Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 110 - 12. juni 2004 Nr. 110 - 12. juni 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 19. mai fingu Nita Davidsen og Urbanus K. Olsen, Klaksvík, búsitandi í Keypmannhavn, eina dóttir. Hon vigaði 4380 gr. og var 55 cm long. 29. mai fingu Phencharat og Brynleif Bech, Lopra, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2750 gr. 29. mai fingu Tórun og Thomas Ørneborg, Ølstykke, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4100 gr. 3. juni fingu Osla og Thomas Christensen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4400 gr. 4. juni fingu Birgit og Heðin Krett, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3450 gr. 4. juni fingu Judy og Petur við Gjónna, Fuglafirði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2820 gr. 5. juni fingu Randi Meitil og Sjúrður Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4150 gr. Stóribeiggin eitur Baldur. 6. juni fingu Lisbeth Laursen og Bárður Michelsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3800 gr. 7. juni fingu Gunnvá Samuelsen og Jógvan Clementsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3400 gr. 8. juni fingu Eva Gudmundsen og Jan Johannesen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 2800 gr. Góði, fitti Tróndur! Ja, tað er veruliga satt. Eg siti og skrivi minningarorð um teg, Tróndur. Tað kennist soo… undarligt og einki minni enn ræðuligt. At eg skuldi uppliva at vitja teg í kirkjugarðinum og skriva minningarorð um teg, kundi ongantíð í mínum villasta hugaheimi komið mær til hugs. Tað mest natúr- liga hevði jú verið, um tað var øvugt. Tað er bara so ringt at skilja og hugtungt, at tú bleiv tikin heim til Jesus pápa bert 19 ára gamal. Júst útlærdur og klárar at taka ímóti lívsins avbjóð- ingum í vaksnamannalívinum. Hví??? Í besta blóma og so nógv gott at geva frá tær. Allir teir óroyndu møgu- leikarnir, sum tú ikki slapp framat. Eg kundi blivið við, men komi ikki til nakra rímiliga frágreiðing, men siti bert eftir við eini kenslu av tómleika og sakni. Saknurin er ómøguligur at lýsa við orðum, men tað kennist sum allur kroppurin fær ilt, blivur tungur og grætur, tá eg hugsi um, at vit ongantíð skulu síggjast aftur her á fold. Men minnini hava vit, myndir, film og gávurnar frá tær til mín og børnini, sum kunnu ríka og gleða okkum. Eg minnist, tá tú var lítil, hvussu kerligur tú var. Ikki tí, tað var tú øll tíni 19 ár, men hetta var, áðrenn tann aldurin, tá alt verður meira flóvisligt. Tú mussaði og tú klemmaði og tú mussaði og klemmaði minst 10 ferðir hvørja ferð og klemmaði so deiliga fast eisini. Eg minnist, eg var barnagenta hjá Anniku og tær niðri í Tróndargøtu. Eg minnist teg sum ein glaðan, fittan og sera krea- tivan drong. Eg minnist, tá Guðrun og tú saman við systkina- børnunum svóvu her hjá okkum og vit hugnaðu okkum við at spæla »gekk«. Og ikki at gloyma mótasýningin, sum bleiv væl fyrireikað og trenað, sum síðani bleiv víst fyri ommu og foreldrum. Eg minnist stjørnurnar í eygunum á Katarinu, hvørja ferð hon sá teg. Eg minnist, hvussu fittur og tolin, tú altíð var við okkum børn. Tey elskaðu, tá tú kom at vitja. Tú bleiv beinanvegin hálaður upp á loft at spæla og tú segði ongantíð nei. Eg minnist, hvussu gávumildur og hjartagóður tú var. Tú gleddi meg við fleiri