Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Halda fram at grava eftir gulli Tað er so mikið hugaligt at vinna, at KÍ kvinnurnar hava ongar ætlanir um at gevast at spæla Jóannes Hansen So varð heimsmetið hjá KÍ stað­fest. Leygardagin var stór­ur rómur í Klaksvík, tá ið Klaksvíkar kommuna skipaði fyri stórfingnum há­ tíðar­haldi í sambandi við, at KÍ kvinnur­nar hava vunnið fimtanda FM heitið á rað og harvið hava sett nýtt heims­ met. Sííðsti dysturin var ímóti B36, sum legði rygg til 4-0 tap. Stórur spenningur var um, hvør fór at enda ovast á mál­tindinum. Rannvá B. Andreasen skoraði bæði KÍ málini eftir steðgin. Undan síðsta umfari var Heidi Sevdal hjá HB eitt mál framman­fyri Rannvá. Heidi skoraði eitt mál leygardagin fyri HB, sum vann bronsu og á heimavølli spældi 2-2 ímóti silvurvinnarunum í EBS/Skála. Harvið endaðu bæði Rannvá B. Andreasen og Heidi Sevdal ovast á mál­ tindinum við 29 málum. Eingin annar enn Heidi Sevdal og Rannvá B. Andreasen vóru við í kapp­ ing­ini um at røkka mál­ tindin. Íðunn Magnussen úr B36 skoraði triði flest mál. Hon skoraði 14 mál. Í 2013 var Heidi Sevdal topp­skjútti. Eisini í fjør skor­ aði hon 29 mál. Í 2012 var Rannvá B. Andreasen toppskjútti. Tá skor­aði hon 31 mál. Framvegis svangar Annika Petersen setti hol á fyri KÍ, og Sigrid Jacobsen økti til 2-0. Sigrid er ein av royndu KÍ spælarunum. Hetta er níggjunda árið, at hon er við til at vinna FM. Fót­bólturin er týdningar­ mikil partur av familju­lív­ inum. Mamma Sigrid, Jórun Jacobsen, er saman við Jórun B. Andreasen, sum er mostur at tvíburunum Rannvá og Ragna, støðugt kring liðið. Jórun fegnaðist leygar­ dagin saman við dóttrini. Sigrid er 24 ára gomul og harvið framvegis í besta fót­ bóltsaldri: – Uppskriftin er, at vit hava mest sum sama liðið á hvørjum ári, og at tað alla tíð­ina so við og við koma nýggjar aftrat. Og so mugu vit ikki gloyma, at vit hava havt ein fínan venjara í Aleksandar Djordjevic. Møggurnar Eyðvør og Bára S. Klakstein vóru enn eina ferð á sama FM liði. Merkisvert er tað, at Eyðvør hevur vunnið FM á hvørjum ári, síðani hon sum smágenta fór at spæla. Í yngru deild­ unum var mamman oftast venjari: – Tað er hugaligt at hava tær eldru og royndu at hella seg at, og eg vóni, at tær fara at halda fram, sigur Eyðvør Klakstein. – At vinna FM saman við dóttrini er ein heilt serlig kensla. Tá ið tað er so huga­ ligt, so hugsa vit ikki um heilt at leggja fótbóltin á hillina, sigur Bára S. Klakstein. Malena Josephsen er lið­ formaður á KÍ liðnum, og tað var hon, sum tók ímóti FM steypinum frá FSF for­mann­ inum Christiani Andreassen, sum nýtti høvi at minna á, at tað í Føroyum spæla lut­ falsliga fleri kviunnur fót­ bólt enn nakra aðra staðni í heim­inum. – Serliga fyrru árini høvdu vit ikki altíð bestu spæl­ar­ arnar, men tað er ikki altíð, at bestu spælararnir manna besta liðið. Aleksandar Djordjevic hevur gjørt nógv fyri at menna fótbóltsspælið. Tær yngru eru betri við bólt­ inum, enn vit eldru eru og hava verið. At vinna er sera huga­ligt, og tá ið vit hava notið at vinna hetta FM heitið, so fara vit at fyrireika okk­um at vinna sekstanda FM heitið, sigur Malena Josephsen. Toppskjúttin Rannvá B. Andreasen og tvíbura systir hennara, Ragna, eru samdar við Malenu: – Tað er hugaligt, at tað verður gjørt so nógv burtur­ úr, sum tað verður gjørt í dag. Vit ætla at halda fram, og eg vóni, at tær yngru fram­vegis fara at hava hug at spæla fótbólt, og at tær fáa vinnara­viljan, sum hevur eyð­kent liðið. Tað krevur nógv, og tað skal arbeiðast fyri tí, men so er tað eisini ein fram­úr kensla at vinna, sigur Rannvá B. Andreasen. joannes@sosialurin.fo 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 20 17 2 1 81 20 +61 53 2 EBS/Skála 20 13 4 3 72 17 +55 43 3 HB 20 10 4 6 56 39 +17 34 4 ÍF/Víkingur 20 6 3 11 28 63 -35 21 5 B36 20 5 2 13 19 50 -31 17 6 AB 20 1 1 18 17 84 -67 4 KÍ - B36 4-0 (2-0) 1-0: Annika Petersen 15. 2-0: Sigrid Jacobsen 36. 3-0: Rannvá B. Andreasen br 51. 4-0: Rannvá B. Andreasen 80. HB - EBS/Skála 2-2 (1-1) 1-0: Milja R. Simonsen 2. 1-1: sjálvmál 37. 2-1: Heidi Sevdal 85. 2-2: Fríðrún Danielsen 88. Reytt kort: Rakul Magnussen, EBS/Skála, 70 (2 gul) AB - ÍF/Víkingur 1-4 (1-1) 1-0: Ásla Johannesen br 11. 1-1: Jensa Olsen 31. 1-2: Jóhanna Lervig 81. 1-3: Durita Nielsen 84. 1-4: Jóhanna Lervig 90.+3. KÍ kvinnur. FM vinnarar 2014. Aftanfyri frá vinstru: Erik Nielsen, hjálparvenjari, Sigrun Sirdal, Lisa Joensen, Marjun á Lakjuni, Erla Christiansen, Ása K. Thomsen, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk, Hervør Olsen, Eyðvør Klakstein, Aleksandar Djordjevic, venjari, Filip Djordjevic, hjálparvenjari Frammanfyri frá vinstru: Gudny Johannesen, Kristina A. Rasmussen, Annika Ragna Petersen, Maria K. Thomsen, Monika Biskopstø, Sigrid Jacobsen, Laila Pætursdóttir, Rannvá B. Andreasen, Sofía Purkhús