mánadagur 10. november 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit hava biðið Helenu Dam á
Neystabø, sum bæði er for
kvinna í mentanevnd Tórs
havnar kommunu og stjóri
á Føroya Handilsskúla siga
sína hugsan um leikin:
So fór áttandi miðnáms
skúlasangleikurin av bakka
stokki í kvøld. Og hann er
ikki keðiligur. Eitt fýrverk
av einum leiki. Tú keðir teg
ikki eitt sekund. Leikferðin
er høg, sangurin er framúr,
og tað er tónleikurin eisini.
Leikarar, sangarar og tón
leikarar eru ung fólk, sum
annaðhvørt ganga á mið
námsskúla og/ella á musikk
skúla. Tey hava vant hart, og
tey eru so sanniliga komin á
mál.
Her sparir seg eingin, og
eingin má lata møguleikan
gleppa sær av hondum at
uppliva hetta bragd av einum
sangleiki.
“Grease” er alheims kend
ur leikur, sum hevur sín upp
runa í fimmtiárunum í USA.
Men vit troyttast hvørki av
tónleikinum ella av søguni.
Kanska var henda tíðin spír
in til ta ungdómsmentan,
sum vit kenna í dag. Og tí eru
vit framvegis forvitin.
Føroyska
útgávan
av
Grease hevur fingið sítt
serstaka
føroyska
touch.
Okkurt hint og onkur tráður
er lagdur inn í leikin til
áskoðaran at draga við sær
inn í okkara tíð og at hugsa
um.
Vit eiga sanniliga ein
evnaríkan
ungdóm,
sum
dugur at samstarva og at
fremja óvæntað avrik. Eg
kann bara viðmæla øllum
at fara til leikin. Og sum
avvarðandi av einum av
miðnámsskúlunum,
Før
oya Handilsskúla, so fari eg
at takka øllum, leikarum,
tónleikarum og fyriskipar
um av øllum slag. Øll hava
vit sannað, at einans um øll
samstarva, so røkka vit máli
num.
Vit hava biðið Bjørn Kalsø,
landsstýrisman
í
menta
málum siga sína hugsan um
Grease:
Tað
vóru
uppibornir
rungandi lógvabrestir í full
setta Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið, tá sangleik
urin Grease var frumsýndur.
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður, sigur, at talan eftir
hansara tykki var um eitt
satt meistaraverk, tá sangur,
tónleikur, sjónleikur, ljós,
teknikkur
og
pallseting
annars runnu saman í Norð
urlandahúsinum
fríggja
kvøldið. Fleiri leikarar høv
du sera krevjandi leiklutir
við rørslum sangi og saman
spæli, sum eydnaðist sera
væl. Tónleikurin var eisini á
høgum støði og samanspælið
millum tónleikarar og sjón
leikarar var gott! Tað var
undrunarvert at síggja og
hoyra, hvussu fríir og dugna
ligir leikarar og tónleikarar
vóru, og hvussu væl leik
stjórin hevði megnað at lata
framførsluna í føroyskan
ham og gera hana hendinga
ríka.
Eitt annað, sum er vert at
býta merki í, er, at samstarvið
millum miðnámsskúlarnar
tyktist vera umfatandi og
gott, við tað, at leikarar vóru
frá fleiri skúlum og Tekniski
Skúlin stóð fyri hármóta og
klædnabúnum. Hetta eru
góð tekin, nú skúlarnir um
ikki so langa tíð verða lagdir
saman og fara at húsast í
nýggja
Skúladeplinum
í
Marknagili.
Sangleikurin Grease fær
míni bestu við- og ummæli.
Og eg fari at nýta høvi at
ynskja leikstjóra, leikarum
og øllum hjálparfólki annars
hjartaliga til lukku!
Grease – eitt fýrverk
av einum leiki
Grease – fær bestu ummæli
frá mentamálaráðharranum
Fyriskiparar
Leikrit, tónleikur og sangir:
Jim Jacobs, Warren Casey,
John Farrar, Barry Gibb
Leikstjórn:
Jákup Veyhe
Koreografi:
Laura Gruz
Týðing:
Sámal Soll
Annika Soll
Zacharias Sørensen
Jákup Veyhe
Hans Pauli Tórgarð
Senografi:
Guðrún Øyahals
Ljós:
Árni Baldvinsson
Ljóð:
Alexander Gaard
Pallstjóri:
Guðrun Eysturlíð
Grafikkur:
Arni Leivsgarð
Grafiskur tøkningur:
Jens Mønsted
Rekvisittir:
Jóannes Andreasen
Sangvenjari:
Sigrid Sivertsen
Orkesturvenari:
Torleik Mortensen
Framleiðslustjóri:
Hans Pauli W. Tórgarð
Samskiparar:
Magni á Lakjuni, Tekniski
Skúlin í Tórshavn
Sunva Eysturoy Lassen,
Føroya Handilsskúli
Fróði T. Vestergaard,
Norðurlandahúsið.
Tøkningar og hjálparfólk:
Óla Jákup í Dímun (ljós)
Zacharias Guttesen (ljós)
Heini Sixkason Viðoy
Hans Thomassen
Torstein Olsen
Hermund JOhansen
Tobias Johansen
Næmingar úr 13f & 13v/FSH
Magnus Smith
Eyðun Jensen
Erla Beck Nolsøe
Susan Klein Gregoirussen
Hjálmar DamGardar Hall
Herlief Hammer
Sanna Hansen
Leif Hansen
Visuel marknaðarføring:
(Næmingar/FHS)
Sølubúskapur:
(Næmingar/FHS)
Leikarar
Marianna Højsted Horsdal –næmingur, í kórinum, Barbi
Jona á Váli Olsen – næmingur, í kórinum
Jóhanna Niclasen – Rizzo
Rani Petersen – Frisco
Sára Allandsdóttir Joensen – Jan
Betuel Reinert Hansen – Vince Fountain
Rasmus Vigant Samuelsen – Doody
Magnus Sigurd Fjallsá – Miller
Mike – Danny
Danny Baldurssson – Kenickie
Sasho – Donny
Óluva Tvørfoss – Cha Cha
Bára Hjartvardsdóttir Kjærbæk – næmingur, í kórinum
Jóhanna Lützen – næmingur, í kórinum
Svamma Poulsen – Cheerleaderi
Katrina við Skipá – Marty
Marianna W. Nagata – næmingur, í kórinum
Maria Petersen – Miss Lynch
Brynhild Weihe – Berty roknilærari
Bergur Fonsdal Johannesen – Eugine
Sámal Rasmussen – Fótbóltsspælari
Eva Maria Bláhamar – Sandy
Búgvi Johannesen – næmingur, í kórinum, løgreglumaður
Rúni Rógvason Rasmussen – Darwin Smarphins
Anna Malan Jógvansdóttir – Frenchy
Regin í Dali – Skip Abelmeyer
Anita Hentze Hardlei – Cheerleadri
Hallur Gregersen Andreasen – næminguar, í kórinum
Barbara E. Jacobsen – cheerleadari
Kjartan Torbensson – næmingur, í kórinum, Freddy
Lív Rúnadóttir Gjógvará – cheerleadari, solodansari
Magnus Heinason Eysturoy – fótbóltsspælari
Árni Jóhannesson – Roger
Bára Sigmundardóttir – næmingur, í kórinum
Vár Samuelsen – cheerleadari
Linda Foss'a – Patty
Eva Aanesen – cheerleadari
Marin Gaard Magnussen – nørdur
Elias Hjøgaard – Louis, tannáringinaeingil
SANGLEIKUR