leygardagur 12. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 110 - 12. juni 2004
Nr. 110 - 12. juni 2004
9
VIÐMERKING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir
parlamentsvalið
sunnudagin 13. juni verður
ES-toppfundur 17.-18. juni,
og tá skal fyrsta uppskotið
til ES-grundlógina eftir
ætlan samtykkjast. ES-lima-
londini komu til eina semju
hesum viðvíkjandi í seinnu
helvt av 2003 eftir intensar
samráðingar, og semjan um
ES-grundlógina er úrslit av
einum arbeiði, sum fór í
gongd eftir samtyktina av
NICE-sáttmálanum afturi í
2001. Semjan fyri ES-
grundlógini er ein varði í
gongdini og kjakinum um
europeisku framtíðina.
Longu nú tykist semja
vera um innihaldið í upp-
skotinum til nýggju grund-
lógina, og greitt er, at fleiri
øki í ríkisfelagsskapinum
millum Grønland, Føroyar
og Danmark helst eisini
verða ávirkað av ES-grund-
lógini.
Tí skuldi kravið einfalt
verið, at føroyskir og grøn-
lendskir
íbúgvar
eisini
skuldu havt møguleikan at
luttikið í eini komandi av-
gerð um ES-grundlógina.
Men einki røkist fyri hes-
um, og danska stjórnin hev-
ur als ikki tikið føroysku
stjórnina við í viðgerðina
og samráðingarnar um ES-
grundlógina, hóast danski
forsætisráðharrin Anders
Fogh Rasmussen gav lyfti
um hetta í røðu í Fólkating-
inum á sinni. Hinvegin hev-
ur Føroya Landsstýri eftir
øllum at døma eingi stig
tikið til at vera við í hesi
gongdini. Undanfarna full-
veldissamgongan
hevur
ikki verið partur av nøkrum
arbeiði fram ímóti eini
grundlóg, og tað hevur
núverandi
samgongan
heldur ikki, hóast løgmaður
hevur luttikið í fakligum
kjakið á Christiansborg.
Hesi vantandi initiativ
skyldast helst, at vit ikki
eru partur av ES, men nú
ES-grundlógin møguliga
fær stóra ávirkan á ríkisfel-
agsskapin, skuldu føroying-
ar luttikið í gongdini. Men
einki hevur verið at sæð til
hetta. Ein skelkandi líka-
sæla, hóast ES-grundlógin
kann fáa stórar avleiðingar
fyri Føroyar og Grønland.
Um
norðuratlantisku
stjórnirnar og veljararnir
ikki fáa loyvi at luttaka í og
gera sína ávirkan galdandi
viðvíkjandi ES-grundlógini
og møguligum avleiðing-
um, er vandi fyri, at vit
missa
grundleggjandi
fólkaræðislig rættindi.
Samanstoytir
Truplu spurningarnir við-
víkjandi ES-grundlógini og
ríkisfelagsskapinum
eru
fyrst og fremst at finna í
teimum felagsmálum í rík-
isfelagsskapinum,
sum
Danmark umsitir vegna
Føroyar og Grønland, men
sum sambært nýggju ES-
grundlógini gerast ES-mál í
framtíðini og tá umsitin úr
Brüxelles. Sostatt verða
føroysk og grønlendsk øki
møguliga umsitin úr ES,
uttan at vit føroyingar hava
valt hetta.
Í løtuni eru grundleggj-
andi súlurnar í ríkisfelags-
skapinum ein felags grund-
lóg, felags statsborgara-
skapur, felags uttanríkis- og
trygdarpolitikkur,
felags
rættarpolitikkur,
felags
gjaldoyra og umframt hetta
felags politikkur á fleiri
øðrum økjum. Sambært
grundlógini kunnu hesi
felagsmálini í ríkisfelags-
skapinum bert broytast eftir
paragraff 88 í grundlógini
um grundlógarbroytingar,
og tað krevur luttøku frá
fólkinum, eisini føroying-
um og grønlendingum.
Men ES-grundlógin kann
kollvelta øll hesi øki í ríkis-
felagsskapinum, uttan at
føroyingar og grønlendingar
hava ávirkan, og hetta er so-
statt í grundleggjandi stríði
við grundlógina, sum er
hornasteinurin í ríkinum.
Føroyingar hava fyrr ikki
luttikið í ES-fólkaatkvøð-
um, tí Føroyar ikki hava ver-
ið limir í ES, og hesin log-
ikkur hevur bygt á, at tað er
høpisleyst, at føroyingar
skulu hava ávirkan á nakað,
teir ikki eru partur av.
