leygardagur 12. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 110 - 12. juni 2004
Nr. 110 - 12. juni 2004
7
Sinnilig vika í Vágum
Sinnisbati hevur
farnu vikuna skipað
fyri norðurlendskari
summarlegu fyri fólk
við sinnisbreki. Legan
er liður í árligum til-
taki, sum norður-
lendska meginfelagið
hjá fólki við sinnis-
breki skipar fyri.
Hetta er aðru ferð,
slík lega er í Føroyum
SUMMARLEGA
Edvard Joensen
Vágar:
Árliga
norðurlendska
summarlegan fyri sinnis-
veik hevur verið hildin á
Hotel Vágum síðan mána-
dagin. Legan endar sunnu-
dagin, tá fólk fara heim-
aftur. Næsta summarlegan
av hesum slag verður í Nor-
eg, har nirska landsfelagið í
tí sambandinum fer at hava
20 ára hald.
Talan er um árliga aftur-
vendandi
tiltak,
sum
»Nordisk
Forening
for
Sosial og Mental Helse"
skipar fyri. Hesin felags-
skapur er norðurlendskt
meginfelag hjá feløgunum í
ymsu londunum. Føroyaki
limurin í hesum meginfelag
er felagið Sinnisbati.
Soffi Egholm, formaður í
Sinnisbata, letur væl at
summarleguni, sum verið
hevur í Vágum hesar dagar-
nar.
Tað eru 117 luttakarar á
leguni í ár, greiðir hon frá.
Av teimum eru teir níggju
føroyingar. Hinir eru úr
øllum
Norðurlondum,
íroknað Álandi.
Fólk eru sera væl nøgd
við leguna, sigur Soffi Eg-
holm. Tey eru positiv og
væl nøgd við tiltakið, hóast
fleiri ferðir verður broytt í
løgdu skránni, tí fólk ikki
halda seg til at fara til
uppsettu tiltøkini.
– Hesi fólkini eru so-
leiðis fyri at hóast tað kann
tykjast áhugavert eina løtu
at fyrireika seg til eitt nú
ein gongutúr á Fjallavatn,
kann tað næstu løtuna ger-
ast so møtimikið, at tey set-
ast aftur. Tey broyta ofta
meining um hetta og hatta,
greiðir Soffi Egholm frá.
Og so er tað, at vit skulu
hava onnur tiltøk klár at
fara til, sigur hon.
Ikki tí, leggur hon afturat.
Tað er eingin trupulleiki
her hjá okkum, tí vit eru al-
tíð von við at hava ein
»Plan B«, tá vit fyrireika
okkurt her. Tí plagar veðrið
at syrgja fyri. Í hesum
døgum hevur tó onkuntíð
verið brúk fyri einum »Plan
C« eisini, sigur hon.
Grindaboð
Hetta hevur verið hending-
aríkt, sigur Soffi Egholm.
Gestirnir komu í Vágar
mánakvøldið, har legan
varð
sett.
Hans
Pauli
Strøm,
landsstýrismaður
við almanna- og heilsu-
málum, helt ein fyrilestur
um framtíðar psykiatri í
Føroyum, sum luttakararnir
hava tosað nógv um síðan,
sigur hon.
Men hæddarpunktið á
leguni higartil hevur tó ver-
ið týsdagurin, tá øll endaðu
í grind í Bø.
Dagurin byrjaði við út-
ferð til Mykinesar, har upp-
livilsini vóru nógv. Og so
mitt í øllum vóru tey stødd
í eini grind. Tey vóru við til
at reka, og hetta festi seg í
sinnið hjá teimum, greiðir
formaðurin í Sinnisbata frá.
Hon leggur dent á, at
eingin teirra yvirhøvur hev-
ur fingið nakað negativt
upplivilsi av hesum, sum
fyri mong kann tykjast ógv-
usligt. Heldur hinvegin.
Greitt er teimum frá,
hvussu hetta við grinda-
drápi í Føroyum hevur ver-
ið skipað gjøgnum øldir, og
tað skilja tey væl.
Og sum sonnum ferða-
og grindafólki sømir seg,
hava tey eisini nýtt høvið at
fáa sær eitt minni við. Onk-
ur teirra hevur beinleiðis
fingið part, so at siga. Tey
hava fingið sær grind, sum
goymd verður í fyrsti-
boksini til at hava heim aft-
ur við sær og royna, tá tey
koma aftur til sín sjálvs.
