mánadagur 20. oktober 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
H
etta vikuskiftið bjóðaði upp á fleiri
spennandi søgur úr føroyska ítróttar
heiminum. Kvinnurnar hjá KÍ settu
heimsmet við at vinna meistaraheitið fyri
15. ferð upp í slag. Kvinnurnar hjá Kyndli
skrivaðu hondbóltssøgu, tá tær vunnu seinna dystin
móti belgiska Femina Vise í Europa Cup. Umframt tað,
so staðfesti B36 eisini FM heitið í gjár, tá teir vunnu
tíggjunda meistarheitið fyri árstalsfelagið.
Heimsmet í Klaksvík
Rás2 var á staðnum, tá KÍ leygardagin bleiv fagnað,
tá endaliga staðfestingin av heimsmetinum gjørdist
veruleiki. Sum vanligt, so vann KÍ dystin og Rannvá B.
Andreasen skoraði. Stóra løtan var aftaná dystin, tá
spælararnir blivu fagnaðir av stórari áskoðarafjøld.
Nógv var gjørt burturúr og Aria var aftur á palli
saman til stórhendingina. At vinna 15 ferðir upp í
slag er eitt satt bragd. At halda áfram at vinna ár eftir
ár krevur ein sterkan vilja. KÍ kvinnurnar hava við
hesum sett heimsmet, men spurningurin er hvussu
hini feløgini hava tað við, at tey ikki hava megnað at
steðga KÍ eina tí einastu ferð.
Eina árið vann KÍ meistarheitið við tveimum
málum í evstu løtu móti B36. Tá kom meistaraheitið til
høldar upp á málúrtøku. Ein ferð helt ein KÍ viðhalds
maður skemtiliga fyri, at tað næsta royndin at steðga
KÍ verður felagsliðið EB/Streymur/Skála/ÍF/Víkingur/
HB/AB/B36.
KÍ kvinnurnar hava sett KÍ á heimskortið fyri góða
– og føroyskan kvinnufótbólt fyri tað heldur minni
góða.
Hondbóltssøga á hálsi
Sunnudagin vann Kyndil við einum máli móti Femina
Vise úr Belgia í Europa Cup. Tíverri var talan um
samlaðan ósigur, tí gestirnir úr Belgia vunnu fyrra
dystin við sjey málum. Tí var talan í størri mun um ein
moralskan sigur heldur enn ein kappingarføran sigur.
Kvinnurnar hjá Kyndli eru ungar og føroyskur
hondbóltur hevur lítlar og ongar altjóða royndir. Tað
sást í fyrsta dystinum, men sum við øllum øðrum,
so má ein byrjan verða onkustaðni. Kyndil hevur nú
fingið nakrar týdningarmiklar royndir, sum vónandi
geva teimum mót upp á meir. Føroyskur hondbóltur
tykist verða í ein menning, so tað er týdningarmikið at
avbjóðingarnar fylgja við.
B36 fær stjørnuna
B36 tryggjaði sær í gjár tíggjunda meistaraheitið, sum
gevur teimum eina stjørnu á búðmerkið. Tað er ein
staðfesting av, at B36 nú hevur vunnið meistaraheitið
so oftani, at tað skal frámerkjast.
B36 hevur síðani 1997 verið meistari fimm ferðir.
Undan meistaraheitinum í 1997 hevði felagið ikki
vunnið FM síðani 1962. Onkuntíð var nær við, men teir
vóru nærmast tiltiknir fyri at kiksa, tá tað á stóð.
Tað er ikki longur tilfeldið og B36 hevur enn
eina ferð víst, at teir nú eru millum teir størstu í
føroyskum fótbólti.