Hesar
grundgevingar
hava higartil verið rímilig-
ar, men kanska ikki longur.
Seinastu árini hevur ES við
stórari success ment seg, og
við nýggju grundlógini fer
ES møguliga nú at ávirka
fleiri øki og mál í sjálvum
ríkisfelagsskapinum. Við
øðrum orðum er støðan nú,
at ES-grundlógin - uttan at
vit velja tað - eisini kann
koma at fevna um Føroyar
og Grønland í ávísan mun.
Tí skuldu norðuratlantisku
tjóðirnar eisini havt sína
ávirkan.
Felagsmál til
Brüxelles
Higartil hava felagsmálini í
ríkisfelagsskapinum uttan-
ríkismál,
gjaldoyramál,
verjumál og rættarmál ikki
verið ES-mál, og hetta hev-
ur forðað fyri einum veru-
ligum, týðiligum og sjón-
ligum samanstoyti millum
ES og ríkisfelagsskapin.
Men nú kann sannleikans
tími vera komin við eini
uppgerð fyri framman, tí
við eini komandi ES-
grundlóg verða hesi áður-
nevndu felagsmál helst
eisini undirløgd ES, og so
er ikki torført at fáa eyga á
ógreiðu spurningarnar, sum
taka seg upp fyri Føroyar
og Grønland. Sostatt kann
ES-grundlógin koma í stríð
við núverandi bygnaðin og
skipanina í ríkisfelagsskap-
inum.
ES-grundlógin
sigur
eisini, at ES-dómstólurin
hevur myndugleikan yvir
nationalu rættarskipanun-
um í ES-limalondunum, og
tað merkir, at danska
grundlógin og danski stats-
rætturin eisini eru undir-
løgd ES-rættin. Og tá
danska rættarskipanin eis-
ini umfatar føroysku og
grønlendsku rættarskipan-
ina, kunnu vit eisini á hes-
um øki verða automatiskt
undirløgd ES-rættin.
Føroyska stjórnin hevur
sum skilst eisini í umbúna
at fáa størri ávirkan á utt-
anríkispolitiska økið, men
samtyktin í ES-grundlógini
hesum viðvíkjandi er, at
uttanríkis-
og
verjupolitiska
ES-
samstarvið gerst tættari og
meiri
integrerað
enn
nakrantíð áður. 2003 varð
eyðkent av einum felags
ES-uttanríkispolitikki við
hernaðarluttøku
á
t.d.
Balkan, í Miðeystri og í
Afrika.
Umframt
hetta
hevur ES stungið út í kortið
eina langsiktaða felags
hernaðarætlan, sum Dan-
mark aktivt hevur luttikið í.
Sostatt røkist fyri, at danski
og
harvið
okkara
uttanríkispolitikkur heilt
gerst partur av ES.
Umframt uttanríkis- og
rættarmál eru gjaldoyramál
eisini viðkomandi. Undan
fólkaatkvøðuni í Danmark í
2000 um felags evruna
segði danska Uttanríkisráð-
ið í sambandi við Føroyar
og Grønland, at "Dette
spørgsmål skal vi selv tage
stilling til. Der er tale om et
rigsanliggende".
Við
hesum setningi tykist tað,
sum avgerðin um føroyskt
og grønlendskt gjaldoyra
skal takast í Danmark.
Ógreið føroysk
luttøka
Um ynskið verður sett fram
um luttøku í avgerðini um
ES-grundlógina, taka enn
fleiri truplir spurningar seg
upp. Fyrst og fremst er
spurningurin, um vit skulu
hava eina innanhýsis fólka-
atkvøðu í ríkinum. Hvat
skulu vit føroyingar at-
kvøða um ella vera við at
avgera? Við øðrum orðum,
hvat skal standa á einum
eventuellum atkvøðuseðli?
Skulu føroyingar og danir
atkvøða fyri tí sama? Skulu
allar atkvøðurnar í ríkinum
teljast upp saman, ella skal
hvørt landið sær koma fram
til sítt tjóðarynski? Hvat
skulu vit í grundini taka
støðu til?
Um føroyingar fáa loyvi
til og taka stig til at ávirka
framtíðaravleiðingarnar
fyri eini ES-grundlóg, eru
allir
hesir
áðurnevndu
spurningar
framvegis
ógreiðir og als ikki við-
gjørdir í Føroyum. Báðir
mótstøðumenninir í ES-
høpi Kaj Leo Johannesen
og Høgni Hoydal hava al-
ment borið fram, at føroya
fólk skulu sleppa til orð-
anna, um ES-grundlógin
ella ES-menningin bein-
leiðis fer at ávirka Føroyar,
men enn er einki kjak og
eingin viðgerð fingin í lag
her á landi, og tískil er før-
oyska tjóðin ófyrireikað til
tær uppgávur, sum møgu-
liga liggja fyri framman, nú
ES-grundlógin eftir ætlan
skal samtykkjast næsta
vikuskiftið. Tí er í tøkum
tíma, at kjak fæst í lag um
grundleggjandi fólkaræðis-
ligu rættindi okkara.