Eisini onnur tiltøk hava
verið á skránni. Eitt nú
gongutúrar í Vágum. Út-
ferð í Suðurstreymoy var
eisini á skránni ein av døg-
unum, eins og ein flog-
bóltskapping hevur verið á
Giljanesi. Hann vunnu før-
oyingarnir, sigur Soffi Eg-
holm, og teir skuldu so fáa
heiðursmerki handað á
samkomu á Hotel Vágum
fríggjakvøldið.
Hugni og felagsskapur
Stóri denturin hevur verið
lagdur á at hugna sær á hesi
leguni, sigur formaðurin í
Sinnisbata. Náttúra, sinni
og felagsskapur er slagorð-
ið hjá teimum, sum skipað
hava fyri.
Hóast fólk hava verið
aktiv allan dagin og við-
hvørt eru heldur fyriløgst út
á kvøldið, hava tey tó verið
sera røsk at luttaka í teim-
um felags tiltøkunum, sum
verið hava um kvøldið. Og
tað hava eisini verið positiv
upplivilsi, har eru komin
burturúr, sigur Soffi Eg-
holm.
Her eru fólk við góðum,
skapandi evnum. Fólk hava
millum annað lisið upp
okkurt, tey sjálv hava
skrivað,
greiðir
Soffi
Egholm frá.
Hóast ein arbeiðsbólkur
hjá Sinnisbata hevur staðið
fyri praktisku fyrireiking-
unum av summarleguni í
Vágum, er tað tó ein norð-
urlendskur kanningarbólk-
ur, sum hevur valt staðið.
Tað er soleiðis, at tað er
ein stevnunevnd, um so
kann sigast, sum finnur
fram til og góðkennir ymsu
støðini, har legur verða
hildnar. Og nú eitt av høv-
uðsmálunum við hesi leg-
uni skuldi vera náttúra,
vórðu Vágar valdar út sum
eitt sera vælegnað stað.
Kortini er hotelkapasitet-
urin í so lítil, so neyðugt
hevur verið at havt fólk
búgvandi í húsunum hjá
Sørvágs Húsmøðrafelag og
í Zarepta í Vatnsoyrum.
Eisini er onkur farin til
Havnar at sova, sigur Soffi
Egholm. Men øll tiltøk, ið
verið hava, hava tó verið
skipað við Hotel Vágum
sum miðstøð.
Í sama viðfangi nevnir
hon Atlantsflog sum ein
rættiliga góðan samstarvs-
felaga í hesum tiltakinum.
Har hava tey skipað fyri
øllum ferðum til og frá bú-
staði hjá fólki, umframt at
ferðatilboðini hava verið
rættiliga rímilig, sigur for-
maðurin í Sinnisbata, sum
metir, at luttakararnir á
norðurlendsku summarleg-
uni fyri sinnisveik 2004
fara heim aftur við posit-
ivum minnum frá leguni.
Eit av høvuðsmálunum við norðurlendsku summarleguni fyri sinnisveik hevur verið hugni og
samvera, sum tey eisini kundu njóta í góðveðrinum í Vágum fríggjamogunin
Mynd: Edvard Joensen
Norðurlendsku fløggini uttan fyri Hotel Vágar staðfesta, at her
er norðurlendsk samvera
Mynd: Edvard Joensen
Sunda Kommuna er
farin undir at byggja
nýggjan dagstovn á
Oyrarbakka. Frítíð-
arskúli verður eisini í
sama bygningi
DAGSTOVNUR
Edvard Joensen
Oyrarbakka:
Sunda Kommuna byggir
nýggjan stovn, sum skal
hýsa børnum frá vøggu-
stovu til frítíðarskúla í
sama húsi. Stovnurin ligg-
ur beint sunnan fyri skúlan
á Oyrarbakka.
Nýggi bygningurin verð-
ur í tveimum hæddum,
sigur
Hjalgrím
Dahl,
virkandi
borgarstjóri
í
Sunda Kommunu. Í ovaru
hæddini verður pláss fyri
94 børnum í vøggustovu-
og barnagarðsaldri. Í kjall-
aranum fer so frítíðarskúl-
in at húsast, sigur hann.
