leygardagur 12. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fastar
EM-
send-
ingar
Eisini Útvarpið fer
at fylgja væl við, nú
EM-kappingin
stendur á skránni
EM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Danmark í 1992
gjørdust europameistar-
ar, munnu flestu minn-
ast, hvussu føroysku
frásøgumenninir ferðað-
ust til Svøríkis til hálv-
finaluna, har teir so
vóru verðandi, fram til
danski sigurin á Týsk-
landi varð tryggjaður.
Soleiðis verður tað
neyvan hesaferð, men
Útvarpið fer kortini at
fylgja væl við, um enn
talan ikki verður um
beinleiðis varpan frá
dystunum.
Hvørt
gerandiskvøld
kl. 22.05 – tað er beint
eftir at seinni dysturin
tann dagin er liðugur -
fer ÚF at hava eina ser-
staka EM-sending. Tos-
að verður um ymsu lið-
ini, um dystirnar og um
einstakar leikarar. Ja,
snøgt sagt um alt tað,
sum fyriferst kring eina
EM-kapping.
Tað verður Heðin Arge,
sum fer at verða út-
varpsvertur í sendingun-
um, og at hjálpa sær fer
hann at hava fleiri fólk,
sum eru køn í altjóða
fótbólti. Eisini fara gest-
ir úr føroyska fótbólts-
heiminum gestir í út-
varpsstovuni.
Stundum fara lurtarnar-
nir eisini at fáa høvi til
at gera sínar viðmerk-
ingar til teir mongu
dystirnar, sum eru í
kappingini. Sendingin
verður haraftrat kryddað
við góðum tónleiki og
góðum søgum frá EM-
kappingina í Portugal,
sum alt Europa fer at
fylgja við í hesar kom-
andi tríggjar vikurnar.
Fyrsta sendingin verð-
ur nú leygarkvøldið.
Sunnudagin verður hild-
ið frí, men mánadagin
verður so lagt til brots
aftur.
Nr. 110 • leygardagur • 12. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Fótbóltsfepur kring
alt Europa
Komandi vikurnar
verður tað fótbóltur-
in, sum fer at taka
stóran part av
skíggjatíðini. Til gleði
fyri mong – men helst
eisini til øsing hjá
eins mongum
EM
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í dag klokkan 17.00 byrjar
so marran hjá mongum
húsfrúgvum. Ein marra,
sum fer at vara tríggjar
vikur fram. Hjá eins nógv-
um húsharrum er talan tó
um kanska størstu gleðina
av øllum. Ein gleði, sum
bara er tøk annað hvørt ár,
tó at videotólið ger, at
gleðisløturnar kunnu heint-
ast fram til meira enn bara
minni soleiðis av og á.
Heimsins besta
undirhald
Talan er sjálvandi um EM-
endaspælið í fótbólti, sum
næst eftir HM-kappingina
man vera tað, sum allir
fótbólts-elskarar leingjast
eftir, og sum fyri eina tíð
fær hesi at gloyma alt um
tær skyldur, sum annars
liggja á láni. Ja, hjá summ-
um kann enntá húsfólkið
annars og arbeiða glíða í
bakgrundina hesar vik-
urnar.
Hesa ferð er tað so í
Portugal, at kappingin skal
haldast, og við slogan’in-
um, we love football, fær
hetta ikki annað enn ljóðað
lokkandi. Einki er at ivast í,
at portugisar sjálvir elska
fótbólt, og latínska blóðið
fær ofta lyft spælið og
spenninginum í hesum upp
á eitt slíkt støði, har vit
norður-europearar
meira
kølnir bara hyggja at, uttan
veruliga at fata, hvat gong-
ur fyri seg hjá hesum fólki.
Eisini her í Sosialinum
fara vit at fylgja við,
hvussu leikur fer. Hvønn
dag verða tíðindi at frætta
frá kappingini. Smærri
dystarfrásagnir
standa
sjálvandi á skránni, um-
framt at tíðindini um skað-
ar, leikbann, klandur og
gleði í ymsu EM-legunum
eisini verður at síggja.