Brot á mannarættindi
Við støði í øllum hesum
ósvaraðu spurningunum og
trupulleikunum tykist tað
ikki vera rætt, at føroyingar
ikki
skulu
ávirka
ES
viðurskifti, tí Føroyar ikki
eru limir í ES. Sum partur
av ríkinum eru vit tvørtur-
ímóti óbeinleiðis eisini
partur av ES, tí Danmark er
limaland og umsitir føroysk
mál, og tí skuldu vit kravt
ein ávirkandi leiklut í ES-
avgerðunum.
Um ikki er talan um ein
ódemokratiskan og dis-
krimerandi framferðarhátt
frá donsku stjórnini, sam-
stundis sum føroyska tjóðin
eisini sjálv hevur skuldina
og sett seg í hesa støðu við
vantandi initiativum.
Við støði í ambitiónunum
hjá ES eru tí orsøkir at
vænta ein harðan saman-
brest millum ES-grundlóg-
ina og ríkisfelagsskapin, og
tí hevur tað stóran týdning,
at so leingi ríkisfelagsskap-
urin eksisterar, skulu øll
lond í ríkinum sleppa til
orðanna
um
ES-grund-
lógina.
Um
nakar
politiskur
myndugleiki í ríkisfelags-
skapinum forðar fyri hes-
um, er talan ikki bert um
brot
á
grundleggjandi
fólkaræðislig mannarætt-
indi, men eisini ólógligt
sambært grundlógini og
europeiska mannarættinda-
sáttmálanum.
Umframt
hetta bendir nógv á, at ES-
grundlógin als ikki kann
takast í nýtslu, uttan at
talan verður um brot á para-
graff 88 í grundlógini, ella
um sama paragraff verður
broytt. Og tá mugu vit um-
definera ríkisfelagsskapin.
Tí verður staðiliga heitt á
politisku myndugleikarnar
at stuðla kravinum um, at
allir veljarar í ríkinum
skulu sleppa til orðanna um
ES-grundlógina ella møgu-
ligar avleiðingar, eisini í
Føroyum og Grønlandi.
Hetta eigur at vera politiska
og rættarliga minimum-
kravið.
Keldur:
"EU-grundlov på kollisionskurs med
rigsfællesskabet", Ole Krarup og Lave
K. Boch, Kristeligt Dagblad, mai
2004
"EU 2003 beretning", danska
Uttanríkisráðið, mai 2004
"På arbejde for Danmark", danska
Uttanríkisráðið, mai 2004
"Et frit Norden", Ole Krarup, mai
2004
"Europa hvorhen?", Ole Krarup, 2004
Danmark Radio
ES-grundlóg: Ein komandi samanstoytur kann vera á veg millum ES-grundlógina og ríkisfelagsskapin, har
grundleggjandi fólkaræðisligu rættindi okkara eru í vanda. Tí er spurningurin, um føroyingar og grønlendingar -
sum eru danskir borgarar, men ikki ES-borgarar - ikki skuldu havt rættindini at luttikið í eini komandi avgerð um
ES-grundlógina
ES-grundlógin í stríð við ríkisfelagsskapin
Løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, ásannar,
at ES-grundlógin
kann fáa stórar
avleiðingar fyri
ríkisfelagskapin.
ES-GRUNDLÓGIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Verður uppskotið til ES-
grundlógina
samtykt?
Hvørjar broytingar verða
framdar í núverandi upp-
skoti? Fara danir at at-
kvøða fyri grundlógini?
Hvussu verður við teimum
fýra donsku fyrivarnunum
(gjaldoyramál, verjumál,
rættarmál og ES-borgara-
rætt, blðm)?
Hesar spurningar setir
løgmaður sær á skriv-
stovuni í Tinganesi í hes-
um døgum.
Í komandi viku verður
ES-toppfundur, og tá skal
fyrsta uppskotið til ES-
grundlógina eftir ætlan
samtykkjast. Verður ES-
grundlógin endaliga sam-
tykt, fær tað helst stóra
ávirkan á fleiri øki í ríkis-
felagsskapinum
millum
Grønland,
Føroyar
og
Danmark.