Í dag húsast vøggustova
og barnagarður úti á Oyri,
og frítíðarskúlin er á Oyrar-
bakka. Men um eitt ár ella
so fara øll børnini, sum
verða ansað kommunalt í
Sundalagnum, savnað í
einum bygningi, sum er
granni hjá skúlanum. So av
sonnum kann tá sigast, at
framtiðin er miðsavnað
sunnan fyri Streym, sigur
Hjalgrím Dahl.
Tað er Jóan Petur Vang,
byggimeistari á Oyrar-
bakka, sum stendur fyri
byggingini av nýggja dag-
stovninum
hjá
Sunda
Kommunu, sum væntandi
fer at kosta einastaðni mill-
um
níggju
og
tíggju
milliónir krónur, sigur
virkandi borgarstjórin í
Sunda Kommunu.
Nýggjur dagstovnur á Oyrarbakka
Sunda Kommuna byggir dagstovn, sum skal hýsa vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla í
sama bygnini
Mynd: Álvur Haraldsen
Formaðurin í skúla-
leiðarafelagnum,
Hanus Joensen, sigur,
at føroyski fólka-
skúlin er so nógv
skerdur, at illa ber til
at geva næmingum
við serligum tørvi
røttu tilboðini
SKÚLAVERK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Játtan til føroyska fólka-
skúlan er nógv skerd seinnu
árini, samstundis sum krøv-
ini til skúlaverkið bara
vaksa. Hetta er niðurstøðan
hjá formanninum í skúla-
leiðarafelagnum,
Hanus
Joensen, ið til dagligt er
skúlastjóri í einum av
størstu skúlunum í land-
inum, Kommunuskúlanum
í Havn.
Kunnu ikki blíva við
at fylla stovurnar
Hanus Joensen sigur, at eitt
av aðalmálunum í føroysku
fólkaskúlalógini
er,
at
skúlin skal verða fyri øll.
Hetta merkir, at eisini teir
næmingar, ið hava serligan
tørv, skulu rúmast í vanligu
skúlunum. - Um so er, at vit
skulu liva upp til orðingina
"skúlin fyri øll", er tað
altavgerandi, at vit eisini
hava amboðini til tað, og
tað hava vit ikki í løtuni, og
vit hava heldur ongantíð
havt tey, sigur Hanus Joen-
sen. - Tískil klára vit ikki at
liva upp til okkara endamál,
og tað er ógvuliga harmi-
ligt, heldur formaðurin í
skúlaleiðarafelagnum.
Herfyri kom fram, at
skerjingin í tímatalinum hjá
teimum einstøku skúlunum
hevði við sær, at fleiri
skúlaleiðarar kring landið
noyddust at tamba lógina til
tess at fáa kabaluna at
ganga upp. Til hetta sigur
Hanus Joensen, at tað kann
ikki verða rætt, at vit
noyðast at blíva við at fylla
stovurnar upp við næming-
um, tí at tímatalið lækkar. -
Hjá miðnámsskúlunum ber
til at siga, at teir taka færri
næmingar inn, men vit hava
skyldu til at taka øll inn.
Hetta er ein ótolandi støða,
og tað skerst ikki burtur, at
í slíkum støðum, har næm-
ingatalið í einum flokki er
uppi á kanska 27 næming-
um, er tað oftast teir veiku
næmingarnir, ið eru við
sviðið soð. Tískil kunnu vit
vænta, at spjaðið millum
teir góðu og teir veiku
næmingarnar bara vaksur,
sigur Hanus Joensen. -
Hetta her við at tamba lóg-
ina er ikki uttan kostnað
bæði fyri undirvísingina og
næmingarnar, sigur for-
maðurin í skúlaleiðarafe-
lagnum. – Vit hava alt ov
lítið av amboðum og fíggj-
arligari orku til, at vit
kunnu røkka okkara enda-
málið, sigur Hanus Joensen
og leggur afturat, at hann
veit ikki, um tað eru skúla-
myndugleikarnir
ella
politikkarnir,
ið
hava
ábyrgdina, tí tað eru skúla-
myndugleikarnir, ið hava
skyldu til at boða politikk-
arunum frá, hvønn fíggjar-
ligan tørv føroyski fólka-
skúlin hevur.
Næmingar við
serligum tørvi
raðfestast hægri
Tað er einki dulsmál, at eitt
nú næmingar við atferðar-
trupulleikum hava tað trup-
ult í einum vanligum skúla.