góðum fittum gávum, t.d. pútuvorið, sum tú hevði trykt Mickey og Minnie á og tann flotta frukttekningin. Eg minnist, at tú gav Sólbjørt navnið Flippa Høj, áðrenn hon bleiv doypt. Eg minnist, at tú hevði hugsað um at keypa guddóttrini, Sólbjørt, jólagávu og kom so fittur yvir við henni jólini 2002, 19 ára gamal. Eg minnist, tá tú akkurát hevði fingið koyrikortið. Guðrun og tú komu yvir til okkum í bili at fortelja nýggjheitina. Tá tit so skuldu koyra avstað aftur, mundi tú rent inn í garðin hjá grannanum, sum tú vinkaði farvæl. Ja, góði Tróndur, minnini eru mong. Brynja, Kata- rina, Hans Martin og fastir eru sera takksom fyri at hava kent teg og fyri tíðina, vit hava verið saman. Tú kemur altíð at liva í okkara minnum. Sólbjørt og Pauli eru tíverri so lítil, at tey koma ikki at minnast teg. Tey kunnu bert læra teg at kenna gjøgnum okkum. Og tað er okkara ynski, at kunna minnast og tosa um teg til dagligt, sum ein natúrligan part av dagligdegnum, sjálvt um tú ikki ert millum okkum longur. At styrkja minnið hjá børnunum, so tey altíð vita, at tey eiga eitt systkinabarn, sum býr hjá Jesus pápa. Vit síggjast einaferð aftur, góði. Jesus pápi veri hjá tær. Fastir Tróndur 7. september 1983 10. februar 2003 Dagurin 12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann Stóra, sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379. 13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, helst er her talan um ein biskup í Aleksandriu, sum doyði í 444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin í 1308. 14. juni. Rufinus, deyður umleið ár 300. Róm- verskur hermaður, sum saman við øðrum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Andlát 3. juni Ingier Petersen, fyrrverandi lærari, Tvøroyri, 63 ár. Helena Djurhuus, Tórshavn, 86 ár. 4. juni Maria Rønne Hansen, Kollafjørður, 65 ár. Jóhanna Gunnarstein, ættað úr Vági búsitandi í Hanstad í Svøríki, 84 ár. 5. juni Agatha Djurhuus, ættað úr Sumba búsitandi í Havn, 90 ár. Óluvá Hammer, fødd Arge úr Klaksvík, 79 ár. 6. juni Anfinn Peteren, Klaksvík, ættaður úr Rituvík, 50 ár. 7. juni Levi Antoniussen, ættaður av Morkranesi búsitandi í Nakkskov, 67 ár. 8. juni Niclas Fredrik Højgaard, úr Rituvík, 92 ár. 9. juni Lena Joensen, Fuglafjørður, 68 ár. Olga Poulsen, Oyrabakki, 77 ár. Herluf Matras, vanliga nevndur Herluf í Ánunum, 90 ár. Alv-Verkstaðurin í Havn hevur gjørt samstarvsavtalu við Arctic Import í Dan- mark um at umboða teirra Abena-produktir í Føroyum. Abena- produktini verða nógv brúkt innan heimarøktina í Føroyum Arctic Import er ein donsk handils- og tænastufyri- tøka, sum leggur seg eftir at vera ein samstarvsfelagi hjá vinnulívsfólki og al- mennum fyritøkum í Grøn- landi og Føroyum. Teir selja ikki til bein- leiðis til vanliga brúkaran, tí hava teir gjørt hesa av- taluna við Alv-Verkstaðin, soleiðis at fólk kunnu bí- leggja Abena-produktini ella keypa tey beinleiðis av goymsluni hjá Alv-Verk- staðnum í Smiðjugerði. Abena-produktini verða nógv brúkt innan heima- røktina í Føroyum og upp- fylla øll vanlig EU-krøv til slíkar vørur. Oljan, ið verð- ur nýtt til vørurnar er úr plantum. Talan er um sápu, húðkrem, kremsápa, baði- olja, virkið gelé og húð- salva. Alv-Verkstaðurin er ein vardur verkstaður við fýra deildum, tær eru: handlist- stova, verkstaður, køkur, og