Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein partur av arb­eiðs­fólki á føroyska arb­eiðs­markn­ að­inum hevur havt meira lik­am­ligt slítandi arbeiði enn onnur. Spurningurin er um hesi – millum annað sjó­ menn – skulu hava eina pen­sjón, sum kemur eitt sind­ur fyrr enn vanliga pen­sjónin hjá restini av borg­ar­unum í hesum landi. Eitt hart og slítandi lív á sjónum hevur gjørt nógv av hesum illa fyri, og tí spurdi Elsebeth M. Gunn­leygsdóttur, Fólka­ flokk­urin, partakvinnuna við almannamálum í lands­stýrinum, Anniku Ol­sen, um hon hevur umhugsað at lata hesum fólkum eina ser­liga sjó­ manna­pensjón. Aftanfyri spurningin er eisini, at serliga menn, sum hava balst á havinum í mong ár, hava torført at finna arbeiði á landi, tá ið teir noyðast at gevast at sigla. Verður umhugsað Í Íslandi er gjørd ein pen­ sjóns­skipan til sjómenn, sum eftir serligum treyt­ um kunnu fáa pensjón, tá ið teir eru 60 ára gamlir. Annika Olsen, Fólka­ flokk­urin, sigur, at skulu hes­ir sjómenn hava eina serliga pensjón, sum longu virkar, tá ið hes­ ir eru 60 ár, so eru eis­ini aðrar broytingar sum skulu gerast í pen­sjóns­ lógini. – Í sambandi við arb­ eiðið við rakstr­ar­karm­ in­um fyri 2016 og 2017 kann eg upplýsa, at eg ætli at fara undir eina ný­skip­an av fyri­tíð­ar­pen­ sjóns­økinum, har m.a. við­urskiftini hjá teimum, sum hava havt eitt langt og hart arbeiðslív og sum eru nið­ur­slitin, eisini verða við­gjørd, sigur Ann­ ika Olsen. Annika Olsen vísir eis­ini til, at tað eisini eru onn­ur, sum hava havt eitt hart og likamligt krevj­andi arb­eiði og at tað stend­ur í einari pen­ sjóns­frá­greiðing frá 2009, at nógv sum hava arb­eitt umborð á skipi, og sum hava arbeitt á fiska­virkjum, umframt tyngri arbeiði innan røkt, kunnu av heilsuávum ikki varðveita arbeiðið, og sum tí í verandi skipan hava rætt til fyritíðarpensjón. Í svarinum verður eis­ ini nevnt, at fólk fáa fyri­ tíð­ar­pen­sjón, sum eru mill­um 60 og 67 ár, sum hava havt serliga hart lik­ am­ligt arbeiði. Hon vísir tó á, at tað fyrstu og fremst eru kvinn­ur, sum hava fingið fyri­tíð­ar­pensjón, tí tær eru nið­ur­slitinar. Landsstýrismaðurin við vinnu­mál­um, Jóhan Dahl, Sam­bands­flokk­ur­in, slapp undnan at fáa mis­álit móti sær í Løg­ting­in­um í seinastu viku, men tað tykist ikki sum mál­ið um Strandferðsluna enn er enddað. Bæði í politisku skip­an­ini og rundanum starvs­fólka­við­ ur­skiftini á Strandferðsluni er framvegis ferð á. Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, hevur sett lands­stýr­is­mann­ in­um ein grein 52a spurn­ing um viðgerðina av málinum viðvíkjandi fíggj­ar­við­ur­skift­ un­um hjá Strand­ferðsl­uni. Hetta slag av spurn­ing­um eru skrivligir og lands­stýr­ is­mað­ur­in skal svara í sein­ asta lagi 10 yrkadagar eft­ir at spurningarnir eru sett­ir. Høgni Hoydal spyr lands­ stýr­is­mann­in hesar spurn­ ing­ar: 1. Hevur landsstýrismað­ ur­in keypt utt­an­hýs­is ráð­gev­ing og tæn­ ast­ur í sam­bandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strand­faraskipum Lands­ins í 2013 – antin per­són­liga ella umvegis Vinnu­mála­ráðið? 