Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 110 - 12. juni 2004 Nr. 110 - 12. juni 2004 3 Samferðslan í Suðuroy á breddan Á evnisdegi á Hotel Øravík í dag er sam- ferðslan í Suðuroynni á breddanum. 85% av Føroya fólki kunnu brátt koyra hvør í túnið hjá øðrum, men Suðuroyggin er ikki við í hesi menning, hóast stórar íløgur eru gjørdar at bøta um samferðsluna við Suðuroynna SAMFERðSLA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Suðuroyar Skeiðsdepil skipar leygardagin fyri evn- isdegi í Øravík, har sam- ferðslan er á skránni. Sagt verður m. a. í tíðindaskrivi, at Vágatunnilin og Norðoy- atunnilin, sum verður lið- ugur seint í 2006, føra við sær, at umleið 85% av Før- oya fólki tá kunnu koyra í túnið hjá hvørjum øðrum. Stórar íløgur eru gjørdar í at bøta um samferðsluna við Suðuroynna, og kemur nýtt Suðuroyarskip ístaðin fyri »gamla« Smyril í heyst. Spurningurin er tó í hvønn mun eitt nýtt skip eina bøtir um korini hjá suðuroyingum og vinnuni í Suðuroynni. Tí greitt er, at bæði fólkið og vinnan í Suðuroynni hava tørv á øðrum broytingum, um- framt at skipið er nýtt, siga fyrireikararnir millum ann- að. Á evnisdegnum verða m. a. umrøddir spurningar við- víkjandi títtleika, broyting- um í ferðaætlan, flutnings- kostnaður og umskipan av umsitingini av Suðuroyar- leiðini. Suðuroyingar fara at kjakast um samferðslu á evnisdegi í Øravík í dag C M Y K 3 2 : : : : Starvið Førleikakrøv Vit bjóða Umsóknir Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í Tórshavn. Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina. Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir · ger av ávegis- og ársroknskapi · rapportering til útlendska móðurfelagið · fíggjarætlanum o.t. · dagligari leiðslu og skipan av deildini · roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar støðir kring landið. Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran. Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum er neyðugur. Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum. krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21. juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr 351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. S Leiðari til fíggjardeildina www.shell.fo