leygardagur 12. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 110 - 12. juni 2004
Nr. 110 - 12. juni 2004
11
Í Degi og Viku mánakvøld-
ið og týskvøldið gjørdi
Sjónvarp Føroya nógv burt-
ur úr ráðstevnuni hjá Norð-
uratlantsbólkinum á Christ-
iansborg og leiklutinum hjá
Hermanni Oskarsson, sum
er formaður í Búskaparráð-
num.
Innslagið gav hyggjarun-
um ta fatan, at Sosialurin
nýtti fleiri síður í blaðnum,
forsíðuna og »matarlepan«
til kritikk móti Hermanni
Oskarsson, tí hann skuldi
havt sagt, at blokkstuðulin
úr Danmark er skaðiligur.
Dramatiskt vísti tíðinda-
maðurin á forsíðuna á
Sosialinum, har tað stóð:
Øsir danir upp móti føroy-
ingum«. Eisini sóu vit
»matarlepan« hjá Sosialin-
um á hurðini hjá P. A.
Restorff í Havn við somu
yvirskrivt, sum tíðinda-
maðurin eisini segði
vera »svarið til Her-
mann Oskarsson«.
Síðani vórðu víst-
ar myndir av tveim-
um blaðsíðum í
Sosialinum,
har
blaðið prátaði við
løgmann,
vara-
løgmann og fíggjar-
m á l a r á ð h a r r a n .
Eisini
varð
víst
mynd av blaðhúsin-
um hjá Sosialinum á
Argjum,
meðan
dramatikkurin
um
»álopið« á Hermann
Oskarsson helt fram.
Í einum hjásetningi
varð víst á eitt bræv frá
Óla Jacobsen, sum eisini
varð prentað í sama blað.
Hetta var ein kæra, sum Óli
Jacobsen, formaður Fiski-
mannafelagsins, hevði sent
løgmanni. Hetta snúðið seg
um Hermann Oskarsson!
Sum blaðstjóri á Sosial-
inum hvakk eg við! Eg
mátti lesa greinarnar um-
aftur, fyri at vita, um tað
var eg ella sjónvarpsmað-
urin, ið fullkomiliga hevði
misskilt tað, sum stóð í
Sosialinum hendan dagin.
Eg gjørdi mær tann ómak
at tosa við sjónvarpsmann-
in dagin eftir, og hann
»noteraði kritikkin«. Kort-
ini tók hann afturíaftur
»álopið« í Sosialinum í
Degi og Viku týskvøldið og
vísti á skíggjanum aftur
forsíðuna við »álopinum á
Hermann Oskarsson«.
Innihaldið í øllum trim-
um samrøðunum var um
ráðstevnuna hjá Norðurat-
lantsbólkinum, har løg-
maður, varaløgmaður og
fíggjarmálaráðharrin vístu
á, at teir hildu tað vera
skeivt av Tjóðveldisflokk-
inum at draga føroyskan
politikk til viðgerðar í
Danmark. Einki varð nevnt
um Hermann Oskarsson,
uttan í einum setningi í
samrøðuni við Bjarna Djur-
holm.
Í forsíðuávísingini var
ikki eitt orð nevnt um Her-
mann Oskarsson, og tað var
heldur ikki tikið við í met-
ingina, tá forsíðan var
gjørd, tí høvuðsyvirskriftin
snúði eina og aleina um
tað, at landsstýrismenninir
halda, at Tjóðveldisflokk-
urin øsir danir upp ímóti
føroyingum.
Hinvegin so valdu vit
hendan dagin at tosa við
Hermann Oskarsson og
spyrja hann, hvat hann
segði til skuldsetingarnar
frá Óla Jacobsen. Hetta
kom eisini á forsíðuna, har
Hermann Oskarsson segði
seg hava »alt upp á tað
reina«. Maðurin var álopin
í einum opnum brævi til
løgmann, og hann slapp at
verja seg í Sosialinum.
Tað var søgan um Her-
mann Oskarsson í Sosialin-
um hendan dagin. Tað
harmar okkum ómetaliga
nógv, at Sosialurin skal
verða misbrúktur á ein so
ósømiligan hátt av Sjón-
varpi Føroya í hesum máli.
