Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 veljarakanningin Til reiðar at taka avbjóðingina á meg Tað undrar meg at sitandi løgmaður ikki hevur betri undirtøku Áki Bertholdsen – Hetta er sjálvandi eitt úrs­ lit, eg eri fegin um. Tað sigur Aksel V. Johanne­sen, formaður í Javn­aðar­flokkinun. Veljarakanningin, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at hann er best umtókti politikari í Føroyum í løtuni, tí tað eru 17,5 prosent av velj­ ar­unum, sum vilja hava hann til løgmann Tað er nógv so nógv størri undirtøka enn næsti mað­ur á listanum hevur, tí tað eru 11 prosent, sum vilja hava formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, til løgmann og sitandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, er at triðja plássi, tí tað eru bara átta prosent sum vilja hava hann til løgmann. – Tað undrar meg, at sit­ andi løgmaður hevur so lítla undir­tøku, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vísir á, at áður hava veljarakanningar givið sitandi løgmonnum nógv størri undirtøku. – Men hetta er kanska eitt tekin um, at fólk eru ónøgd við hann, tí samstundis sum løgmaður hevur lítla undir­tøku, stendur Sam­ bands­flokkurin seg ikki so illa í veljarakanningini, men verður næststørsti flokkur við 22,8 prosentum av at­ kvøð­unum. Hinvegin heldur Aksel V. Johannesen, at góða undir­tøkan, hann fær, er kanska ein spegilsmynd av, at Javnaðar­flokkurin sum heilt stendur seg sera væl í veljara­kanningini og fær eina framgongd upp á yvir átta prosent og níggju fólk á ting, tað eru trý fleiri enn nú. Til reiðar at taka av Aksel V. Johannesen sigur, at skuldi Javnaðarflokkurin komið í ta støðu, at hann kemur í samgongu, og tað stendur honum í boði at fáa løgmann, er hann eisini til reiðar at taka av. – Tað verður sjálvandi ein samráðingarspurningur, hvør skal verða løgmaður í eini samgongu og fyri okkum er tað ikki altavgerandi, at vit fáa løgmann. – Men vit eru til reiðar. Og skuldi úrslitið av veljara­ kann­ingini, har vit eru nógv størsti flokkur, hildið á val­ inum, vildi tað verið eitt sindur undarligt, koma vit í sam­gongu og ikki fáa løg­ mann, leggur hann afturat. Høgni kundi blivið løgmaður Eftir løgtingsvalið 30. apríl í 1998 hendu stórar broyt­ingar í før­oyskum politikki. Tjóð­veldis­flokk­ urin gjørdist nú fyri fyrstu ferð størsti flokkur á ting. Hetta var fyrstu ferð, at løgmaður skuldi veljast eftir nýggju stýris­skip­an­ ini, har løg­tings­for­maður peikaði út ein sam­ráð­ ingar­leiðari. Tjóðveldisflokkurin, Fólka­flokkurin og Sjálv­ stýris­flokkurin peikaðu á Anfinn Kallsberg úr Fólka­ flokkinum. Javnaðarflokkurin peik­aði á Høgna Hoydal úr Tjóð­veldis­flokkinum. Um Tjóðveldi ynskti tað øðrvísi ta ferðina, so kundi Høgni Hoydal blivið fyrsti tjóð­veldisløgmaður og yngsti løgmaður nakran­ tíð. eirikur@sosialurin.fo Løgmaður Fáa vit møguleikan at fáa løgmann, taka vit av, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum