mánadagur 10. november 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
Eirikur Lindenskov
Henrik Old var á listanum
hjá
Javnaðarflokkinum
í
Suðuroy og varð valdur sum
nummar tvey á listanum
- eftir Atla P. Dam, floksfor
mann. Hetta var fyrsta poli
tiska royndin hjá Henriki,
sum tá var 37 ára gamal.
Henrik James Frits Old er
føddur í Vági 20. juni í 1947.
Hann er sonur Henrikku
Jacobsen Old og Dennis
William Connor Old. Fostur
foreldur hansara vóru Ing
er og Johannes Joensen úr
Vági.
Henrik er giftur við Else
beth Old, sum er dóttir Jenny
Hentze og Petur í Gong, sum
sat í Tórshavnar býráð í eitt
mannaminni frá 1957 til 1996.
Á løgtingsvalinum í 1984
fekk Javnaðarflokkurin 23,4
prosent
av
atkvøðunum.
Tað var ein framgongd upp
á sløk 2 prosent. Sambands
flokkurin fekk tilsvarandi
afturgongd og endaði á 21,2
prosentum. Tað merkti, at
Pauli Ellefsen legði frá sær
sum løgmaður, og Atli Dam
tók við sum løgmaður fyri
fjórðu ferð – tann 11. januar
í 1985.
Hóast 30 ár eru liðin,
so hevur Henrik Old ikki
sitið á tingi øll hesi árini.
Hann hevur til dømis tann
sjáldsama heiðurin, at hann
er fyrrverandi pensjónistur.
Hann gavst sum løgtings
maður í 2008. Hann varð ikki
afturvaldur á valinum í 2004,
men kom tó inn sum fastur
varamaður
fyri
Jóannes
Eidesgaard, sum var løgmað
ur tað valskeiðið. Til valið
í 2008 boðaði hann frá, at
hann stillaði ikki uppaftur.
Tá var hann farin um tey
seksti og kundi fara frá við
løgtingseftirløn.
Men hann treivst ikki sum
pensjónistur og stillaði tí
uppaftur á løgtingsvalinum
í 2011 og varð valdur.
Av teimum, sum sita á
tingi í dag, er tað bara Poul
Michelsen, sum eisini varð
valdur á ting í 1984. Men
hann hevur verið burtur úr
politikki fleiri valskeið síðani
tá.
Nógv av tingfólkunum í
dag vóru skúlabørn í 1984.
Løgmaður var til dømis
júst fyltur 20 ár. Høgni
Hoydal var ikki byrjaður í
Hoydølum, Jørgen Niclasen
var júst farin um konfir
matiónsaldur. Kristina Há
foss gekk í øðrum flokki í
Argja Skúla. Hanus Samró,
var ikki føddur; hann kom í
heimin í 1988. Og í Klaksvík
var
barnaføðingardagur
hendan dagin, tí tá fylti ein
smádrongur 12 ár - tað var
Aksel Vilhelmsonur Johann
sen, sum nú er formaður hjá
Henriki Old í Javnaðarflokki
num.
Vilmund Jacobsen
Tað eru fleiri veitarar í
Føroyum, sum selja ferð
ir úr Føroyum og suður til
heitu sólstrendurnar. Mill
um
ferðaskrivstovurnar,
sum í fleiri ár hava selt slík
ar ferðir, er Fonn Flog.
Nú Atlantsflog fer at
flúga beinleiðis til Mallorka
í summar, hevur sjálvur
stjórin í Fonn Flog, Leivur
Fonn, verið á Mallorka og
hugt at hotellum og frí
tíðarstøðum á oynni.
Leivur Fonn sigur, at
tey ætla sær at verða við
í kappingini um at selja
ferðir til Mallorka. Tí valdu
tey at gera ein túr og sjálvi
síggja
umstøðurnar
á
kærleiksoynni, sum Mall
orka eisini verður rópt.
- Eg havi verið á Mall
orka, men tað eru fleiri ár
síðan, og á eini slíkari frí
tíðaroygg hendir nógv alla
tíðina. Á ferðini á Mallorka,
sum var um mánaðarskiftið
september/ oktober, gistu
vit á trimum hotellum og
vitjaðu á umleið 15 øðrum.
Leivur Fonn sigur, at tey
vilja gjarna vita, hvat tað er,
tey selja.
- Vit meta, at vit við
einari slíkari ferð tryggja
bæði viðskiftafólk og okk
um sum ferðaskrivstovu
sum best, sigur stjórin í
Fonn Flog.
Leygardagin vóru liðin 30 ár, síðan Henrik Old,
løgtingsmaður, fyrstu ferð varð valdur á ting. Hetta
var á løgtingsvalinum hin 8. november í 1984
Klokkan 20 í annaðkvøld
- týskvøldið 11.
november - verður
bókaframløga í
bygdarhúsinum við Gjógv,
har Petur Jacob Sigvardsen
leggur nýggja bók fram
30 ár síðan Henrik
Old kom á ting
Fyrireika
seg til
Mallorka
Vitin á Strondum,
sum hevur lýst síðan
1909, er sløktur, tí
innsiglingarleiðin
til Skálafjørðin skal
broytast
Vilmund Jacobsen
- Tað verður ikki nógvur
fiskur frá línuskipunum
hesa vikuna. Tvey skip
landa í dag. Tey hava mest
av toski og so nakað av
svartkalva og hýsu.
Tað veit Fiskamark
naður Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at
eitt línuskip er undir Ís
landi, men ivasamt er, um
tað landar í vikuni sum
kemur.
- Væntandi fara fleiri
línuskip út útaftur, tá
streymurin batnar í viku
ni.
Um útlitini fyri útróðri,
sigur
marknaðurin,
at
streymurin batnar út á
vikuna, og veðrið verður
eftir
øllum
at
døma
hampiligt tað mesta av
vikuni.
- Tí vænta vit, at nakað
verður av útróðri. Bátar
nir fáa so at siga bara tosk
og hýsu.
Um útlitini fyri trol
fiski,
veit
Fiskamark
naður Føroya at siga, at
okkurt par kemur inn at
landa í dag. Síðan koma
nøkur pør, sum vikan
gongur.
-
Fiskiskapurin
hjá
partrolarunum er vána
ligur. Veiðan er mest upsi,
blandað við tosk og hýsu.
Av djúpvatnstrolarun
um er bara ein til fiski
skap, men ivasamt er, um
hann landar hesa vikuna.
Tveir aðrir djúpvatns
trolarar eru eisini til fiski
skap og frysta veiðina
umborð.
Fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir
við bryggju, men onkur
fór væntandi út um viku
skiftið.
Trý garnaskip eru á
svartkalvaveiði.
- Tvey teirra landa
seinast í vikuni, og triðja
skipið frystir veiðina um
borð, veit Fiskamarknað
ur Føroya at siga.
Par
trolarar
vána
ligan
fiskiskap
- Vit vilja gjarna vita, hvat
tað er, vit selja, sigur Leivur
Fonn, sum herfyri vitjaði á
18 hotellum á Mallorka
Henrik Old hevur eisini tann sjáldsama heiður, at hann er fyrrverandi pensjónistur