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Í orðaskiftinum í seinastuni um hvør segði hvat og ikki, í
samband við ráðstevnuna hjá Norðuratlantbólkinum, er
ymiskt, ið átti at verið ósagt. Spell at nógv er vorðið mis-
brúkt, misskilt og mistulkað og m.a. hevur ført til, at navn-
givnir persónar sum eitt nú formaðurin í Búskapar-
ráðnum, hava verið fyri ov hvøssum og í summum førum
beinleiðis órímuligum atfinningum.
Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og
ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í
Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína
hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur á føroyska
samfelagið. Sum í næstan øllum málum viðvíkjandi
búskapi, so er serfrøðin so langt frá á einum máli viðvíkj-
andi hesum, og tí er týdningarmikið, at vit stimbra kjakið
her í Føroyum fyrst og fremst.Og lat tað vera sligið fast, at
sjálvandi skal ein serfrøðingur sum formaðurin í
Búskaparráðnum ongantíð vera bangin fyri at trína fram
við sínum sjónarmiðjum, tí annars gerst almenna tjakið
alt ov fátæksligt. Tvørturímóti tørvar okkum, at serfrøð-
ingar av alskyns slag í nógv størri mun geva sítt íkast til
samfelagskjakið. Tað er eisini teirra skylda. Í nýggja
debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt
orðaskifti.
Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og
tað mesta av eftirspælinum er farið framvið borðinum,
latið okkum líta frameftir og royna at lýsa málið um
blokkstuðulin og búskapin út í æsir her í Føroyum við á
eini ráðstevnu. Hetta mátti havt áhuga hjá øllum polit-
iskum flokkum og ikki minst millum føroyingar, ið
kanska hava gloymt søguna hjá blokkstuðulinum.
Tað eru bert 16 ár síðani blokkstuðulsskipanin bleiv inn-
førd av táverandi samgongu millum Javnaðar-, Tjóð-
veldis-, Sjálvstýris- og Framsóknarflokkin. Skipanin
avloysti refusiónsskipanina og var hildin at verða eitt stórt
framstig í føroyskum sjálvræði. Tað kundi verið áhugavert
at hoyrt, hvørjar tær politisku grundgevingarnar ´vóru
fyri hesi skipan.
Søgan er sera týdningarmikil at kenna, tí annars gerst
kjakið rótleyst óansæð hvat fakøki talan er um. Eitt
búskaparligt orðaskifti um blokkin, skal sjálvandi verða á
einari slíkari ráðstevnu, ið vit skjóta upp, við luttøku frá
serfrøðingum úr tí privata eins væl og frá tí almenna.
Viðhvørt kunnu munir verða á, í hvørjum perspektivi
samfelagið verður sæð frá, hjá hesum báðum bólkum. Tað
kundi verið gott at fingið eitt breitt orðaskifti, ið kanska
kundi ført okkum eitt sindur framá. Konsensus fer man
sjálvandi ongantíð at fáa, so leingi talan er um búskapar-
frøði, ið so langt frá er ein eksakt vísund.
Tað skal verða okkara áheitan á politikarar og eitt nú
føroyskar búskaparfrøðingar at royna at fáa í lag eina slíka
ráðstevnu um blokkin og búskapin her í Føroyum. Tað er
eftir øllum at døma ein stórur tørvur á at varpa ljós á og
skifta orð um, hvørja ávirkan blokkstuðulin hevur á
føroyska samfelagið og hvønn leiklut hesin skal hava í
framtíðini. Hetta er komið sjónliga til sjóndar í seinastuni
og eru meiningarnar sera ymiskar – eisini millum fakfólk.
Men latið okkum fáa eitt opið og sakligt orðaskifti.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ráðstevna í Føroyum um
blokk og búskap
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Til: VirVar T.
Dalsgaard
Sum gvaggandi dunna,
tú larmar sum tunna.
Við orðum tú sleingir,
og føroyingar heingir.
Betur tú tagdi,
og legði úr lagdi.
Breyt upp um armar,
at byggja upp karmar.
Tá blívur tú fegin,
tí lívið er gleðin.
Ringt er at fara,
og frá foldini snara.