Og so er tað eisini stóra
EM-spælið. Nú leygar-
dagin er seinasta freist at
tekna seg til kappingina, og
so er annars at halda seg
framat, ta´gitast skal um
úrslitini í ymsu dystunum.
Í dagsins blað verður tal-
an so um eina stutta gjøgn-
umgongd av ymsu bólk-
unum, og so er bara eftir at
ynskja øllum eina góða
EM-kapping.
Bert eitt stig skilir nú
tey bæði oddaliðini,
og tí er einki at ivast í,
at Skála fer eftir
sigrinum sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skála er framvegis ósigrað
í bestu deildini, men hóast
teir fegnast um hetta heitið,
so iðra teir seg um, at tað
ikki eydnaðist at halda fast
um tey trý stigini, tá teir
seinasta vikuskifti vitjaðu í
Klaksvík.
Tað ferðin var liðið nak-
að skert, tí sterki verjuleik-
arin, Dusan Jaic, var leik-
bannaður, men hann er
tøkur aftur, nú liðið tekur
ímóti GÍ.
Útlendski miðvallarin hjá
liðnum, Nenad Stankovic,
hevur verið ivasamur í
vikuni, men roknað verður
fyri vist, at hann er tøkur,
eins og bæði Alexandur Jo-
hansen, Bogi Gregersen og
Iulian Florescu helst eru
tað, hóast eisini teir hava
drigist við skaðar.
Hjá mótstøðuliðnum, GÍ,
tykist tað eisini standa
hampuliga væl til við fólki.
Hans Petersen fekk reytt
seinast, so hann verður í
øllum førum ikki við.
Hinvegin verður roknað
við, at bæði Atli Gregersen
og Áslakur R. Petersen
verða klárir. Teir noyddust
báðir út við skaða seinast,
men teir hava vant aftur í
vikuni, og tað tykist ikki
vera nøkur forðing fyri
teirra luttøku.
So er spurningurin bara,
um GÍ verður fjórða offurið
á Skála, ella um gøtumenn-
inir loksins skulu venda
gongdini, sum bert hevur
givið teimum eitt stig
seinastu fýra dystirnar.
Skála-GÍ:
Skála spælir fyri
oddasessinum
Bóltsnillingar sum eitt nú Zidane fara komandi tríggjar
vikurnar at undirhalda á sjónvarpsskíggjanum
Dystir um vikuskiftið
Fótbóltur
1. deild menn
Dagf.
Dystur
Dómari
12.06
NSÍ-EB/S
Oddmar Andreasen
13.06
HB-KÍ
Dagfinn Olsen
13.06
VB-B36
Eiler Rasmussen
13.06
Skála-GÍ
Petur Skarðenni
14.06
ÍF-B68
Suni Johansen
2. deild menn
12.06
FSV-KÍ
Jens P. Brattalíð
12.06
LÍF-Sumba
Petur H. Joensen
12.06
AB-TB
Regin Egholm
12.06
Roynd-B36
Eiler Rasmussen
13.06
VB-B71
Tummas P. Olsen
3. deild menn
12.06
NSÍ-EB/S
Ransin N. Djurhuus
13.06
Skála-GÍ
Jan Gardar
13.06
HB-SÍ
Jónleif Frederiksen
13.06
ÍF-B68
Hans F. Hansen
14.06
TB-Fram
Poul Poulsen
1. deild kvinnur
13.06
B36-Sumba
Laurits í Króki
13.06
FSV-EB/S
Kristin av Kák
13.06
AB-KÍ
Finnur Andreasen
EM-endaspælið
Dagf.
Kl.
Dystur
12.06
17.00
Portugal-Grikkaland
12.06
19.45
Spania-Russland
13.06
17.00
Sveis-Kroatia
13.06
19.45
Frakland-Ongland
14.06
17.00
Danmark-Italia
14.06
19.45
Svøríki-Bulgaria
17
16
Nr. 110 - 12. juni 2004
– Bitland er eitt
samtak, sum hevur 12
føroyskar eigarar.
