leygardagur 12. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2004
15
Síðani oktober mánað
í fjør hava 10 ungfólk,
sum ganga á sjónleik-
araskúla, arbeitt við
einum heldur øðrvísi
leiki. Leygardagin
12. juni verður leik-
urin "Heim!" frum-
framførdur, og tey
ungu eru ógvuliga
spent, tí leikurin er
bæði ráur, myrkur og
markflytandi
SJÓNLEIKUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Leikurin snýr seg um lívið
hjá nøkrum russiskum ung-
dómum, ið rýma av einum
barnaheimi, og sum ongan
møguleika hava fyri at
skapa sær eitt toluligt lív.
Foreldrini eru antin deyð,
rúsevnismisnýtarar
ella
hava tey misnýtt børnini.
Ungdómarnir húsast í ein-
um kjallara, og liva eitt
kærleiksleyst og neyðars-
ligt lív. Leikurin gongur
fyri seg í 1980’unum í end-
anum
av
sosialismuni.
Hetta er ein ógvuliga harð-
ur leikur, við grovum mál-
burði og ógvusligum hend-
ingum, langt frá gerandis-
degnum í Føroyum.
Tey ungu vildu sjálvi
Hedvig Westerlund-Kapnas
er leikstjóri, men hon sigur,
at tað eru tey ungu, ið sjálvi
hava arbeitt sera hart við at
seta leikin upp, hon hevur
mestsum bert verið veg-
leiðari.
– Tey, ið hava verið
longst í hesum bólkinum,
hava verið her í 6 ár. Síðani
eru hini løgst afturat so við
og við. Tey hava spælt
leikin um ísdrotningina og
LítlaGutta og allar hesar
fittu og herligu barna- og
ungdómsleikirnar. Nú vildu
tey sleppa at royna okkurt
tyngri og álvarsamari, og
tað bleiv so hesin leikurin,
sigur hon. Hedvig vísti
leikarunum 30 tær fyrstu
síðurnar, og so skuldu tey
avgera, hvørt tað var nakað
fyri tey ella ikki. Men teim-
um ungu dámdu væl leikin.
Tá tey ungu høvdu sæð
alt leikritið, fóru tey undir
at improvisera allan leikin.
Og tað gjørdu tey í einar
tveir mánaðar, áðrenn leik-
lutirnir yvirhøvur vóru
býttir út.
– Vit tóku leikin í smáum
brotum. Eg bað tey koma
upp á pallin og vísa mær,
hvussu tey høvdu spælt júst
hetta ávísa brotið. Harvið
fingu vit eini fimm ymisk-
ar tulkingar av hvørjum
parti av leikinum sær. So
valdu vit ta útgávuna, ið vit
hildu vera ta bestu, og tað
er so blivið til leikin, sum
hann er í dag. Vit hava eis-
ini broytt okkurt í tekstin-
um, soleiðis at tað situr
betri og fellur nattúrligari,
sigur Hedvig. Hon sigur, at
hon av fyrstan tíð ivaðist í,
um hon skuldi tora at taka
henda leikin upp ella ikki.
– Hesin leikurin er næst-
an á markinum fyri hvat
hesi ungu tola. Men bara
næstan. Hann er øgiliga
grovur, og um tey ikki vóru
støðuføst og sjálvsikkur
ung fólk, so hevði hetta ikki
gingið. Tað er sera týdning-
armikið, serliga tá arbeitt
verður við ungum leikarum
sum hesum, at tey ikki
missa seg burtur í leikinum
og fáa ilt av honum. Men
tey eru ikki forvirrað um
síni lívsvirði, og tað er or-
søkin til, at eg tordi at taka
hendan leikin upp, sigur
Hedvig víðari. Hon greiðir
frá, at tað er fyrstu ferð, at
hesi ungu spæla ein leik,
sum hevur fulla longd. Tað
hevur sjálvandi gjørt ar-
beiðið nógv drúgvari og
tyngri, enn hvat tey eru von
við. Men Hedvig heldur, at
hesin leikurin helst skal
spælast av ungum fólki,
sum veruliga kunnu seta
seg inn í støðuna hjá leik-
lutunum, sum tey eru áleið
javngomul við.
