Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 110 - 12. juni 2004 Nr. 110 - 12. juni 2004 5 Ímyndin av Mazda- bilunum í Føroyum, Jóhannes Berg, hevur mist umboðið. Eftir 1. juli fer hann at um- boða Suzuki í Før- oyum BILASØLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað kom rættuliga óvart, at Berg Motors í Havn ikki longur hevur Mazdaum- boðið í Føroyum. Í tíðinda- skrivi sigur Berg Motors, at fleiri broytingar eru farnar fram á bilamarknaðinum í Evropa, eitt nú tað, at Ford hevur fingið so stóra ávirk- an á leiðsluna í Mazda Int- ernational. Hetta hevur havt við sær, at í Føroyum skal Mazda í framtíðini seljast av einum umboð undir danska Ford/- Mazda innflytaranum. Tí kann beinleiðis innflutn- ingurin av Mazda hjá Jo- hannes Berg úr Japan ikki halda fram, sigur felagið. Berg Motors hevur tí tikið yvir Suzuki umboðið frá Eyðbjørn Hansen í Havn. – Fyri at tryggja eina høga tænastu og yfir at um- skipanin skal vera til minst møguligan ampa fyri kund- arnar, er avtalað við Eyð- bjørn Hansen, at hann skal upplæra starvsfólk hjá Berg Motors og í eina tíð vera við í umvælingunum og servisering av Suzuki-bilu- num, sigur Berg Motors. Berg Motors leggur eisini dent á, at felagið framvegis hevur nógvar Mazdabilar á goymslu og nógvar eyka- lutir. Tí fer felagið framve- gis at selja selja bilar og eykalutir í eina tíð enn, og tey fara eisini at umvæla Mazda-bilar til kappingar- førar prísir. Frá 1. juli at rokna verður tað Bilasølan v/Øssur Johannesen, sum skal umboða Mazda í Føroyum BILASØLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Vit fingu fyrispurning frá innflytaranum í Danmark, um vit vildu átaka okkum Mazda-umboðið í Føroy- um, og vit tóku av. Soleiðis sigur Øssur Jo- hannesen, sum eigur og rekur Bilasøluna v/Øssur Johannesen í Hoyvík. Hann selur frammanundan Audi, VW og Seat. – Vit taka við umboðnum 1. juli, og tað fyrsta, vit fara at leggja okkum eftir, verð- ur at veita kundanum bestu tænastuna. Sum Mazda- umboð, so verða tað vit, sum eftir 1. juli skulu um- sita allar garanti-uppgávur fyri Mazda, sigur Øssur Jo- hannesen, sum væntar, at tey viðvíkjandi bilasølu fara at hava eina bleyta byrjan, tí Berg Motors hev- ur fleiri bilar og eykalutir á goymslu, sum tey uttan iva fara at selja fyri kappingar- førar prísir. Síðani 1967 hevur Jo- hannes Berg selt Mazda bilar í Føroyum. Hann er av sonnum The Gran Old Man innan føroyska bilasølu, tí við Mazdabilunum kom verulig ferð á privatbilasøl- una í Føroyum. Hóast tað hevur ljóðað eina tíð, at sáttmálin hjá Berg Motors um sølu av Mazdabilum hevur verið uppsagdur, so kom tað ó- vart, at Jóhannes Berg ikki longur skal selja Mazda- bilar. Øssur Johannesen sigur, at tað er í fullari semju við Audi, VW og Seat innflyt- ararnar í Danmark, at hann nú eisini fer at selja Mazda í Føroyum. Johannes Berg breyt rættuliga upp úr nýggjum, tá hann kom til Føroya við fyrsta Mazda-bilinum, sum var púrasta ókendur í Norð- anlondum tá. Johannes Berg gjørdist Mazdaumboð í 1968, og var Mazda mest seldi bilur í Føroyum øll sjeytiárini - og var Johann- es Berg eisini ímyndin av Mazdabilunum. Tað verður ofta sagt, at við Mazdasølunu hjá Jo- hannes Berg byrjaði »priv- at-bilaøldin« í Føroyum av røttum, tí tá tók sølan dik á seg. Sama árið var reglan tikin av um, at tú skuldi hava valutaloyvi fyri at innflyta bilar. Nú skal Øssur selja Mazda-bilarnar …og Johannes Berg selur nú Suzuki »The Grand Old Man« innan føroyska bilasølu, Jóhannes Berg, hevur verið