Hesir næmingar hava tørv á
nøkrum øðrum tilboðum
enn tí, sum vit kenna úr før-
oyska skúlaverkinum, og
tað er júst hesi tilboð, ið
Hanus Joensen eftirlýsir. -
Vit hava ikki tey tilboð til
hesar næmingar, ið granna-
londini hjá okkum hava, og
tað verður ógvuliga trupult
hjá okkum at hava besta
skúlan í Norðanlondum um
nøkur, soleiðis sum ætlanin
er, um vit ikki hava eina
viftu av tilboðum til teir
næmingar, ið hava serligan
tørv, vísir Hanus Joensen á.
– Tað er eisini ein stórur
trupulleiki hjá okkum, at
vit ikki hava fólk við ser-
kunnleika innan hetta øki,
tí tað er alneyðugt, um vit
skulu hjálpa hesum børn-
um. Á Sernámsdeplinum,
sum hjálpir okkum í sam-
bandi við børn við serligum
tørvi, eru til dømis alt ov
fáir sálarfrøðingar. Onkun-
tíð eru teir tveir og onkun-
tíð bara tann eini, og tað er
undir alt lágmark, heldur
Hanus Joensen. - Fyri at vit
kunnu hjálpa hesum børn-
um, er tað eisini umráð-
andi, at tey hava eina diag-
nosu, tí tað ger tað beinan
vegin lættari hjá okkum at
finna fram til, á hvønn hátt
vit kunnu hjálpa teimum,
og tískil er tað so umráð-
andi, at vit hava nóg mikið
av serkønum fólki, sigur
hann. – Eisini haldi eg tað
verða løgið, at eitt nú børn
við atferðartrupulleikum
hava stuðul, tá ið tey ganga
í barnagarði, men tá ið tey
so koma í skúla, er eingin
stuðul. Har noyðist at verða
eitt tættari samstarv millum
ráðini, so at talan verður
um eitt meiri glíðandi skifti
frá barnagarði til skúla, og
møguligani
at
stuðulin
fylgir við barninum inn um
skúlans gátt, heldur Hanus
Joensen.
Ongir pengar til
eftirútbúgving
Um so er, at næmingar við
serligum tørvi skulu rúmast
í fólkaskúlanum, er tað
eisini neyðugt, at lærara-
fjøldin verður skúlað til at
taka sær av hesum børnum.
Formaðurin í skúlaleiðara-
felagnum sigur, at nú er so
lítið av pengum, at flestu
skúlar hava ikki ráð til at
senda fólk á skúla at nema
sær eftirútbúgving ella bara
á eitt styttri skeið. – Herfyri
høvdu vit fund í skúla-
leiðarafelagnum, og har
søgdu fleiri skúlaleiðarar,
at teir høvdu ongar møgu-
leikarar fyri at senda fólk á
skeið, tí tað vóru ongir
pengar til tað, greiður Han-
us Joensen frá.
Eisini fílist formaðurin í
skúlaleiðarafelagnum á, at
tað somuleiðis er ein
trupulleiki, at leiðararnir á
teimum ymisku skúlunum
kring landið ikki hava
nakrar reglur at halda seg
til. – Eingin tímir at søkja
leiðarastarv
í
føroyska
skúlaverkinum, tí arbeiðs-
byrðan er so ómetaliga stór,
og umsitingin og náms-
frøðisliga
leiðsla
tekur
nógva tíð. Harafturat eru
ongar reglur á økinum, sum
lýsa arbeiðið hjá skúlaleið-
arunum, sigur Hanus Joen-
sen.
Skúlastjórin í Kommunu-
skúlanum heldur, at um vit
blíva við at lata eyguni
aftur fyri øllum trupulleik-
unum, soleiðis sum vit
leingi hava havt lyndi til,
gongur tað út yvir allar
næmingar í føroyska skúla-
verkinum, og tí er tað
alneyðugt, at okkurt hendir
sum skjótast, sigur hann at
enda.
Støðan er hættislig í fólkaskúlanum
Formaðurin í skúlaleiðarafelagnum, Hanus Joensen, heldur tað verða alneyðugt, at okkurt verður gjørt við støðuna í føroyska fólkaskúlanum sum skjótast.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6