2. Um svarið er játtandi, hvørja ráð­geving og tæn­ astu er talan um, og hvat hev­ur tað kostað? 3. Hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til lands­ stýr­is­mannin í sambandi við tíð­inda­s­kriv­ini, ið vórðu send út og løgd á heima­síð­una hjá Vinnu- mála­ráð­num leyg­ar­ dag­in 25. november 2014, har niðurstøðurnar hjá Lands­stýr­is­mála­nevnd­ini vórðu lagd­ar út til frama fyri lands­stýr­is­mann­ in, hóast Lands­stýr­is­ mála­nevnd­in ikki hevði al­manna­kunn­gjørt sína frá­grei­ð­ing? Grundgevingar Tað, sum spurningarnir fyrst og fremst snúgva seg um, er, hvør tað er, sum hevur ráðgivið lands­stýr­is­mann­in­ um og vinnumálaráðnum í hes­um máli. Spyrjarin vil so sjálv­andi eisini hava at vita, hvat ein slík ráðgeving hev­ ur kostað og hvat slag av ráð­ gev­ing talan er um. Høgni Hoydal vil eis­ini vita um talan er um per­són­ liga ráðgeving ella umvegis vinnu­málaráðið. Undir orðaskiftinum um mis­álit­ið á lands­stýr­is­mann­ in var fleirir ferð­ir funnist at, at tað var vinnu­mála­ráð­ ið, sum al­mannakunngjørdi nið­ur­støðuna hjá lands­ stýr­is­mála­nevndini og ikki nevnd­in sjálv. Fleiri røðarar undraðust eis­ini á, at vinnumálaráðið sam­stund­is sendi tvey tíð­ indaskriv út um nið­ur­støð­ una hjá lands­stýr­is­mála­ nevnd­ini. Høgni Hoydal sigur enntá í grein 52a spurninginum, at hesar útleggingarnar í tíð­ inda­skrivinum vóru til frama fyri lands­stýr­is­mann­in. Fíggjarleiðarin Ein annar partur av mál­in­um er, at tað undir orða­skift­in­ um í Løgtinginum var nevnt um fíggjarleiðaran á Strand­ ferðsl­uni, at hann var upp­ sagd­ur. Jóan Magnus Ras­mus­ sen, limur í lands­stýr­is­mála­ nevnd­ini, nevndi í sínari røðu, at hetta onki hevði við hetta málið at gera, men at hann hevði fingið ætl­an­ar­ skriv av øðrum orsøkum Hetta er fallið fyrrverandi fíggj­ar­leið­ar­an­um fyri bróst­ ið, tí eftir hansara meting er hetta ein upplýsing, sum er millum seg og arb­eiðs­gev­ar­ an. Hann sigur, at málið kom ongantíð víðari, tí eft­ir at hann hevði fingið ætl­an­ar­ skriv­ið, gjørdi hann eina frá­ far­ing­ar­avtalu við Strand­ ferðsl­una og sostatt fall ætl­an­ar­skrivið burtur. – Men hatta er eitt skriv, sum bert er millum meg og arbeiðsgevaran, sum er Strand­ferðslan, so eg haldi tað er óhoyrt, at tað verður nevnt frá tingins røðarapalli, sig­ur Hans Petur Joensen, fyrr­ver­andi fíggjarleiðari á Strand­ferðsluni. Jóan Magnus Rasmussen nevndi í sínari røðu, at fíggj­ ar­leið­arin var sagdur úr starvi av øðrum orsøkum. Hann sigur eisini, at hetta hevur hann hoyrt frá lands­ stýr­is­manninum við vinnu­ mál­um í tingsalinum. Hans Petur Joensen hev­ur sent bæði løg­tings­ for­mann­inum Jógvan á Lakj­uni og formanninum í landsstýrismálanevndini Sirið Stenberg bræv og mót­ mælt at hansara navn er brúkt í orðaskiftinum. Sjálvt um eitt misálitisuppskot á landsstýrismannnin við vinnumálum ikki fekk undirtøku í tinginum í seinastu viku, so er seinasta orðið enn ikki sagt um Strandferðslu-málið Strandferðslan spøkir enn í politisku skipanini Betri pensjón til teirra við slítandi arbeiði