kundi trívast á einum staði” og tí áhaldandi mátti ferðast. Í 1952 var ferðahugurin um at kosta honum starvið sum prestur í Føroyum. Men hóast Viderø sum prestur og rithøvundur var egin, var hann eisini í stóran mun ávirkaður av broytingum og rákum í síni egnu tíð. Bókmentasøguliga var og er hann ikki heimleysur. Eftir fyrilesturin verður høvi hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og gera viðmerkingar. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. Øll eru hjartaliga væl­komin! Viderø á Føroya Fólkaháskúla Í dag byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leik­ inum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn. Við Stovugentunum verð­ ur fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja for­ kunnugu Kom­man­dørhúsini, sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikið frá danska hern­aðarvaldinum. Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kom­man­dør­ húsini og eftir­kríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leik­ritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk. Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræð­ andi søga um tær báðar stovu­genturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl. Frumframførslan av Stovu­gentunum verður leyg­ar­dagin 22. november 2014. Sýningar verða í Kom­ man­dørhúsinum fram til 7. desember 2014. Hesi eru við í Stovu­gent­ unum: Leikstórn: Christoffer Berdal (DK) Scenografi/búnar: Magda­ lena Stenbeck (SV) Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen Framleiðsla: Rakul Thom­sen Týðing: Jette og Gunnar Hoydal Leikarar: Annika Johannessen í leiklutinum sum Madame Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire Gunnvá Zachariasen í leiklutinum Solange Tað er sum vant Egil Barclay Høgenni Hansen og Gunnvá Zachariasen, ið mynda kjarn­ an í Tvazz. Tvazz hevur síðan 2006 avbjóða føroyska áskoðaran við leikverkum, ið hava gingið nýggjar leiðir ella tikið upp kontroversiell evni, nevnast kunnu Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab og Fundamentalisturin eftir Juha Jokela. Men eisini 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, ið Tvazz sýndi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Seinasta leikverkið hjá Tvazz var leikurin Tey óndu, ið bólkurin framførdi tvímælt í Føroyum og á donskum í Grønlandi og í Danmark. Venjingarnar byrja í Kommandørhúsunum