ímyndin av Mazdabilum. Við hansara innsatsi tók bilasølan í Føroyum rættuliga dik á seg, og »bilaøldin« í Føroyum byrjaði við Mazda »landnáminum« í 1967 Mynd: Magnus Gunnarsson – Tá vit vórðu biðin um at átaka okkum søluna av Mazda-bilum í Føroyum, tóku vit av, sigur Øssur Johannesen. Hann fer at leggja dent á,at kundin skal kenna seg væl. Frá 1. juli verður hann Mazdaumboð í Føroyum, og tað verður hann sum skal gera allar garanti-umvælingar og sum skal selja allar originalar eykalutir Myndir: Jens Kristian Vang 21 ára gamli Brandur Johansen fekk staðfest diagnosuna DAMP, tá hann var 15 ára gamal. Hann sig- ur, at fólk hava mis- skilt hetta brekið, og tað, saman við mangl- andi viðgerð, ger tað munandi verri fyri fólk við hesum breki at liva í Føroyum. – Ongin verður fødd- ur við atferðartrupul- leikum, men fær teir, tí at umhvørvið ikki skilir støðuna hjá honum, ið ber hetta brekið, sigur hann SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Brandur Johansen var eitt satt problembarn, tá hann var lítil. Hann varð uppgiv- in sum 12 ára gamal av skúlanum, og ongin vildi kennast við, at hann bar eitt brek. Allarminst sjálvur vildi hann viðganga tað, men mamma hansara stríddist í mong ár við at fáa Brand til Danmarkar, tí hon visti, at soninum bagdi eitthvørt. – Eg varð tveittur út úr skúlanum sum 12 ára gam- al, og eg eri rættuliga beisk- ur inn á flestu lærararnar hjá mær, tí eg bara soleiðis varð sleptur upp á fjall, sigur Brandur. Hann er ikki í iva um, at um fakfólk ella ein stovnur var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hansara barndómur verið heilt øðr- vísi. Fólk skilja ikki Brandur leggur dent á, at fólk við DAMP ikki eru menningartarnað. Hann heldur, at tað kann tykjast, sum at flestu fólk halda tað. Men soleiðis er tað ikki. Hann virkar í allar mátar sum onnur vanlig fólk. Hann dugir væl at lesa, skriva og rokna, hóast hann bert gekk í skúla í sjey ár. Eitt barn við DAMP hev- ur nakrar atferðartrupul- leikar, sum koma til sjónd- ar, tí ongin skilir hetta barn- ið ella verðina hjá tí. – Eitt barn verður føtt við brekinum, men atferðar- trupulleikarnir koma seinni, greiðir Brandur frá og leggur afturat, at tað er skeivt at nýta orðið atferð- artrupul um fólk við DAMP. – Tey kunnu ikki øll koyrast í ein sekk og lýsast við hasum eina orðinum, tí tað er ikki tað, sum feilar. Atferðatrupulleikar koma av neurologiska brekinum, sigur hann. Eitt barn við DAMP sansar alt nógv betur enn eitt vanligt menniskja ger. Tey hava onki filtur, sum kann sortera frá, og tí koma øll inntrykk við fullari ferð inn í heilan, og geva barn- inum trupulleikar at takla tey. Men tað eru eisini ymisk- ir variantar av brekinum, og tað ger, at DAMP ikki er líka merkisvert hjá øllum. DAMP verður eisini kallað eitt ósjónligt brek, og tað er sjálvandi tí, at tað ikki sást á einum persóni, um hann hevur hetta breki ella ei. Ikki fyrr enn atferðartrup- ulleikarnir koma í øllum førum. Buldribassi Brandur leggur merki til alt, og tað hevur hann altíð gjørt. Hann minnist, at bara onkur misti eitthvørt á gólvið í skúlanum, so kundi hann ikki sita niðri. Hann var hjá viðkomandi beinan- vegin og skuldi hava alt við. Og hann greiðir eisini frá øðrum dømum, har hann hevur sansað ella lagt okkurt tilmerkis, áðrenn onnur gjørdu. Hetta millum annað hev- ur gjørt sítt til, at hann varð skýrdur buldribassi. Og seinni, tá tað gjørdist meira og meira greitt fyri mammu hansara, at hann helst var DAMP, bleiv hann eisini