mánadagur 20. oktober 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
ítróttur
fótbóltur
Viðhaldsfólkini hjá B36.
Hvítu tigarnir settu
av álvara sín dám á
Svangaskarð í gjár. Tað
hugaligt at síggja, at B36
kundi samla so nógv fólk
saman til útidyst. Flott!
Avrikið hjá B68 var so
mikið gott í gjár, at tað
er harmiligt, at teir ikki
hava klárað at givið hinum
liðnum sterkari mótstøðu,
so tað framvegis var
spenningur í botninum.
Stjørnan á bringuni Við tíggjunda meistarheitinum hevur B36,
sum tað triðja felagið í Føroyum, tryggjað sær rættin til at fáa
eina stjørnu á búðmerkið. Stjørnan merkir at felagið hevur vunnið
tíggju meistaraheiti. Umframt B36, so hevur KÍ eina stjørnu fyri 17
meistarheiti, meðan HB hevur tvær stjørnur fyri 22 meistaraheiti.
geva skarvin yvir vegna
fiburspreinging.
– Málið til 2-1 er ótrúliga
týdningarmikið, tí tað ger at
vit ikki longur skulu renna
aftaná. Tí kunnu vit bíða
eftir teimum, sigur Sámal
Erik Hentze, venjari hjá B36.
Tað sást eisini á B36 við
haldsfólkunum, at tey vóru
fegin um málið til 2-1. Tað
gav teimum ein møguleika at
njóta kaffi í hálvleikssteðg
inum, tí HB er tá á odda 3-0
í Gundadali.
Klæmint skorar
forloysandi málið
Spælið í seinna hálvleiki er
ikki líka ferðmikið. B36 skal
ikki longur hava mál fyri
at vinna, og teir spæla við
hondbremsuni eitt sindur
uppi. B68 hevur ikki orku at
blíva við at trýsta B36, sum
nú flytir bóltin runt allan
vøllin.
Toftamenn hava okkurt
álop, men nú liggur dysturin
til B36. Teir hava tamarhald
á støðuni og miðskeiðis í
seinna hálvleiki fellur av
gerðin.
B36 hevur hornaspark
í høgru. Alex Mellemgaard
sendir bóltin innfyri, har Mr.
B36 sjálvur, Klæmint Matras,
er hægstur og stútar bóltin í
málið.
Myndin av honum, meðan
hann mussar B36 merkið fer
helst í søguna, sum staðfest
ingin av at B36 hevur vunnið
»La
Decima«,
tíggjunda
meistaraheitið.
Eftir hetta var tað bara
Sámal Erik Hentze, sum
tóktist blíva meiri spentur,
sum hann stóð á síðulinjuni
og rópti á sínar spælarar.
Fyri tey flestu var hetta tó
málið, sum staðfesti sigurin
hjá B36.
Óvæntað meistarheitið
Tað var torført at ímynda
sær B36 sum eitt boð upp á
ein FM, tá teir í Klaksvíks
kappingini taptu heili 5-1
fyri HB. Hópurin sá tunnur
út og spurningurin var hvat
Sámal Erik Hentze kundi
gera í árstalsfelagnum.
Metingarnar
undan
kappingarbyrjan
vóru
heldur ikki tær bestu. men
skjótt gjørdist greitt, at B36
skuldi takast í álvara. Eitt
skifti vóru teir eisini heili
sjey stig fremst. Teir kunnu
framvegis vinna kapping
ina við sjey stigum og tað
sigur ikki so lítið um styrk
ina hjá B36 í ár, sum hevur
fingið heili 61 stig. Til saman
beringar kann nevnast, at
HB í fjør vann FM við 54
stigum.
B36 er FM vinnari 2014.
Stigatalvan lýgur ongantíð
verður mangan sagt. Soleiðis
er eisini hesa ferð, B36 hevur
verið besta liðið í ár.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
B68 Hans Jørgensen – Niklas Poulsen ■■,
Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg,
Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson,
Evrard Blé ■, André Olsen (Emil Ronaldsson, 35.)
– Jonleif Højgaard (Ari Johannesen, 81.),
Ibrahima Camara, Óli H. Olsen
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy,
Andrias Eriksen, Odmar Færø ■, Alex Mellemgaard
– Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras
– Jákup á Borg (Símun Joensen, 23.),
Lukasz Cieslewicz, Heini í Skorini
(Benjamin Heinesen, 62.) – Adeshina Lawal ■
Tillukku vid silvirinum HB
SMS til
3. hálvleik
Øssur Jacobsen
B68-fjeppari
Tillukku til B36 Við FM
fjeppara sms