mánadagur 10. november 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Friðsælur kvøldartúrur við lummalykt í Nólsoy
Skúvoy ber nógvan fugl
Næsta summar - í
tíðini frá 2. juni til 25.
august - fer Atlants
flog at flúgva bein
leiðis millum Vágar
og “kærleiksoynna”
Mallorka.
Vilmund Jacobsen
Leygardagin vóru seks
mans inni í Viðvík á
Viðareiði
og
skutu
harur.
Teir
fingu
tilsamans 39 harur,
ið varð mett at vera
á góðari leið. Í fjør
vóru teir 13 mans, og
tá fingu teir 68 harur.
Teir seks, sum vóru á
haruveiði leygardagin,
eru allir vanir at skjóta.
Teir hava verið saman
á haruveiði fleiri ár á
rað. Leygardagin fóru
teir frá húsum klokkan
9 og vóru við hús aftur
um 17.30-tíðina.
Vilmund Jacobsen
Neyvan nakrastaðni í Før
oyum er so nógvur líri sum
í Skúvoy.
Í Føroyum eru eisini
onnur góð lírapláss, eitt nú
í Sandoynni, Stóru Dímun,
Koltri og Trøllhøvda.
Líri er eisini á fleiri øðr
um plássum enn hesum
nevndu, men frætt er ikki
um, at talið aðrastaðni er
líka so stórt sum í Skúvoy.
Harry Jensen, sum eisini
er borgarstjóri í Skúvoyar
kommunu, sigur, at skúv
oyingar í heyst mundu taka
einar 1000 lírar tilsamans.
- Nakrir mans vóru nøk
ur kvøld, og sjálvur var eg
tveir
lutfalsliga
stuttar
túrar. Eg fekk 75 lírar til
samans.
Harry sigur, at hevði
hann gingið longri hesi
bæði kvøldini, hann var við
lyktini, hevði hann ivaleyst
fingið umleið tvífalt so
nógvan lira, sum hann
annars fekk.
- Eg vil meta, at skúv
oyingar í heyst hava tikið
einar túsund lírar tilsam
ans. Hetta er at kalla alt til
húsbrúks - og so kanska til
at lata familju, vinum og
kenningum.
Hann heldur, at tað er
heilt óbetýðiligt, sum verð
ur selt - um tað yvirhøvur
er nakað.
Sunnukvøldið vóru 35 nólsoyingar
- børn, foreldur, ommur og abbar -
ein gongutúr við lummalykt. - Hetta
var ein supergóður túrur, siga tey
Fingu 39
harur á
Viðareiði
Leygardagin vóru
nólsoyingar og skutu
harur. 17 mans vóru við í
veiðini. Teir fingu tilsamans
55 harur, sum allar vórðu
flettar og býttar sama kvøld.
Skúvoyggin man teljast millum okkara fuglaríkastu oyggjar, og tað er
gjøgnum tíðirnar komið væl við hjá fólkinum á staðnum. - Eg vil meta,
at vit í heyst tóku einar 1000 lírar, sigur borgarstjórin, Harry Jensen
Vilmund Jacobsen
Tá samanhaldið í eini bygd er
gott, skal ikki so nógv til fyri
at reisa eitt felags tiltak á føt
ur, um hugflogið er gott.
Men, hvat kunnu so omm
ur, abbar, foreldur og børn
vera sama um eitt novem
berkvøld úti í Nólsoy?
Hugskotini kunnu vera
fleiri, og sunnudagin skeyt
Margreth Jacobsen upp, at
nú skuldu so mong, sum
høvdu hug, fara ein felags
lummalyktatúr
niðan
á
Brekkur, ið er tað hægsta á tí
annars so lága lendinum om
an fyri bygdina.
Er tað nakað, sum børn
um dámar, er tað at lýsa við
einari lummalykt í myrkri.
Tá tað var vorðið myrkt,
savnaðust børn, foreldur,
ommur og abbar á Nýggja
veg, hvør við sínari lumma
lykt.
35 fólk við á ferðini
Leiðin bar nú norður gjøg
num bygdina og heilt niðan á
Flaggstongina uppi á Brekk
um.
35 fólk vóru við á hesi for
kunnugu ferð, og tá komið
varð niðan á Flaggstong
ina, klintraðu bæði børn og
vaksin upp á høga aldar
gamla grótlaðið.
Meðan tey vóru uppi á
Brekkum, gingu tey eisini
fram við Gráasteini.
- Hetta var ein super góð
ur túrur og ein friðsæl løta
í fagrasta veðri, siga nóls
oyingar á facebook-síðuni -
Nólsoy í myndum.
Børn, foreldur,
ommur og abbar á
lummalyktaferð í
Nólsoy. Myndirnar
eigur Evy T. Nielsen
Skúvoyggin ber nógvan fugl, og sum skilst
á monnum, er eisini nógv hara í oynni