Men Bitland er annað
og nógv meira enn
tað. Bitland er ein
visjón um eitt land -
Bitland. Tað er í
mínari útlegging ein
visjón um at bróta
onki minnið enn eina
ómetaliga skaðiliga
megi
BITLAND
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað sigur Tróndur Djur-
huus, formaður í nevndini
hjá smápartafelagnum Bit-
land. Felagið hevði hósdag-
in eitt sokallað BitTing á
Hotel Føroyum, har hug-
leitt varð um Bitland, teirra
virksemi, og teirra visjónir
– serliga visjónirnar hjá
formanninum
Trónda
Djurhuus.
Tann ónda ringrásin
við jólamanninum
– Tann ónda ringrásin vísir
seg upp á tann mátan, at tá
trúgva vit, politikarar og
onnur, upp á ein æviga
høgan fiskastovn, varandi
høgar fiskaprísir, og jóla-
mannin. Tað merkir, at okk-
um nýtist ikki at gera íløgur
í nakað annað í framtíðini.
Okkum nýtist ikki at gera
íløgur í vinnumenning.
Okkum nýtist ikki at gera
íløgur í gransking. Tí tað
gongur jú fínt. Hetta er í
mótsetning til tær tíðirnar,
hvar tað til dømis er vána-
ligur fiskiskapur. Tá ber
onki til, og vit hava ikki ráð
til at investera í framtíðina.
Og tað er ein ringrás, sum
tað ongantíð fyrr hevur
verið so týdningarmikið, at
fingið brotið hana, sigur
formaðurin í nevndini hjá
Bitlandi.
Tróndur Djurhuus finst at
fyrrverandi samgongum og
núverandi samgongu um
teirra hugburð til vinnu-
menning. Føroya Lands-
stýri skar í játtanini til
gransking, tá løgtingsfíggj-
arlógin varð samtykt, við
teirri grundgeving at spar-
ingar vórðu framdar alla-
staðni, og tískil mátti
granskingin eisini verða
fyri skerjingum.
– Øll vita, at eg arbeiði á
eini fyritøku, sum hevur
gjørt stórar sparingar. Men
vit hava ikki skorið niður
upp á tær upphæddirnar,
sum vit seta av til menning
og gransking, sigur Tróndur
Djurhuus, sum eisini er
menningarstjóri í Føroya
Tele.
Ómetaliga áhuga-
verdir politikarar,
men lítil stertur
Men Tróndur sigur, at glott-
ar eru at hóma viðvíkjandi
politikarum og teirra áhuga
og vilja at raðfesta gransk-
ing
og
vinnumenning
hægri.
– Tað eru eisini upp-
muntrandi ting. Tá ein tosar
mann til mann við fleiri
politikarar, so fær mann
ómetaliga interessant prát.
Og eg haldi, at tað skal vera
ein uppgáva hjá Bitlandi at
hjúkla um tað sambandið,
soleiðis at vit kunnu verða
við til at venda tí politiska
vektorinum, ella hvønn veg
mann hyggir í Føroyum. So
fáa vit í hvussu so er ein
búskap við høvdi, men bara
partvís við sterti, sigur
Tróndur Djurhuus.
Vinnulívið sum
Songbók Føroya Fólks
– Hyggja vit at Írlandi, so
var Írland eitt neyðarsligt
og fátækt landbúnaðarland
fyri ikki so langari tíð síð-
ani, faktiskt relativt fáum
árum síðani, hvar teirra
vinnulív minti um allar
hesar balladurnar, sum vit
sita og syngja, hvar tað er
so synd í øllum. Men írar
hava latið hatta verðið eftir
í fólkasanginum og hava
broytt sítt vinnulív til at
vera high-tech, soleiðis at
Írland í dag er eitt av
teimum londunum, sum er
fremst í Europa, sigur
Tróndur Djurhuus.
– Men í Føroyum minnir
vinnulívið enn ov nógv um
tað, sum stendur í Songbók
Føroya Fólks. Vit hava ikki
gjørt skilnað millum fram-
tíðarbúskapin og okkara
fólkasang, heldur Tróndur
Djurhuus.
Politiska elitan
– Og tað er kanska har, at
vit skulu gera nakrar broyt-
ingar. Vit mugu taka tað
langa seiga toyggið, sum
tað er at koma fram til nøk-
ur nýggj vinnulív. Men, og
nú vendi eg mær til nakrar
serligar addressatar, tað
krevur eisini eina politiska
elitu í landinum, sum er til
reiðar at gera tað, sigur
Tróndur Djurhuus.