– Tey ungu hava betur
fortreytir fyri veruliga at
skilja kensluna av at liva í
vónloysi, uttan at hava
nakran møguleika at broyta
støðuna. Tey kunnu t.d. liv-
andi ímynda sær vanlukk-
una av at vera ein tann-
áringur við barn og at um-
hugsa fosturtøku.
Ginusøgur og Sleep-
ing Around samanlagt
Tríggir av leikarunum eita
Fríða, Julia og Gyðja. Tær
siga, at hetta hevur verið
rættiliga kollveltandi, tí
hetta er avgjørt ikki nakað,
sum tær eru vanar við at
spæla.
– Hetta er ein ræðuliga
ógvusligur leikur, sum vísir
eitt ræðuligt lív. Í leikinum
er ein av gentunum saman
við tveimum dreingjum, og
hon verður við barn. Ein
onnur verður við barn og
fær fosturtøku. Her eru
dráp og sjálvmorð, rús-
drekka og nógv banniorð.
Tað hevur verið eitt sindur
ringt at seta seg inn í lívið
hjá leiklutunum, tí tey hava
eitt so heilt øðrvísi lív enn
vit. Men mann skilir tey
allíkavæl, tí tey hava ongan
kjans.
– Leikiurin vísir tað ring-
asta sum kann henda fyri
ungdómin, og tí hevur tað
av og á verið ógvuliga tungt
at venja. Men vit hava
tvætlað og flent nógv undir
hvørjari venjing, so vit eru
altíð farin smílandi heim,
hóast vit arbeiða við einum
syrgiligum leiki, siga tær
tríggjar.
– Tað fyrsta vit løgdu
merki til, tá vit sóu leik-
ritið, var hvussu nógv
banniorð eru við. Og
hvussu ringt hesi ungu hava
tað. Teirra máti at reagera
uppá tingini er eisini púra
burturvið í okkara verð.
Eingin í Føroyum hevði
uppført seg sum tey gera.
Tey gerast øll eitt sindur
sinnissjúk, greiða tær frá.
Tey hava arbeitt nógv við
reaktiónum. Hvussu upp-
førir tú teg t.d., tá tú fyrstu
ferð sum 11 ára gamal fært
eitt tyggigummi? Ella tá tú
fært eitt súrepli, eftir at tú
ikki hevur etið nakað í 3
dagar?
– Tað hevur verið eitt
sindur strævið, tí vit ganga
til royndir nú eisini, so vit
hava bara lisið til royndir
og vant sjónleik í langa tíð
nú. Og vit eru eitt sindur
bangin fyri hvussu fólk fara
at taka ímóti leikinum. Tí
hann er ikki sum nakað, vit
eru von við. Hetta er eitt
sindur av ginusøgum, eitt
sindur av Sleeping Around
og so dregur hesin leikurin
harafturat bíbliuna við.
Men tey sum hyggja mugu
bara gera sær greitt, at hetta
ein sjónleikur við leiklut-
um, og ikki vit sum per-
sónar, sum siga hesi tingini.
Hetta vísir ung, sum ongan
møguleika hava.
Moralur
Hedvig sigur, at tað beint
nú er ein alda av populist-
iskum tilfari, sum vinnur
fram um allan heim. Alt er
so lættisoppakent. Tað, sum
setir spurningar og sum er
eitt sindur tungt at koma
ígjøgnum, er ikki áhuga-
vert. Við hesum leikinum
ganga tey beint ímóti
streyminum, tí hetta er ein
leikur við morali og tingum
at hugsa um. Leikurin er
nevniliga í ein ávísan mun
bygdur á Johannesar opin-
bering, og endurgevningar
úr bíbliuni ganga aftur alla
tíðina. Hedvig metir tó ikki,
at hetta er ein blasfemiskur
leikur.