happaður fyri tað. Og tað gjørdi ilt verri, sigur hann. – Mamma fór langt í sín- um stríði fyri at fáa meg niður til kanningar, og tað gjørdi, at tað kom fram, at eg var DAMP, at eg varð illa happaður, greiðir hann frá. Happingin gjørdi, at Brandur bleiv sera illur í sær, og hann byrjaði eisini at verða harðligur so hvørt sum hann eldist. Og tá hann so byrjaði at ganga í býn- um, vant harðsskapurin meira og meira upp á seg. – Eg kundi ikki hoyra orðið DAMP, so byrjaði eg at sláa frá mær, tí eg hevði so ilt við at góðtaka, at eg var tað. Ein diagnosa merk- ir jú næstan, at ein er øðr- vísi, men tað vil ein ikki vera, tá man er í tannárun- um, vísir Brandur á. Hesin harðskapurin vant upp á seg, og Brandur hevði tað als ikki gott. Tá hann var 15 ára gamal, eydnaðist tað endiliga teim- um at fáa føroysku mynd- ugleikarnar at senda hann niður. Har varð diagnosan DAMP sett eftir bert einari kanning. Har fekk Brandur eisini at vita nøkur ting, um hvat og hvussu hann kundi gera fyri at betra um sínar liviumstøður. Betri barndóm Í sínum uppvøkstri minnist Brandur manga tunga løtu, har hann ferð eftir ferð fekk at vita, hvat hann ikki skuldi gera, hvat hann gjørdi skeivt, og at hann ikki var góður nokk. – Tað er strævið fyri foreldur at hava slík børn, tí tey duga jú ikki at handfara tey. Tað besta hevði verið, um tey ið dagliga eru um slík børn, vórðu skúlað til at handfara tey, sigur hann. Hann heldur fram, at fólk seta krøv til onnur eftir teirra førleikum, og við tað, at DAMP børn hava nakrar funktiónstrupulleikar, sum gera, at tey til tíðir ikki hava allar vanligar førleik- ar, so eru tað ikki røttu krøvini, ið verða sett. Brandur er sannførdur um, at um ein stovnur ella eitt viðgerðarheim var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hann havt ein munandi betur barndóm. – So hevði eg fingið staðfest DAMP nógv fyrr, og alt mítt umhvørvi hevði duga betur at farið við mær, tí tey høvdu skilt, hvat bagdi, sigur hann. Følir við Peturi Brandur leggur dent á, at hann hevur tað gott í dag. DAMP er eitt lívslangt brek, og hann fer at læra seg at liva við tí restina av sínum lívi. Sjálvur hevur hann fingið eyguni upp fyri, hvat bagdi honum, og sær hann heilt øðrvísi upp á sín uppvøkstur og atburð sum barn í dag enn fyrr. Hann sigur, at hann hevur nógv at takka sínari gentu, mammu og vinum fyri, tí hesi hava stuðlað honum so nógv. Men hann kann framveg- is øsa seg upp um viður- skifti, sum liggja honum nær at hjarta. Hann varð so keddur, tá hann fyrstu ferð hoyrdi um lítla Petur, sum skal sendast av landinum á stovn fyri atferðartrupul børn. – Mítt hjarta bløðir fyri honum og familjuni, tí tað er ov galið, at onki kann gerast fyri hann her í Før- oyum. Tað er heilt sikkurt betri fyri hann at vera í sínum heimliga umhvørvi við teimum, sum hann er góður við rundan um seg, ivast Brandur ikki í. Hóast hann ikki hevur so nógva skúlagongd, so hevur Brandur ein framtíðar- dreym um at verða náms- frøðingur og kunna arbeiða við børnum við serligum tørvi. – Eg havi nógv at geva slíkum børnum, og tað er tíð uppá, at DAMP verður sett á kortið í Føroyum, tí hetta er nakað, sum vit kunnu gera nakað við, sigur 21 ára gamli Brandur Johansen. Fólk hava misskilt DAMP 21 ára gamli Brandur Johansen fekk staðfest DAMP sum 15 ára gamal. Hann er ikki í iva um, at var ein viðgerðarstovnur fyri atferðartrupul børn í Føroyum, tá hann var barn, so var hansara uppvøkstur heilt øðrvísi Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4