Hann heldur, at politiski
hugburðurin til gransking
og vinnumenning er øvugt-
ur.
– Gransking og vinnu-
menning eru útreiðslur og
ikki neyðugar íløgur, so-
leiðis sum tað í veruleikan-
um er. Vit svíkja ungdómin
við at arbeiða upp á handa
mátan politiskt og nokta
ungdóminum ta vælferðina,
sum vit halda er ein sjálv-
fylgja í dag, sigur Tróndur
Djurhuus.
Landsskaðiligt og
monokulturelt
Tróndur Djurhuus leggur tó
dent á, at hann virðismetir
tað etableraða vinnulívið,
serliga fiskivinnuna og
framtaksmennirnar í fiski-
vinnuni. Men hann saknar
ein fjøltáttaðan hugburð.
– Ongin skal misskilja
meg. Eg havi sum allir aðrir
føroyingar stóra virðing
fyri teimum pionerunum,
sum ímóti øllum odds
offraðu bæði lív og heilsu
og familjulív fyri at vinna
okkum fantastiskt inntøku-
potentialir aðrastaðni til
havs. Ongin ivi um tað.
– Men eg haldi ikki, at vit
hava tænt teirra entrepre-
nørship. Vi hava gjørt tað til
skammar við at skula bas-
era alla okkara vælferð á
tað entreprenørship’ið hjá tí
einstaka, sum offraði seg
og sítt fyri at finna ein
fiskastovn, sum vit kundu
troyta. Tað er ikki at heiðra
viðkomandi, at so at leggja
alt okkara lív og levnað á
herðarnar hjá tí einstaka
entreprenørinum. Tvørtur-
ímóti.
– Hetta hevur hildið okk-
um í einari monokulturell-
ari tvingu, sum er ómeta-
liga ósunn fyri okkum. Og
hon er landsskaðilig. So um
vit skulu tosa um lands-
skaðiligt virksemi í fram-
tíðini, so er tað kanska har
tað liggur, sigur Tróndur
Djurhuus at enda.
Føroyingar trúgva upp á jólamannin
Leygardagin var tiltak í
skúlanum á Eiði, har
bókin um Eiðis søgu eftir
Óla Egilstrøð alment varð
givin út. Eini 300 fólk
vóru til staðar. Eiðis
kommuna skipaði fyri
tiltakinum
og
borgarstjórin
á
Eiði,
Tordur Niclasen, bjóðaði
vælkomin og greiddi frá
bókini. Felagssangur var,
og millum sangirnar vóru
tað
børnini
hjá
Óla
Egilstrøð, sum trinu fram
á pallin við røðum um
gamla
Egilstrøð
og
yrkingum eftir honum.
Framførdu sangirnir vóru
allir yrktir av Óla ella um-
settir av honum úr øðrum
máli. Sanna í Brekkunum
sang solo »Eg sat har á
hægsta tindi,« og Hans
Erland í Brekkunum hevði
fylgispæl. Móti endanum
flutti Bettemi, einkjan
eftir Óla Egilstrøð, fram
eina yrking og takkaði.
Hátíðarhaldið
á
Eiði
endaði við »Kvøða til
heimbygdina Eiði,« og
Bettemi signeraði bókina,
sum kostar 385 krónur í
bókabúðunum.
hkm
Søgan er úti
Mynd: Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen
Tróndur Djurhuus: Ongin
skal misskilja meg. Eg havi
sum allir aðrir føroyingar
stóra virðing fyri teimum
pionerunum, sum ímóti
øllum odds offraðu bæði lív
og heilsu og familjulív fyri at
vinna okkum fantastiskt
inntøku-potentialir til havs.
Ongin ivi um tað. Men eg
haldi ikki, at vit hava tænt
teirra entreprenørship. Vi
hava gjørt tað til skammar
við at skula basera alla
okkara vælferð á tað
entreprenørship’ið hjá tí
einstaka, sum offraði seg og
sítt fyri at finna ein
fiskastovn, sum vit kundu
troyta
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
16