Ongantíð glaður,
bert súrur maður.
Farin frá fold,
gákur fullur í mold.
Mourits Mohr Joensen
Skeiv endurgeving í Sjónvarpi Føroya
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
Seinastu árini hevur heima-
útróðurin havt góðar dagar
við methøgum prísum og
góðari veiði. Nú er nógv
sum bendir á, at tey góðu
árini eru av og at fiskiskap-
ur og prísir koma aftur í
eina meira vanliga legu.
Undir valstríðnum sein-
ast, høvdu politisku flokk-
arnir ymisk vallyftir. Tveir
teirra Fólkaflokkurin og
Javnaðarflokkurin lovaðu
m. a. at bátar undir eina
ávísa stødd skuldu fiska
frítt, uttan fiskiloyvi.
Fyri stuttum boðaði løg-
maður frá, at arbeitt verður
við broytingum. Tað kann
tykjast løgið, at tað er løg-
maður og ikki landstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, ið kemur við fráboðan-
ini.
Eg fari inniliga at heita á
landstýrismannin í fiski-
vinnumálum, um at um-
hugsa gjølla tær ætlaðu
fráboðaðu broytingarnar, so
tær ikki taka grundarlagið
undan fult - og partvísu
riknu útróðrarbátunum.
Vinnan hevur í nøkur ár
tillaga seg skipanina við A
og B loyvum. Nú størru
útróðrarbátarnir og skipini
hava fingið fráboðanarút-
gerð, sum greitt sigur frá,
hvar bátarnir eru staddir, er
neyvt eftirlit við, at fiski-
skapurin fer fram eftir
galdandi lógum og reglum.
Umframt nógv lækkaðar
fiskaprísir, er agnprísurin
hækkaður almikið, so at í
dag kostar eitt kg. av
høgguslokki áleið 16 kr., og
makrelur 9,- kg. Tað man
tátta í tvey hundrað krónur
at fáa ein stamp engdan, so
fiskiskapurin skal verða
væl omanfyri tey hundra
pundini/stampin, fyri at fáa
brúkiliga inntøku til far og
manning.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur fyrr víst á tann týdning-
armikla leiklut, "lokalu
universitetini", egningar-
skúrarnir
hava.
Hesir
standa niðri í fjøruni ella á
havnalagnum í hvørjari
útróðrarbygd, og hava uttan
politiskan stuðul ment børn
okkara til at møta komandi
lívsins
avbjóðingum
á
skipsdekki, so ungdómar
frá fyrsta degi kunnu ar-
beiða sum rættir fiskimenn.
Ongin er føddur við kynstr-
inum og nógvar fløkjur við
hartil hoyrandi útreiðslum
og stríði skulu til, áðrenn
ein hevur lært kynstrið at
egna og kunna rópa seg fyri
royndan línumann. Hetta
undirvísingararbeiði hevur
landformaðurin og hinir
egnararnir lært frá sær
ókeypis. Næmingarnir fáa
løn fyri arbeiðið eftir av-
riki, og gevur hetta ein
sunnan kappingarhug.
Eg fari her at heita á
Bjørn Kalsø landstýris-
mann um at taka hesar við-
merkingarnar við í samlaðu
ætlaninar.
1. Hvørjar avleiðingar fær
tað fyri útróðrarflotan
um skipanin við fiski-
loyvum fyri smærri før
verður avtikið ?
2. Set eina kanning í verk
sum útgreinar, hvussu
stór tilgongd hevur verið
til sjóvinnuna árliga, tey
seinastu 10 árini.
3. Hví fingu fólk hug til
sjógvin. Hava hesi í upp-
vøkstrinum
regluliga
havt sína gongd í einum
egningarskúri og er um-
hvørvi viðvirkandi til, at
havið dregur ?
4. Arbeiðast má fram móti
eini skipan, sum kann
geva eitt førleikaprógv
innan allar praktiskar
vinnugreinar á sjógv og
landi, tað veri seg trol,
línu, nót, flakavinnu etc.
Fiskivinnan er primervinna
okkara og eigur eisini at
viðgerast við tí álvara sum
liggur í hesum. Um ætlanir
eru at gera tíðandi broyt-
ingar
v.v.
fiskiloyvum,
mugu hesar sjálvsagt gerast
í samráð við avarandi yrkis-
feløg og teir sum verða
ávirkaði av hesum.
