Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Á borgarafundi mikudagin varð ført fram, at skjótt var klárt at fara undir at út­ byggja Tórshavnar Havn. Sjúrður Olsen, for­maður í Vinnu­nevndini váttar fyri Sosial­inum, at friðingar­ myndug­leikarnir hava góðkent ætlanir­nar, men enn eru ikki øll loyvi komin upp á pláss Útbyggingin, talan er um, er eitt havnarøki á yvir 170.000 fer­metrar, sum skal strekkja seg frá molanum og norður gjøgnum Nólsoyar­ fjørð, fram­við Skansanum og norð­ur til Eystfalssker, sum liggur beint uttanvert kommandør­húsini yviri við Strond. Havnarøkið skal nýtast til vinnu­ligt virksemi, og tað eru vinnan, ið heldur til á Tórs­havnar Havn, ið hevur myndað uppskotið, saman við Tórshavnar kommunu. Verandi vinnuøkið hjá Tórs­havnar Havn er góðar 80.000 fermetrar, men hetta skal eftir ætlan víðk­ast til 170.000 fermetrar. Bryggju­ kant­urin verður øktur úr 600 metrum til 1300 metrar. Umframt vinnuøkið, verður ein smá­bátahylur bygdur, ið skal liggja norðanfyri Skansan, innanfyri vinnu­ økið. Kostnaðurin á útbygg­ ingini er mettur at verða 350 milliónir krónur. Í framløguni av ætlan­ ini í mai 2013, duldi Tórs­ havn­ar býráð ikki fyri, at út­byggingin var gjørd við at­litið til vinnuna. – Tórshavnar býráð hevur samtykt at betra karmarnar fyri vinnulívinum, sum virk­ ar á økinum hjá Tórs­havnar Havn. Besti møgu­leiki at betra munandi um um­ støður­nar á eystaru bryggju, er at leingja molan á Skansa­ bryggj­uni, og at víðka ver­andi økið suðureftir og eystur­eftir, so pláss verður fyri vaks­andi bingju- og ferða­fólka­flutn­ inginum, skrivar heima­síðani hjá komm­ununi 31. mai 2013. Atfinningarsamar røddir hava tó sett spurnartekin við verkætlanina, og síðani borgara­fundin eru fleiri, sum á sosialu miðlunum hava givið sína ónøgd við havnar­ út­byggingina til kennar. Fornminnissavnið mælir frá ætlanini Friðingarmyndugleikin gav longu tíðliga í heyst út­bygg­ ingar­ætlanunum fyri­bils grønt ljós, men í hoyrings­ svar­unum til Umhvørvis­ stov­una, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, sæst, at fleiri seta spurnar­tekin við árins­kann­ingarnar, sum eru gjørdar. Fornminnissavnið er ser­ stakliga atfinningarsamt í tórshavnar havn Leivur Hansen Leivur Hansen, ið var borgarstjóri í Havnini frá 1997 til 2000 sigur, at hann er fyri útbyggingini. Ætlaninar síggja spennandi út, og tá øll loyvi eru fingin til vega, skuldi alt verið í lagi, heldur hann. – Havnaútbygging hevur verið á breddanum í nógv ár. Tá Skansabryggjan var bygd í 80’unum, var hetta at meta sum fyrsta stig í eini størri ætlan, sigur Leivur Hansen, sum metir, at nýggja útbyggingarætlanin er eitt nátúrligt framhald av upprunaætlanini. Jan Christiansen Jan Christiansen, borgarstjóri frá 2001 til 2004 sigur, at tað er alneyðugt at hava eina góða, stóra og sterka havn í Havnini. – Núverandi havnaøki er trongt og fyri at varðveita kappingarføri er neyðugt at byggja út. Hann heldur ikki, at hetta kemur at skemma Skansan. – Skansin er steindeyður, har er einki lív, uttan okkurt hendinga fríggjarapar. Hendan ætlanin hevur møguleikan at gera Skansan til eitt miðpunkt niðri á bryggjuni. Við eini smábátahavn kann alt øki gerast eitt dragandi øki at spáka í. Jan Christiansen sigur tó, at talan um, at taka eitt lán upp á 300 milliónir og soleiðis skuldarbinda kommununa, hóvar honum illa. Tað er Rambøll, ið hevur gjørt umhvørvisárins­ kanningina í samband við útbyggingina av Tórshavnar Havn. Teir leggja sjálvir dent á, at kanningin einans umfatar eina útbygging av verandi Havn og ikki tekur støði til aðrar møguleikar. 1.100 fólk starvast á Tórshavnar Havn. Av teimum hava um 500 sína dagligu gond á havnarøkinum. 3.600 bilar koyra á økinum dagliga, um 2.600 í samband við ferðafólkaskipini og Farstøðina, hinir 1.000 hava tilknýti til góðsterminalin. Árins­ kanningin ikki nøktandi Útbyggingin av Tórshavnar Havn nærkast í hvørjum, men fleiri og fleiri seta spurnartekin við, hvørt árinskanningin, sum er gjørd, er nøktandi.