Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 veljarakanningin Eirikur Lindenskov Aksel V. Johannesen, for­ maður í Javnaðarflokkinum, skal vera Føroya næsti løg­ maður. Tað er boðskapurin í nýggj­astu veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku. Sambært kanningini, so vilja 17,5 prosent av før­ oy­ingum hava Aksel V. Johanne­sen til løgmann. 11 prosent vilja hava Høgna Hoydal, meðan tey eru ikki fleiri enn 8,8 prosent, ið vilja hava Kaj Leo Holm Johanne­ sen, løgmann, sitandi sum løg­mann. Úr Fólkaflokkinum er Jacob Vestergaard best um­ tóktur sum løgmaður. Hann fær kortini einans 3,6 pro­ sent av atkvøðunum í kann­ ingini, sum bara gevur for­ manni Fólkafloksins, Jørgeni Niclasen 2 prosent. Onnur á listanum eru Kristina Háfoss, sum fær 2,7 prosent, Bárður Nielsen, sum fær 2,2 prosent, Poul Michelsen, sum fær 1,8 prosent, Annika Olsen, sum fær 1,4 prosent og Sirið Stenberg sum fær 0,7 pro­sent. Í sambandi við veljara­ kann­ignina hjá Fynd, vórðu fólk spurd, hvønn persón tey vildu hava til løgmann, utt­an at Fynd framman undan hevði peikað ávísar kanditatar úr. Tey, sum fingu 0,5 pro­sent og færri, eru ikki tikin við á listan. Aksel fimti javnaðarløgmaður Tríggir menn og ein kvinna hava verið løgmenn fyri Javnaðarflokkin. Tey eru Petur Mohr Dam, Atli Dam, Marita Petersen og Jóannes Eidesgaard. Petur Mohr Dam var fyrsti løgmaður floksins. Tað var eftir løgtingsvalið í 1958. Hann hevði tá sitið á tingi í 30, tá hann tók við av­bjóð­ ingini at gerast løgmaður. Hann mátti leggja frá sær eftir valið í 1962, hóast flokkur hansara hevði fram­ gongd. Tá varð Sjálv­stýris­ landsstýrið skipað. Eftir valið í 1966 varð Petur Mohr Dam aftur valdur til løgmann. Hann doyði í 8. november í 1968, og tá tók Kristian Djurhuus við sum løgmaður. Eftir valið í 1970 skipaði Javnaðarflokkurin aftur landsstýri. Tá var Alti Dam valdur til løgmann. Hann skip­aði aftur landsstýri eftir valið í 1974, 1978, 1984 og 1990. Tá landssstýrið varð valt í januar í 1991 boðaði Atli Dam frá, at hann fór at leggja frá sær eftir tvey ár í starvinum. Og í januar 1993 varð Marita Petersen vald til løgmann – sum fyrsta og higartil ein­ asta kvinna, ið hevur røkt starvið. Fjórði løgmaður Javn­ aðar­floksins var Jóannes Eidesgaard. Hann skipaði landsstýrið eftir valið í 2004 og aftur í 2008. Hann legði frá sær sum løgmaður 26. sep­ tember í 2008, tá nýggj sam­ gonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Sam­bands­ flokkin og Fólkaflokkin við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni. Nógv ta størstu undirtøkuna sum løgmaður sambært veljara­kanningini hevur Aksel V. Johannesen. 17,5 vilja hava hann til løgmann Vilja hava Aksel til løgmann Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldi Miðflokkurin Framsókn 30% 22,5 Løgtingsvalið oktober 2011 Kanning november 2014 20,1 24,7 22,4 17,8 25,8 4,2 2,4 18,3 21,1 6,2 4,8 6,3 3,3 25% 20% 15% 10% 5% 0% VALið 2011 VALið 2011 VALið 2011 VALið 2011 kanning 2014 kanning 2014 kanning 2014 kanning 2014 Prosent Góð helvt gav til kennar navn á onkrum politikara. Knapt helvt hevði einki boð 1 Aksel V. Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17,5 2 Høgni Hoydal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11,0 3 Kaj Leo Holm Johanesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8,8 4 Jacob Vestergaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3,6 5 Kristina Háfoss . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,7 6 Bárður Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,2 7 Jørgen Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,0 8 Poul Michelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,8 9 Annika Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,4 10 Sirið Stenberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0,7 Onnur høvdu hálvt prosent ella minni Fólkaflokkurin havt tríggjar løgmenn Eirikur Lindenskov Fyrsti løgmaður umboðandi Fólkaflokkin var Hákun Djurhuus. Tað var tá hann skipaði sjálvstýrislandsstýrið í 1963. Hetta landsstýrið sat tað valskeiðið at enda, til Petur Mohr Dam tók við aftur sum løgmaður í 1967. Tað skuldu ganga 22 ár, til Fólkaflokkurin aftur skipaði landsstýri. Tað var í 1989, tá Jógvan Sundstein gjørdist løgmaður. Hann sat í tvey ár. Í fullveldislandsstýrinum í 1998 gjørdist Anfinn Kallsberg løgmaður. Hendan samgongan helt fram aftan á valið í 2002, men slitnaði í 2004. Síðani hevur Fólkaflokkurin ikki havt løgmann. Hákun Djurhuus 1963-67