Ein liðiligari skipan eigur
at vera, so bátar sum bert
hava eini 75 fiskidagar, ikki
verða trektir fyri eyka fiski-
dag, um streymviðurskifti,
slit ella aðrar orsøkir gera,
at tú verður ein til tveir
timar seinkaður, so fari
verður út um eitt fiskidøgn.
Tað er alneyðugt, at ein
støðug framhaldandi til-
gongd av ungfólki er til
sjógvin, sum er, og í nógv
ár framyvir, verður lívs-
grundarlag føroyinga.
Ps. Ein fólkafloksmaður
norðanfjørðs Jákup Mikk-
elsen, hevur reist spurning-
in um at fáa trol og nóta-
arbeiði góðkent sum læru-
grein. Heimaútróður við
húki hevur verið álitið hjá
norðoyingum, og løgtings -
eins væl landstýrismaðurin
eru uppvaksnir í hesum
umhvørvi. Tí er vón mín, at
allar góðar kreftir verða
settar inn at geva eisini
hesum parti av vinnuni
bestu sømdir.
Ólavur Rasmussen
Leirar, 10. juni 2004
At føroyingar eru trong-
skygdir og skoða heimin
gjøgnum eitt lyklarhol er
ein sannroynd, sum ikki
nýtist nakra vísindaliga
dokumentatión. Tað er
ivaleyst at lesa bløðini
fyri at fáa hetta staðfest.
Men tað eru glottar, sum
tora at seta seg í veð fyri
øllum tí erkvisni og smá-
ligum kegli, hetta inni-
ber, til frama fyri eina
frameftirlítandi debatt og
tí fyriliti vit altíð muga
taka í einum heimi, sum
broytist so skjótt sum
ongantíð áður. Nú um
dagarnar bar tó av, tá ið
keglið og smáligheitirnar
fingu so stórar dimen-
siónir, at ein setti sær
sjálvum
álvarsaman
spurning við, um tað er
av tilvild, at dreparasnig-
ilin hevur leitað sær til
Føroyar fyri at fáa rása-
rúm, gróðrarlíkindi og
luft!
Tí lætnaði tað um
hjartað, tá ið Jørn Astrup
Hansen, bankastjóri, í
Degi og Viku týskvøldið
8. juni setti øllum skila-
leysum vrøvli knívin á
strúpan. Fyri neyðini at
onkur torir at tala at og
seta tað minstamark fyri
kritikki, at hann fyriheld-
ur seg til tað, sum veru-
liga verður ført fram og
ikki til tað, sum vit nú
einaferð
meina
um
hvønn annan, tí so verður
eingin endi á runubløk-
um og illgitingum.
Takk fyri, Jørn Astrup,
tíni orð gjørdu tað eitt
sindur hugaligari at vera
føroyingur undir tí toku-
kleimi, sum hongur yvir
okkara landi. Her meini
eg við veðrið, fyri at
sissa teir erkvisnu - sum
vónandi eina aðru ferð
ikki glaðbeintir fara í
sjálvbodna
andaliga
likvidatión um slíkt, sum
teir bara illgita um. Tí
hetta land hevur veruliga
brúk fyri, at mál av al-
skyns slag verða sett
undir álvarsaman, saklig-
an debatt.
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Staddur á ráðstevnu, sum
Útnorðurráðið skipar fyri í
Reykjavík, har allir flokkar
í Føroyum, uttan Tjóð-
veldisflokkurin eru møttir,
havi eg fingið at vita, at
formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum er misnøgdur
við eitt lesarabræv, sum eg
hevði í bløðunum um
skattafrádráttin hjá sjó-
monnum, og sum varð
skrivað í kjalarvørrinum av
ráðstevnu, sum Tjóðveldis-
flokkurin var við til at
halda á Kristiansborg.
Tað er ein óreingiligur
veruleiki
- at ráðstevnan var hildin á
Kristiansborg
- at Kristian Thulesen Dahl
boðaði frá eftir ráðstevn-
una, at blokkstuðulin til
Føroya átti at minka, tí at
føroyskir sjómenn skúm-
aðu fløtan og livdu í ein-
um skattaparadísi.
