mánadagur 10. november 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
11. november verður Andrea Poulsen,
Saltangará 90 ár.
Hon er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu,
dóttir Tofta Ingu og Michael. Hon er
elst av sjey systkjum, seks systrar og ein
beiggi. Hesi eru: Poula Thomsen, Syðru
gøta, Arna D. Hansen, Svínáir, Daniel
Pauli Dalbø, Syðrugøta, Dagny F. Hansen,
Fuglafjørður, Jona Johansen, Tórshavn
og Dania Andreassen, Tórshavn. Dagny
og Jona eru ikki ímillum okkara longur.
Mamma dámar væl at greiða okkum
frá sínum uppvøkstri. Hóast vit kunnu
hugsa okkum, at tað hevur verið strævið
at verða elst av sjey systkjum og liva tá í
tíðini, so er tað altíð tað góða, ið myndar
hennara frásagnir.
Vit hoyra mangan um hennara barna
skúla í Gøtugjógv, har næmingarnir skul
du siga góðan dag á ein ávísan hátt, stan
da rætt og ganga við strektum tær. Vit
kunnu bara sanna, at hóast bert sjey ára
skúlagongd, so hevur mamma lært nógv.
Hon skrivar rætt føroyskt, dugir mállæru
og hevur altíð haft eina sera vakra hond
skrift.
Í 1938 var mamma í Danmark við skúla
børnunum og var hetta ein sera spenn
andi og læruríkur túrur. So trúføst, sum
mamma er hevur hon alla tíðina haft
samband við familjuna, sum hon búði
hjá í Farstrup á Fjóni. Og hava vit eisini
haft gleðina av at hava samband við hesa
familjuna.
Sum 16 ára gomul fór mamma til
Norðragøtu at tæna hjá Øregaard. Hon
flutti eisini saman við teimum inn í Dalin.
Mamma hevur mangan greitt okkum
frá gongutúrum frá Syðrugøtu og inn í
Dalin í bøla myrkri og uppgávurnar hon
hevði har í húsinum. Síðani fór mamma
til Klaksvíkar at tæna hjá Kjølbro, har
møtti hon babba, Alfred hjá Thominu av
Eiði. Hann lærdi tá á bedingini í Klaksvík.
Hóast nógv er broytt í Klaksvík øll hesi ár,
so er tað sera stuttligt at fara við mammu
og babba biltúr til Klaksvíkar og hoyra tey
greiða frá støðum og upplivingum, sum
tey hava havt í Klaksvík.
Tá babba var liðugur at læra gekk leið
in hjá mammu og babba til Keypmanna
havnar. Babba fór at lesa til maskinmeist
ara, og mamma lærdi at seyma, og seymaði
fyri fólk. Tey giftust í Danmark 3. august
1952 og keyptu sær hús á H.C Ørstedsvej í
Keypmannahavn. Babba fór aftaná lidnan
lestur út at sigla, og mamma var heima hjá
børnunum Agnar og Annvør, sum vóru
fødd í Danmark. Síðani avgjørdu tey at
fara heim aftur til Føroyar. Tey leigaðu
sær hús á Skipanesi, ímeðan babba bygdi
okkum hús í Saltangará og fluttu tey fýra
inn í húsini í 1959. Síðani komu fýra børn
aftrat, Atli, Allan, Ann og Anja.
Babba sigldi úti í nógv ár, og var
mamma sostatt nógv einsamøll við okkum
seks virknu systkjunum, men tað hevur
hon ongantíð gramt seg um. Hon passaði
okkum fyrimyndarliga, legði seg eftir, at
vit vórðu "rein og heil", fólkalig og høvdu
ein góðan føroyskan málburð. Hon vildi
hava, at vit vórðu saman til máltíðirnar,
sótu "pent" við borðið og hon og babba
hava altíð eggja okkum til allar uppgávur
í heiminum og arbeiði sum heild. Í dag
kunnu vit hugsa, at uppalingar hátturin
hevur verið eitt sindur gamaldags. Hóast
tað, so ynskja fleiri av okkum í dag at
halda fast í nøkrum av øllum hesum, so
heilt skeivt kann tað hóast alt ikki hava
verið?
Mamma hevur eisini arbeitt sum frisør,
og tað viðførdi ofta, at vit genturnar gingu
við krúllutum hári. Eisini hoyrdu vit fyri
tað, um hon hevði plússað onkrum drein
gi.
Hóast mamma herfyri ikki var so væl
fyri, so er hon nú aftur frísk og ferðug. Hon
passar hús, gongur ørindir, so sum inn í
FK at keypa inn, spælir Gekk, fer á bingo,
koyrir bil og eisini onkuntíð ov skjótt, bak
ar breyð/bollar, pressigerðskøku og annað
gott, sum vit øll nýta gott av. Og nógv eru
pløggini, ið verða greidd úr hennara hond
um.
Familjan er vorðin stór 6 børn + svigar
børn, 19 ommubørn og 17 langommubørn.
Mamma vísir stóran áhuga fyri øllum, og
hon fylgir væl við har, ið vit øll búleikast.
Sum t.d. veit hon alt um sjómenninar í
familjuni, hvat tey yngstu langommu
børnini viga, fylgir væl við ítróttinum og
serstakliga støðuni í Effodeildini
Hetta, ið her er fest á blað, eru bert
nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað
kundi verið so nógv annað at skriva um,
men vit vilja bara takka okkara allarbestu
mammu fyri alt, sum hon er og hevur
verið fyri okkum og okkara. Hjartaliga til
lukku á 90 ára føðingardegnum og Guds
signing.