margfaldsstova. Tey gera t.d. ringbind, trælutir, visit- kort, smyrjubreyð, eisini binda og seyma tey ymisk pløgg. Endamálið hjá Alv-Verk- staðnum við samstarvsav- taluni við Arctic Import er at fáa næmingarnar við í uppgávuna, soleiðis at tey sjálvi skriva ordraseðilin, finna vøruna fram, pakka hana inn, og avgreiða hana til kundan. Eisini eru tey við til at dagføra goymsl- una. Alv- Verkstaðurin: Samstarva við Arctic Import um Abena-produktir Guðrun Guðjónsson, deildarleiðari á Alv-Verkstaðnum í Havn, við lutum sum tey framleiða og selja Mynd: Jens Kristian Vang Fríggjadagin 11. juni fylti Henrik prinsur 70 ár. Henrik prinsur er frans- maður og giftist í 1967 við prinsessu Margrethu, sum seinni bleiv drotning í Dan- mark. Hóskvøldið var ein heið- urskonsert Tivoli í sam- bandi við 70 ára føðingar- dagin hjá prinsinum. Um- framt áskoðararnar vóru yvir 500 innbodnir gestir til konsertina. BT skrivar" Prins Henrik lignede en som nød at blive fejret. Han vinkede og råbte tak, hver gang han fik et "til lykke" fra de mange Tivoli-gæster, som stillede sig op langs stierne og så det royale besøg som en ekstra forlystelse ved deres Tivoli-besøg". NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 70 ár Sunnudagin 13. juni verður Hans Jacob Østerø, Klaksvík, 70 ár. Dagurin verður hildin í Jørundsgøtu 37 frá kl. 15.00. Brúdleyp Í dag, 12. juni, giftast í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn Sólrun Borðoy Joensen Klaksvík og Ronni Ole Andersen Korsør. Brúdleypsadressan er Ådalsparkvej 63, 2970 Hørsholm Í dag, 12. juni, giftast Kirsten Ellingsgaard og Bjarni í Sjúrðagarði, Kaldbak. Vígslan verður í Kaldbaks kirkju kl. 17.00. Veitsla verður fyri innbodnum í HB- húsinum. Í dag, 12. juni, kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Lillie Heinesen, Tórshavn, og Dan Eliassen, Fuglafirði. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík. Í dag, 12. juni, kl. 15.00 giftast í prestagarðinum á Prestvegi, Elsa Højgaard og Kristian Sigurd Sigurðsson, bæði úr Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 18.00 og opið hús verður frá kl. 21.30 í húsinum hjá Húsmøðrafelagnum, Bøgøta 3. Torleivur Mikkelsen 60 ár Sunnudagin 13 juni fyllir Torleivur Mikkel- sen shippingmaður í Havn 60 ár. Torleivur varð útbúgv- in skipsførari í 1970 og sigldi í umleið 10 ár við skipum hjá A.P. Møller. Umleið 1980 legðist hann upp á land og fór at arbeiða sum shipping- maður hjá Traderline. Í 1990 stovnaði hann fyritøkuna Tor Shipping, sum er m.a. eitt skips- meklaravirki og umboð- ar ymisk útlendsk skip. Fyritøkan er eisini um- boðað í oljuvinnuni. Torleivur er ættaður úr Vestmanna, sonur Gunnu, f. Johannesen, og Jóannes Mikkelsen. Hann er elstur av trim- um systkjum. Hann er giftur við Nicolinu, f. Højgaard, av Toftum. Tey eiga trý børn, Joan, Gunnleiv og Maluna. Eisini eiga tey tvey ommu- og abba- børn. Føðingardagurin verð- ur hildin saman við familjuni. Henrik prinsur 70 ár Henrik prinsur og Margretha drotning verða her boðin vælkomin til heiðurskonsertina í Tivoli Mynd: Sámal Bláhamar Hesar føroysku vinkonurnar vóru staddar uttan fyri Tivoli, tá drotningarhjúnini stigu úr bilinum. Frá vinstru: Hallgerð Poulsen, sum giftist í dag, Salua Manai, Rósa Maria Brodersen og danska vinkona teirra, Pernille Mynd: Sámal Bláhamar C M Y K 13 12