– Hóast hann er álvar-
samur er hann ótrúliga lívs-
játtandi, sigur hon.
Genturnar halda eisini, at
hetta er ein leikur, ið man
kann læra nakað av.
– Tey ungu í leikinum
vilja ikki snakka um ting-
ini. Tey hava nógvar trupul-
leikar, men vilja ikki práta
um tað. Leikurin sigur, at
vit mugu vera góð við
hvønn annan, og vit eru
noydd at lurta eftir hvørjum
øðrum. Tað kann eisini vera
ein moralur til foreldrini,
um tey ikki tosa við og
lurta eftir børnunum, siga
Fríða, Gyðja og Julia.
– Fyrsta sýningin av
"Heim!" verður leygar-
kvøldið 12. juni kl 18.
Síðani
verða
sýningar
sunnukvøldið kl 18, týs-
kvøldið kl 19.30 og miku-
kvøldið kl 19.30. Bert fýra
sýninga vera, tí Føroya-
kvøldið, ið er ætlað ferða-
fólki, skal hava sjónleik-
arhúsið. Einans 60 fólk
kunnu hyggja at leikinum í
senn, so tað ræður um at
vera skjótur á sjóvarfallin-
um, skal leikurin síggjast.
Atgongumerki
fáast
í
Kunningarstovuni og við
dyrnar ein tíma undan
sýning. Leikurin hevur 12
ára aldursmark.
Sjónleikarhúsið í Havn:
Ungdómsleikur við aldursmarki
15
14
Nr. 110 - 12. juni 2004
Leygardagin byrjar
stór kapping á Torg-
inum í SMS í sam-
bandi við EM-kapp-
ingina í fótbólti, sum
verður í Portugal í
summar
EM-FEPUR
Tíðindaskriv
Saman við Atlantic Air-
ways og Coca-Cola bjóðar
SMS til EM Torg í SMS og
forvitnisliga kapping, har
besti EM skjúttin skal finn-
ast. EM Torgið letur upp nú
leygardagin kl. 10.00 og er
opið til kl. 14.00. Á EM
Torginum
leygardagin
hevur Coca-Cola smakki-
royndir og skipa teir eisni
fyri eini kapping, har teir
burturluta Coca-Cola vinn-
ingar. Frá kl. 12.0 til 14.00
verður 1. umfar í kapping-
ini um at finna besta EM
skjúttan. Tá kunnu vitjandi
– við at lata ein EM lepan
inn, sum fæst í EM Blað-
num, á Torginum ella á
www.sms.fo – skjóta fimm
skot í eitt mál, sum ein mál-
maður verjir. Tað ræður um
at skjóta so nógvar bóltar í
málið sum gjørligt. Tað
verða íalt 4 innleiðandi um-
før í kappingini, og verður,
sum sagt, tað fyrsta nú
leygardagin. Hini verða
fríggjadagin 25. juni, leyg-
ardagin 26. juni og fríggja-
dagin 2. juli. 12 teir bestu
skjúttarnir samanlagt fara
víðari í finaluna, sum verð-
ur leygardagin 3. juli kl.
13.00. Allar nevndu dagar-
nar er EM Torgið eisini
opið, og eisini tá fer Coca-
Cola at skipa fyri ymiskum
undirhaldi á Torginum og
til ber eisini at síggja fót-
bóltsbrot og samandráttir í
sjónvørpum, sum eru sett
upp á Torginum.
Vinningar
Besti brotssparksskjúttin
vinnur 2 ferðaseðlar frá At-
lantic Airways, eitt Coca-
Cola mini-køliskáp og 2 ks.
av 0,5 ltr. Coca-Cola. Nr. 2
og 3 vinna flogferðaseðil
frá Atlantic Airways og 2
ks. av 0,5 ltr. Coca-Cola.
Umframt hesar vinningar,
eru øll, sum skjóta brots-
spark og øll tey, sum bara
lata seðilin inn á Torgið, við
í lutakastinum um vinning-
ar frá Atlantic Airways og
Coca-Cola. Hesin drátturin
verður leygardagin 3. juli.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Á Føroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum skipa
tey í hesum døgum fyri
summarskeiði í Føroyskum
máli og bókmentum fyri
norðurlendskar studentar.
