Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 sínum viðmerkingum, og metir, at árinskanningin als ikki er nøktandi. Ongar ljóð­málingar eru gjørdar av ver­andi havnarøki, og tískil er ikki gjørligt at meta um, hvussu ljóðdálkingin frá út­ bygda havnarøkinum verður, stendur í árinskanningini. Hetta halda bæði Forn­ minnis­savnið og fleiri av hin­ um, ið hava sent Um­hvørvis­ stovuni við­merk­ingar, vera alt ov vánaligt. Serliga Fornminnis- savnið, men eisini aðrir viðmerkj­arar, fílast eisini á, at so lítið er gjørt burtur úr at kanna aðrar møguligar staðsetingar til nýggja havn, og at tær við­merkingar, sum eru gjørdar hesum viðvíkjandi, tykjast sera yvirfladiskar. Fornminnissavnið, sum varðar av Skansanum peikar á, at árinsmetingin ikki hev­ ur gjørt nakra met­ing av, hvussu ristingar kunnu hugs­ast at ávirka nær­um­ hvørvi. – Sagt verður, at konse­ kvens­urin av vibratiónum verður »ubetydelig.« Hetta er helst út frá útsøgnini um, at »generelt vil afstanden fra anlægs­arbejdet til boliger være så store, at eventuelle vibra­tioner ikke vil være gener­ende«. Tað sýnist ikki sum mett er um vibratiónir í øki tættari við. Her skal við­merkjast, at vollarnir kring Havnar skansa eru úr uppmúraðum náttúrsteini. Ein saknar sostatt eina met­ ing av, hvønn skaða arbeiðið kann gera á vollarnar. Niðurstøðan hjá Forn­ minnis­savninum er hendan. – Samanumtikið kann so­ leiðis sigast at útbyggingin vil blokera Skansan og økið yviri við Strond frá Nóls­ oyar­firði, at tað vilja vera týðandi vansar í sama øki í bæði anleggsfasuni og rakstrar­fasuni, og at ætlanin sýnist stuttskygd. Mælt verður tí frá at loyva ætlaðu út­bygg­ingini. – Heldur eigur ein í álvara at umhugsa øðrvísi loysnir av eini nýggjari havn í mið­ staðarøkinum. Góðir møgu­ leikar skuldi verið fyri eini loysn, har Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommuna annað­hvørt sjálvi ella í sam­ starvi við øðrum komm­ unum byggir eina góða nú­tíðar havn við góðum út­ bygg­ingar­møguleikum í ein­ um øðrum øki í mið­staðar­ økinum. Palli Gregoriussen, arki­ tektur, teknaði fyrr í ár eitt annað uppskot til havanar­ útbygging, har hann skeyt upp at flyta alt vinnuøkið inn á Sund ella Kollafjørð. Hetta uppskotið hevur tó onga almenna undirtøku fing­ið. Býráðslimir hava ein fyri og annar eftir víst á, at ikki er pláss fyri so stórum havnar­økið, hvørki inni á Sundi ella á Kaldbaksfirði. Har­umframt hevur komm­ unan aðrar ætlanir við havn­ ar­øk­inum inni við Sund. Onnur spyrja, um tað ikki hevði verið betri at bygt eina nýggja bingjuhavn á Argjalandinum, nærindis Glyvurs­nesi. Til tess siga býráðslimir, at hóast hetta er eitt gott uppskot, so vil ein nýggj havn á Argjum gerast nógv dýrari enn ætlaða út­ bygg­ingin, umframt at tað verður torført at flyta alt havnar­virksemi út á Argir. Hóast ætlaninar hava ligið alment frammi og gjørligt hevur verið hjá fólki at koma við sínum viðmerkingum, so er okkurt sum bendir á, at hendan ætlanin møtir nakað av mótstøðu frá borg­arum í Havnini. Fleiri og fleiri seta spurnar­tekin við, um árinskann­ingin er nøkt­andi. Spurningurin er so, um bý­ ráðið tekur málið upp til við­ gerðar aftur, ella heldur seg til einmældu býráðs­sam­tykt­ ina frá 30. mai 2013. Livst, so spyrst. tórshavnar havn Poul Michelsen – Hetta er á leið sama ætlan, sum vit søktu um loyvi til mitt í áttatiárunum, sigur Poul Michelsen, ið var borgarstjóri frá 1981 til 1992. Friðingarmyndugleikin gav tó ikki býráðnum loyvi at byggja um Skansan tá. – Tann útbyggingin, ið tá var gjørd, hevur verið grundarlagið undir størstu inntøkuni hjá kommununi síðani tá. Íløgan kostaði125 millónir krónur, men tað var goldið aftur eftir fáum árum, sigur Poul Michelsen, sum væl skilir tørvin á at byggja út aftur nú. – Eg veit ikki, um Skansin fer at taka skaða av hesum, ella um hann kanska kemur meiri til sín rætt, eg skilji sjónarmiðini hjá báðum pørtum, men onkuntíð er neyðugt at raðfesta útbygging hægri, sigur Poul Michelsen. Lisbeth L. Petersen – Hetta er púra ørt. So bersøgin er Lisbeth L. Petersen, ið var borgarstjóri í Havn frá 1993 til 1996. – Eg eri hart ímóti hesi útbyggingini, fyrst og fremst sum havnarfólk, heldur enn fyrrverandi borgarstjóri. Meinginin við Skansanum verður oyðiløgd. Hann hoyrir til har hann er, og har skal hann vera, úti við sjóvarmálan, sigur Lisbeth L. Petersen. – Menn byggja sær minnisvarðar, plagdu tey at taka til fyrr. Er tað tað, teir gera nú? Hon er eisini ørkymlað um ætlanirnar at taka lán upp at fíggja útbyggingina. – Tá eg sat í býráðnum í kreppuárunum, var málið, at kommunan skuldi vera skuldarfrí. Men tað hevur ongantíð verið verri enn nú, sigur Lisbeth L. Petersen. Albert Isfeld – Skansin er einasta fornminni vit hava, av hesum slag, einasta festningsverk okkara. Byggja vit eina stóra bingjuhavn frammanfyri, so er Skansin ikki Skansin longur, sigur Albert Isfeld, arkitektur. – Skansin skuldi verja Havnina frá sjóvegis álopum. Við nýggju útbyggingini fer Skansin valla at síggjast av sjónum longur. Tá dettur endmál Skansans burtur, og hann missir nakað av sínum søguliga virði, sigur Albert Isfeld Albert Isfeld sigur, at hann er fyri, at útbyggja Tórshavnar Havn, men ikki í tí líki, sum verandi ætlan leggur upp til. – Skansin er eitt av okkara størstu fornminnum, og má varðveitast í heilum líki, og tá má upprunaliga endamál Skansans eisini vera greitt. 134.000 tons av fiski verða landaði á Tórshavnar Havn, meðan 390.000 tons av góðsi verða innflutt og 249.000 tons verða útflutt. Hesi tølini eru íroknað havnina í Kollafirði. Mett verður, at skip landa dagliga og at góðsskip dagliga eru á Havnini. Samlaða bryggjulongdin á Eystara mola skal leingjast úr 415 metrum til 1.115 metrar. Tvær nýggjar bryggur verða gjørdar, á 300 og 400 metrar. Nýggja havnarøkið verður 160.000 fermetrar til støddar, harav verða 20.000 fermetrar settir av til pakkhús.