Heimsmet,
hondbóltssøga
og »La Decima«
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
■ B36 B36 B36 eru
FØROYAMEISTARIR
( B68 - B36 )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Jákup
Mørk
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Seinastu vikurnar hevur ein søga um at liðskiparin hjá HB, 36 ára
gamli Fróði Benjaminsen, er á veg til grannarnar úr B36 fingið bein at
ganga á. Norðlýsið hevur sett spurningin og portalurin hevur borðið
søguna víðari, men landsliðsliðskiparin kennir einki til søgurnar
Fróði ikki til B36
Rókur avloysir Jon
Tróndur Arge
– Eg kenni einki til hasar
søgurnar og tað er ikki
aktuelt at skifta til B36.
Vit
hava
ikki
verið
í
samráðinum, so tey sum
siga tað vita meiri enn eg,
sigur Fróði Benjaminsen eitt
sindur bilsin á málinum.
Fróði Benjaminsen hevur
fyrr verið settur í samband
við B36, sum hann umboðaði
frá 2005 til 2007.
- Eg havi ikki tikið støðu
til
komandi
kappingarár
enn, men um eg haldi fram,
so verður tað allarhelst í HB,
sigur Fróði Benjaminsen við
in.fo,
tíðindaportalin
hjá
Miðlahúsinum.
Eisini formaðurin í HB,
Finnbogi Arge, er bilsin um
søguna. Í HB ynskja tey, at
Fróði Benjaminsen heldur
fram í felagnum.
- Vit ynskja og vóna, at
Fróði heldur fram í HB, sigur
Finnbogi Arge í stuttari
viðmerking og vísir á, at HB
ikki hevur sett seg niður at
gera sáttmálar fyri komandi
kappingarár.
Sostatt tykist greitt,
at Fróði Benjaminsen ikki
skiftir til. Spurningurin er
heldur um Fróði heldur fram
at spæla í HB, sum hann
hevur umboðað síðani 2008.
trondur@sosialurin.fo
www.b36.fo:
Long John Silver verður verðandi hjá grannunum fyri norðan. The Golden
Boys spæla í hvítum, og tað varð staðfest í dag.
www.hb.fo:
Havnar Bóltfelag hevur nú sett nýggja høvðusvenjaran hjá kvinnumum.
Tvey ára sáttmáli er gjørdur við Lennard Pedersen, sum seinastu árini
hevur verið venjari hjá AB.
www.nordlysid.fo:
Niðurstøðan má vera, at tað var KÍ sum gjørdi, at HB ikki vann FM í 2014.
www.nsi.fo: U14
Á leikvøllinum vunnu NSÍ og HB sær 59 stig í part fyri 22 dystir. NSÍ
var betra liðið innanhýsis, og tískil kundi hetta verið nokk til at vinna
FM-steypið. Men HB vann sær 2 stig afturat á skrivaraborðinum, og tískil
endaði gullið í Havn. Til lukku við tí.
www.vikingur.fo:
Eins og fleiri ferðir fyrr royndust skálamenn okkum boysnir. Hóast úrslitið
ikki gjørdist tað, vit frammanundan væntaðu, eiga okkara menn tó rós fyri
at reisa seg aftur og megna javnleik eftir ein tílikan vátan vøtt.
www.in.fo:
Sonni Ragnar Nattestad var somuleiðis á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá
AC Horsens í dag vann heimadystin móti AB 3-1.
Heimasíðurnar skriva:
Eftir at hava røkt formans
sessin í Svimjisambandinum
í tilsaman fjúrtan ár hevur
Jon Hestoy nú lagt frá sær.
Hann bað farvæl á aðal
fundinum í Svimjisambandi
Føroya, sum varð hildin í dag.
Nýggjur
formaður
er
Rókur í Jákupsstovu. Talan
er um nátúrligt ættarliðs
skiti, tí Rókur hevur verið
næstformaður
seinastu
fimm árini. Í hesum tørn
inum hevur Jon Hestoy verið
formaður í seks ár.
Eyðun
Húsgarð,
sum
var eykalimur, loysir Rók í
Jákupsstovu av sum næst
formaður.
Umframt
Jon
Hestoy
fór eisini Hanna í Horni úr
nevndini. Nýggj í nevndini
er – umframt Eyðun Húsgarð
– Katrin Sørensen.
joannes@sosialurin.fo
ítróttur