Føðingardagin er mamma heima og
tey, sum ynskja at heilsa uppá eru væl
komin frá kl. 15-18
Børnini
Tórbjørn Poulsen har gått ut av tida.
Han var ein god venn, heilt frå vi første
gong møttest i på eit ungdomslagseminar
på Oyrarbakka i april 1982. ”Tillit skapar
tillit” var tittelen på dette seminaret, og
sånn blei også forholdet mellom Tórbjørn
og meg. Vi hadde gleda av å få i gang det
omfattande samarbeidet mellom Færøy
ane og Sogn og Fjordane saman med
fylkeskultursjef Lidvin Osland. Eg fekk
intervjue Tórbjørn for fleire norske avis
er om innføringa av allment fjernsyn.
Seinare var eg så heldig at Tórbjørn blei
styremedlem i Norðurlandahúsið í Før
oyum mens eg arbeidde i huset 1989-1994.
Han var ein uvanleg dyktig styremedlem,
med store kunnskapar både om kultur,
Færøyane, nordisk samarbeid og å tenke
strategisk og langsiktig.
Ei tid var Tórbjørn også styremedlem i
Nordens Institut i Grønland. Eg var heldig
å bu og arbeide i Nuuk dei åra, og fekk sjå
kor viktige Tórbjørns kunnskapar og sam
arbeidsevner blei også for forholdet mell
om Grønland og resten av Norden.
Tórbjørn Poulsen var ei tid landsstyre
medlem for Sjálvstýrisflokkurin både
for kommunal-, finans- og kultur, og leia
viktige og framtidsretta saker gjennom,
- som allment færøysk fjernsyn, om
legging av skattesystemet, innføring av
barnetrygd og mange andre saker. Han
nytte stor respekt blant kolleger i andre
nordiske land, og han representerte Fær
øyane på ein framifrå måte både i møte,
forhandlingar og i viktige hendingar
som jubileet for slaget i Fimreite i Sogn i
1984 og mange andre samanhangar. I det
norske søsterpartiet Venstre har vi hatt
nær kontakt med Tórbjørn i mange tiår.
Tórbjørn var ein god venn, ein venn
vi alltid kunne stole på. Mange gonger
har eg vore heime hos Ásla og Tórbjørn i
Bóndabrekka, til alle døgnets tider. Alltid
har det vore like hyggeleg, interessant og
lærerikt. Vi er også så heldige at han og
Ásla har besøkt oss her i Norge, og at vi i
alle desse tjue åra etter at eg flytta frå Fær
øyane har hatt jamn og god kontakt i brev
og på telefon. Det er eg djupt takksam for.
Ásla, barn svigerbarn og barnebarn har
han ikkje lengre hos seg, men har mange
gode minne. Alle vi som har kjent Tór
bjørn sit att med takksemd for at vi fekk
vere i venneflokken hans.
Eg lyser fred over Tórbjørns minne.
Jan Kløvstad
Tilsett ved Norðurlandahúsið í Føroyum
1989-1994
Fríggjadagin bórust deyðsboðini av Tór
bjørn Poulsen, fyrrverandi landsstýris
manni og løgtingsmanni.
Tórbjørn Poulsen var 82 ára gamal, nú
hann doyði. Hann var føddur 25. januar í
1932. Hann var sonur Poul á Grundini av
Eiði og Miu á Lava. Tey búðu á horninum
í Varðagøta/Sjúrðargøta í Rabarbukvarter
inum í Havn.
Hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur
í 1959 og starvaðist sum leiðari á Loran
støðini á Eggjunum í Vági fyrstu árini
fram til 1962. Hann starvaðist sum
verkfrøðingur hjá Post- og Telegrafvæse
net í Danmark frá 1962-1973, tá familjann
flutti heim til Føroya, og Tórbjørn fór
í starv sum deildarlieðari hjá Telefon
verkinum. Hetta starvið røkti hann fram
til 1997, tá hann legði frá sær.
Tá Pauli Ellefsen skipaði landsstýri
5. januar í 1981, vóru boð eftir Tórbjørn
Poulsen at røkja starvið sum landsstýris
maður í fíggjarmálum. Samgonga varð
skipað millum Sambandsflokkin, Fólka
flokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tórbjørn
Poulsen røkti starvið sum landsstýris
maður hetta skeiðið, sum vardi fram til 11.
janaur í 1985. Hesa tíðina hevði Tórbjørn
Poulsen farloyvi frá Telefonverkinum.
Tá Hilmar Kass legði frá sær sum
tingmaður og ikki stillaði uppaftur á
løgtingsvalinum í 1988, var Tórbjørn Poul
sen valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í
Suðurstreymoyar Valdømi. Hetta starvið
røkti hann fram til løgtingsvalið, sum
varð útskrivað í úrtíð í 1990. Umframt
politisku størvini sum løgtingsmaður og
landsstýrismaður, røkti Tórbjørn Poulsen
eisini onnur almenn størv sum limur
í Tórshavnar Líkningarnevnd 1985-88,
Stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1985-
91 og 1996-97, limur í Yvirfriðingarnevndini
frá 1991, og stýrislimur í Nordens Institut i
Grønland/NAPA 1998-2000.
Tórbjørn Poulsen var giftur við Áslu,
fødd Mouritsen, dóttir Sigrid Johannesen
úr Funningi og Hans Paula Mouritsen
úr Sørvági. Tey fingu børnini Guðrið,
Marjun, Poul Henrik, Sigmar. Poul Henrik
doyði í 2005.
Tórbjørn Poulsen farin
Minningarorð um
Tórbjørn Poulsen
NØVN
Heilsan til mammu á 90
ára føðingardegnum