mánadagur 20. oktober 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
H E S A V I K U N A
Tróndur Arge - Svangaskarður
B36 er FM vinnari fyri tíggj
undu ferð, eftir at teir í gjár
vunnu 3-1 á B68 á Toftum.
Sigurin gevur árstalsfelag
num rætt at seta eina stjørnu
á búðmerkið. Ein staðfesting
av, at B36 hevur vunnið
tíggju meistaraheiti.
Meistaraheitið bleiv stað
fest í góðum fótbóltsveðrið
á Toftum, har fleiri hundrað
viðhaldsfólk hjá B36 settu
sín dám at dystin.
Tey flestu mundu anda
nógv lættari, eftir at Klæmint
Matras miðskeiðis í seinna
hálvleiki stútaði barndóms
felagið upp á 3-1. Restina av
dystinum var ein sterkur FM
luktur á Svangaskarði.
B36 koyrir umveg
Enn eina ferð fór B36 ein
umveg, áðrenn teir komu til
øll trý stigini í eysturoynni.
Eins og í dystunum móti NSÍ
og ÍF, so kom B36 afturum í
fyrra hálvleiki.
– Tað var tað ótrúligt,
at tað skuldi henda aftur
móti B68. Tað gjørdi tað
eisini seinast vit vóru her,
men tað vísur seg, at tað
skal til áðrenn við koma
í gongd, sigur Sámal Erik
Hentze, venjari hjá B36 um
fyrsta minuttin, tá Ibrahima
Camara sendi bóltin við
hegnisligum skotið í málið
til 1-0 til B68.
– Sást tú skotið? Eg veit
ikki hvat hatta var fyri
nakað, men brádliga lá bólt
urin í málinum, sigur Tórður
Thomsen, málverji hjá B36.
Bæði móti NSÍ og ÍF koma
B36 afturum í fyrra hálvleiki,
men arbeiða seg inn í aftur
dystin.
– Eg trúði allatíð upp á tað.
Vit hava góðar spælarar og
vit hava klára tað fyrr, sigur
Róaldur Jakobsen, sum hevur
stýrt miðvøllinum í alt ár.
Tað vísur seg, at B36 skal
ein umveg, tá teir skulu hava
trý stig í eysturoynni, og
soleiðis var eisini hesaferð.
Aftaná 12 minuttir fór Lukasz
Cieslewicz til stroks og sendi
innfyri til Adeshina Lawal,
sum beindi bóltin í málið.
Fyri B36 tóktist tað, sum
at fjálturin legði seg eina
løtu, men tað var eitt B36 lið,
ið ikki avrikaði so væl, sum
teir kunnu.
Alex bjargar
hálvleiksprátinum
Fram til 44. minutt í fyrra
hálvleiki hevur ikki tamar
hald á støðuni. B68 hevur
pláss á miðvøllinum og tað
blívur til nakrar vanda
miklar støður. Millum ann
að er Jónleif Højgaard í góða
lagnum á høgra vongi. Hann
sleppur í gjøgnum upp til
tríggjar ferðir, men innlegg
ini eru ikki nóg neyv.
Á
miðvøllinum
eru
Evrard Ble, André Olsen og
Hakun
Edmundsson
væl
við. Teir tora allir at venda
við bóltinum, og tað fleiri til
nakrar vandstøður. Serliga
Óli H. Olsen hevði ein gyltan
møguleika, men hann rakti
ikki málið. Í hinum endanum
bjargaði Hans Jørgensen, tá
Adeshina Lawal bleiv púra
leysur.
Avgerandi løtan í fyrra
hálvleiki kom ein minutt
fyri tíð. Aftur eru tað Lukasz
Cieslewicz
og
Adeshina
Lawal, sum eru menninir
aftanfyri.
Lukas
sendir
Lawal avstað í vinstru. Fram
herjin rennir frá verjuni og
leggur bóltin innfyri til Alex
Mellemgaard, sum skorar.
– Tað var fantastiskt at
skora. Tað var týdningar
mikið at vit fingu javna, men
tað var eisini deiligt at fáa
mál til 2-1 beint fyri hálvleik,
sigur ungi argjamaðurin,
sum byrjaði á vinstra bakki,
men var fluttur fram á høgra
vong, tá Jákup á Borg mátti
(1-2) 1-3
1-0: Ibrahima Camara 1.
1-1: Adeshina Lawal 12.
1-2: Alex Mellemgaard 45.
1-3: Klæmint Matras 69.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
»La Decima« Hetta er eitt heitið, sum Real
Madrid brúkti í samband við, at felagið vann
Champions League fyri tíggjundu ferð í
summar. B36 kann kann nú eisini brúka heitið,
tá teir í gjár vunnu FM fyri tíggjundu ferð.
B36 hevur vunnið føroya meinstaraheitið fyri tíggjundu ferð. »La Decima« bleiv veruleiki á Toftum,
eftir ein lítlan umveg í fyrra hálvleiki. Fleiri hundrað hvítir tigarar settu sín dám á søguliga dagin
tíggjundu
ferð
Jóannes Niclasen
B36-fjeppari
Jep soleidis dreingir vildi ynskt
eg átti tykkum allar klort tad
besta lide i ár ein fyri allar allir
fyri ein bar á mal hjartaliga
tillukku
fjeppara sms
B36 fyri