- at umboð fyri Tjóðveld-
isflokkin á løgtingsins
røðarapalli hevur boðað
frá, at stuðulin til sjó-
menn eigur at vera tikin
burtur.
- at formaðurin í Tjóðveld-
isflokkin var endurgivin í
Berlingske Tidende tann
4. juni fyri at siga, at tað
er skeivt at ein bólkur í
Føroyum hevur serrætt-
indi á skattaøkinum.
- og at ráðstevnan hevur
skapt eina øsing, sum
ikki hevur verið til gagns
fyri føroyska samfelagið.
Um nakar hevur krav uppá
umbering, so eru tað Før-
oya fólk, sum hevur krav
uppá eina umbering frá
Tjóðveldisflokkinum fyri
ráðstevnuna á Kristians-
borg. Tað er ikki Tjóðveld-
isflokkurin, ið skal hava
umbering frá teimum, sum
vilja vísa á, hvørjar skaði-
ligar fylgjur ráðstevnan
kann fáa fyri føroyska sam-
felagið.
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
»Danir skilja boðskapin«
var ein av yvirskriftunum í
Dimmalætting leygardagin
29. mai. Undir hesi yvir-
skriftini greiddi formaðurin
í búskaparráðnum frá tí,
sum hann hevði sagt á nógv
umtalaðu ráðstevnuni hjá
Norðuratlantsbólkinum á
Kristiansborg.
Men trupulleikin er, at
meðan danir sambært for-
manninum í búskaparráð-
num skilja boðskapin, so er
einki sum bendir á, at før-
oyingar skilja hann, og tað
er hóast alt føroyingum, bú-
skaparráðið
skal
veita
ráðgeving.
Hvar liggur so trupulleik-
in? Eru tað føroyingar, sum
ikki skilja ein einklan boð-
skap, ella er tað búskapar-
ráðið, sum ikki dugir at
gera boðskapin fatiligan?
Ella er trupulleikin kanska
tann, at boðskapurin als
ikki samsvarar við ta vitan,
sum føroyingar framman-
undan hava á økinum?
Tað hevur stóran týdning,
at búskaparráðið og før-
oyskir politikarar samskifta
væl sínámillum, men fyri at
hetta skal lata seg gera, er
neyðugt at báðir partar
»senda á sama frekvensi«.
Tað eru nú tvær vikur
síðani Sambandsflokkurin
spurdi búskaparráðið ein
spurning í sambandi við
úttalilsini, sum formaðurin
í búskaparráðnum hevði í
eini tíðindasending hjá
Danmarks Radio, sama dag
sum nógv umrødda ráð-
stevnan var á Kristians-
borg, men framvegis er
einki svar komið.
Onkrar
viðmerkingar
hava verið um, at tey sum
hava luttikið í kjakinum um
ráðstevnuna vóru ikki hjá-
stødd, tá ráðstevnan varð
hildin, og at tey tí ikki áttu
at luttikið í kjakinum. Men
okkara spurningur hevur
einki við ráðstevnuna at
gera. Hann bygdi einans á
tað, sum formaðurin í bú-
skaparráðnum segði í við-
talu við Danmarks Radio.
Sum áður sagt, so átekur
Sambandsflokkurin
sær
ongan rætt til at ávirka bú-
skaparráðið politiskt, men
flokkurin stendur spyrjandi
yvir fyri úttalilsunum, sum
formaðurin í búskaparráð-
num hevði í Danmarks
Radio tann 25. mai, og vil tí
enn einaferð spyrja, um
búskaparráðið og tess limir
veruliga halda, at ein milli-
ard, sum ikki verður brúkt,
kemur inn í føroyska sam-
felagið, og at vit onga nyttu
fáa burturúr hesi milliardini
áðrenn hon verður send av
landinum aftur?
Føroyingar skilja ikki boðskapin hjá Búskaparráðnum
VIÐMERKINGAR
Opin tøkk til
Jørn Astrup
Tjóðveldisflokkurin má koma við
eini umbering
Heimaútróður
C
M
Y
K
11
10