Taka danir undir við ES-
grundlógini, skal ES í
framtíðini umsita uttanrík-
ismál, verjumál, gjaldoyra-
mál og rættarmál fyri dan-
ir. Hesi mál verða bólkað
sum felagsmál í Heima-
stýrislógini, og stóri spurn-
ingurin er, hvørja støðu
føroyingar og grønlending-
ar koma í, um ES-grund-
lógin verður samtykt.
Hvørki Grønland ella
Føroyar eru limir í ES, men
kortini kann ein samtykt
ES-grundlóg fáa stórar
avleiðingar
fyri
ríkisfelagsskapin millum
Grønland, Danmark og
Føroyar.
Nógvar óvissur
– Tað eru avleiðingarnar
av ES-grundlógini, sum
eru mest áhugaverdar fyri
okkum. Vit eiga at lýsa
støðuna og kanna, hvussu
ES-grundlógin kann koma
at ávirka okkara støðu í
ríkisfelagskapinum, greið-
ir løgmaður frá.
Løgmaður sigur, at hann
ætlar at taka málið um ES-
grundlógina
upp
á
ríkisfundinum
millum
stjórnarleiðararnar
úr
Danmark, Grønlandi og
Føroyum í august mánaði í
Grønlandi.
Aðrastaðni
á
síðuni
verður funnist at donsku
og føroysku stjórnarflokk-
unum
fyri
vantandi
samskifti í samband við
fyrireikingarnar til ES-
grundlógina.
Í komandi viku verður
avgerð tikin um ES-
grundlógina. Áttu danir og
føroyingar ikki at raðfest
málið hægri, tá endaliga
samtyktin
kann
fáa
álvarsamar
avleiðingar
fyri ríkisfelagskapin?
Jú, tað áttu vit kanska,
men eg haldi ikki tað er ein
ólukka, at vit ikki taka
málið upp fyrr enn í aug-
ust. Ein stórur trupulleiki í
løtuni er, at eingin veit,
hvør endaliga avgerðin
verður í ES. Hvørjar verða
broytingarnar? Fara stjórn-
arleiðararnir at finna eina
semju? Fara danir at
atkvøða
fyri?
Hvussu
verður við teimum fýra
fyrivarnunum? Tað eru
ómetaliga nógvar óvissur í
sambandi við grundlógina,
og tað er avgjørt ein orsøk
til, at vit ikki hava tosað
nærri saman, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður heldur, at tað
er skilagott at seta fólk at
kanna, hvørjar avleiðingar
ES-grundlógin fær fyri
ríkisfelagsskapin,
men
leggur enn einaferð aftur-
at, at mongu óvissurnar í
samband við ES-grund-
lógina ger málið torført at
kanna, tí tað er so óítøki-
ligt.
– Tað er ógvuliga um-
ráðandi at hava í geyma, at
sjálv ES-grundlógin er eitt
mál hjá dønum at taka
støðu til. Tað er ikki ES-
grundlógin sjálv, sum er
áhugaverd fyri føroyingar,
men avleiðingarnar av
henni, vísir løgmaður á.
Umskipa
ríkisfelagskapin
Spurdur, hvørjar avleið-
ingar løgmaður væntar ein
samtykt ES-grundlóg fær
fyri
ríkisfelagsskapin,
svarar
Jóannes
Eides-
gaard, at tað kann fáa stór-
ar avleiðingar.
– Taka danir undir við
ES-grundlógini,
verða
millum annað uttanríkis-
og verjumál flutt til Brús-
sel. Hetta fer helst at hava
við sær, at ríkisfelagskap-
urin má endurskoðast, tí
ES-grundlógin broytir rík-
isfelagskapin
grund-
leggjandi. Hvussu ríkis-
felagskapurin kann endur-
skoðast er kortini ein opin
spurningur, greiðir Jóann-
es Eidesgaard frá.
Ríkisfelagsskapurin
møguliga endurskoðast
-Tað er ógvuliga umráðandi at hava í geyma, at sjálv ES-grundlógin er eitt mál hjá dønum
at taka støðu til. Tað er ikki ES-grundlógin sjálv, sum er áhugaverd fyri føroyingar, men
avleiðingarnar av henni, sigur, Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Mynd: Savnsmynd
Hóast danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen gav í røðu á Cristiansborg lyfti um, at føroyingar skulu takast við uppá
ráð í teimum ES-viðurskiftum, sum ávirka okkum, hevur lítið higartil verið at sæð til hetta, hóast ES-grundlógin helst verður
samtykt longu næsta vikuskiftið
C
M
Y
K
9
8