Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Eyðun Klakstein Hann telist millum teir størstu sangskrivarnar í før­ oysk­um popptónleiki. Hann er týðandi partur av kanska best umtókta føroyska tón­ leika­bólkinum nakrantíð. Og sum solistur hevur hann eis­ini skarað framúr. Eyðun Nolsøe telist mill­ um teir mest virknu tón­leik­ arar­nar her á landi, og hóast meira enn trý áratíggju er farin síðani fyrstu almennu fram­førsluna, er hann fram­ vegis fúsur at spæla til stórar kon­sertir og smærri tiltøk. Nú Frændur leygar­kvøld­ ið hátíðarhalda, at 30 ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá teimum, hittu vit Eyðun Nolsøe og tosaðu um fortíð og framtíð hjá Frændum, um at liva av og við tónleiki og um drívmegina, sum heldur hann á tónleikaleiðini. Hví vórðu Frændur eitt hitt? – Vit vóru ikki eitt treytaleyst hitt frá fyrsta degi, og sølan fór ikki á flog beinanvegin, hóast útgávan vakti ans. Vit stríddust fyri tí fyrstu árini. Okkara live-framførslur vóru ikki serliga góðar, og vit lærdu nógv av okkara fyrstu kon­sert­um. Vit vóru ungir og grønir, høvdu okkara tekn­isku av­mark­ingar og royndu okk­um fram, men sangirnir høvdu nakað í sær, og teir slóð­aðu fyri okkum sum tón­leikarum. So tað ber til at siga, at hóast vit ikki vóru búnir sum tónleikarar, so livdu og yvirlivdu okkara sang­ir og vunnu við tíðini, og vit fylgdu aftaná. Sangirnir sigraðu upp á tross av tí, sum vit megnaðu sum tónleikarar fyrstu árini, men framgongd var, og tá vit góvu Frændur II út, var nógv hent við okkum og okkara tónleiki. Hvat hevur gjørt Frændur til tað, sum Frændur eru blivnir? – Sangirnir hava verið av­ger­ andi. Vit hava arbeitt seri­øst við tekstum og løgum, og vit hava gjørt nógv burt­ur úr inn­spælingum og fram­førsl­ um. Vit hava lagt hjartablóð í okk­ara tónleik og hava brúkt nógva orku upp á at fáa tónleikin so góðan sum gjørligt. Vit hava verið for­ kel­aðir við sera góðum tón­ leik­arum afturat okkum. Tað eru ymsir mátar at spæla tón­leik uppá. Ein máti er at spæla saman við vinum og kenn­ingum og hava tað stutt­ligt. Tað skilji eg væl. Vit hava hinvegin kanska verið meira málrættaðir og eru farnir eftir teimum dugna­ligastu tón­leikarum og fram­leið­arunum til okkara út­gávur og fram­førslur. Tað er eingin ivi um, at tað hevur styrkt bólkin munandi og givið tón­leikinum hjá okkum nógv. Hvør er størsta styrkin hjá Frændum? – Fleiri av okkara sangum eru vorðnir fólkaogn, og tað er ein stór styrki. Fólk hava tikið sangirnar til sín, og tá vit spæla, kenna fólk sangir­ nar. Vit hava gott sam­band við áhoyrararnar, og tað er ein dreymur fyri ein tón­ leik­ara at spæla sínar sangir og merkja, hvussu væl fólk kenna teir og taka ímóti teim­um. Okkara tónleikur er sang­barur og savnandi, fólk kenna løgini og syngja við, og tað er nakað, vit eru sera glaðir fyri og stoltir av. Hvør er veikleikin við Frændum? – Sum øll onnur hava vit eis­ini okkara veikleikar. Vit eru tríggir sera ymiskir persónar, sum mynda bólkin og gera tón­leikin. Tað er á ein hátt ein styrki og hevur skapt eina góða breidd í okkara tón­leiki, men tað er eisini ein av­bjóð­ing fyri bólkin. Bara tað at verða tríggir ymiskir per­són­ar, sum skulu sam­starva og finna kompromis um tónleikin og bólkin, kann verða trupult. Serliga sum árini eru gingin, er tað blivið alt meira avbjóðandi at verða í einari opnari og kreativari pro­sess saman, tí vit hava góðan hug at bestemma sjálv­ir. Frændur er ein felags arvur hjá okkum, og vit vilja allir Hvør er tín fyrimynd sum sangskrivari? – Skal eg nevna ein, má tað verða Paul McCartney. Hansara løg eru framúr melodisk, væl uppbygd og fangandi, og tey fóru eisini beint í hjartað á mær, tá eg var ungur. Hansara sangir formaðu meg sum tónleikara, og kanska tí roman­ tiseri eg eis­ini hansara tónleik, men tað er eingin ivi um, at hann er mín elsta og størsta fyri­mynd. Haldi hann verður fornermaður, um eg ikki nevni hann… Hvønn sang ert tú fegnast um at hava skrivað? – Upplagt er at nevna Hvítar Flykrur, sum eg gjørdi lagið til og Steintór skrivaði orðini til, og tað er eisini ein sangur, sum eg eri sera glaður fyri. Hinvegin havi eg eisini hug at nevna til dømis sangin 21, sum er á úgávuni So Nógv­ar Røddir. Eg eri væl nøgdur við lagið, og hvussu søgan í sanginum er fortald. Og so er tað eisini favorittsangurin hjá dóttrini, so tað telir nógv. Eyðun Nolsøe tosar um bestu løturnar við at spæla tónleik. Um styrki og veikleikar hjá Frændum. Um at spæla 80’ini og skoyta eftir klokkuni. Um at verða eyðmjúkur og takk­samur. Um at vera ótryggur og ivasamur. Og um løturnar, tá ið fólk finna linna í tónleikinum Tá hjørtu tala saman í tónleiki