Hesi skeiðini hava verið
hildin í meira enn 30 ár í
teimum ymisku Norður-
londunum. Tað er Nordisk
Ministerråd, sum játtar
pening til hesi skeið.
Luttakararnir á skeiðun-
um læra um málið í landin-
um, um bókmentir og
mentanina.
Fyrr vóru hesi skeiðini
annaðhvørt ár, men vónað
verður, at tey í framtíðini
kunnu vera hvørt ár. Í ár
byrjaði skeiðið 2. juni og
endar 25. juni. Yvir 300
norðurlendskir studentar
luttaka hvørt ár á hesum
skeiðum. 27 luttakarar eru
á skeiðinum í Føroyum í ár.
Skeiðsleiðari er Jógvan í
Lon Jacobsen. Á myndini
vanta lærarar Vár í Ólavs-
stovu og Hanna Jensen.
Norðurlendsku studentarnir á summarskeiði á Føroyamálsdeildini. Á myndini eru eisini lærararnir Zakaris S. Hansen og Sólvá
Jónssóttir
Mynd: Jens Kristian Vang
Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin:
Norðurlendskt
summarskeið á
Føroyamálsdeildini
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður mín, pápi, abbi, bróðir
og verfaðir okkara
Dánial Chr. E. Joensen,
bóndi á Kjalnesi,
doyði og varð jarðaður.
Tøkk talarar fyri góð og troystarrík orð, kirkjutænarar,
berarar, sangarar og øll tit mongu, sum fylgdu og á
ymsan hátt við hjálpsemi og heilsanum vístu honum
seinasta heiðurin.
Vegna tey avvarðandi
Emly, Ann,Thomas, Jóan Jakku og Eddie
Tøkk
Hjartans tøkk øll somul, sum á ymiskan hátt vístu
okkum tykkara samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
elskaði maður og pápi
Jens D. Frederiksen
hvarv 6. apríl 2004
Tøkk til Hera Joensen prest fyri minningarhald.
Tøkk til familju, vinir, kenningar, starvsfelagar,
venjingarskúlan og øll, sum vitjaðu inn á gólvið.
Ein serstøk tøkk til bjargingarfelagið, froskmenn,
yrkisfelagið hjá studentaskúlalærarum, starvsfelagar
hjá Jens, løgreglu og øll tykkum, sum á ymiskan
hátt vóru við í leitingini.
Tøkk fyri blómur, heilsanir og peningagávur til Kára.
Tøkk til tykkum øll, sum vóru við til minningarhaldið.
Vegna tey avvarðandi
Connie og Kári
Tøkk
Teimum, sum vitjaðu meg á mínum 80 ára
føðingardegi tann 2. juni og við gávum,
blómum og á annan hátt gjørdu dagin hugna-
ligan fyri meg, mín mann og míni børn,
takki eg hjartaliga.
Vinarlig heilsan
Marita Mohr
TÍÐINDASKRIV
Í vikuni læt Super Dekk í
Havn fýra risastór dekk til
eina
gravimaskinu
hjá
Landsverk.
Dekkini eru í støddini
875/65R33. Tey eru næstan
ein metur breið (90 cm)
breið, og yvir tveir metrar
høg (210 cm) og viga heili
1207 kg hvørt.
Tað serliga við hesum
dekkum er, at dekkmynstr-
ið bert er í aðrari síðuni á
bananum. Hetta er gjørt
soleiðis, tí royndir vísa, at
dekkini halda betur og taka
ikki so stóran skaða av
gróti og hvøssum undirlagi.
Dekkini vóru lætin til
Maskinmiðstøðina í Kolla-
firði.
Sp/f: Super Dekk:
Risa Goodyear-dekk til maskinu hjá Landsverk
Besti EM skjúttin verður kosin
C
M
Y
K
14